Sigmund Brestissons tættir

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif
Faeroysk.gif


Föroysk kvæði

Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.


Sigmund Brestissons tættir


Fyrsti táttur.

1.
Í Noregi býr ein menskur mann,
Ólavur Trygvason heitur hann.

Noregis menn, dansið væl í stillir,1
stillir yðar allra,
riddara, Noregis menn,
dansið væl í stillir.

2.
Ólavur kongur kristnum býður,
gud og mildar misskunnar tíðir.

3.
Ólavur heitir á sveina tvá:
"Heimtið mær Sigmund inn til vár."

4.
Áðrenn teir hövdu hálvtalað orð,
tá var Sigmundur inn fyri borð.

5.
Sigmundur fellur á síni knæ:
"Krist signi teg, harri, hvat viltú mær?"

6.
Kongurinn tekur í Sigmundar hand:
"Eg gevi tær helming av Føroyja land."

7.
"Tú skalt fara til Føroyja vestur,
tær skal fylgja Tangbrand prestur.

8.
Í Føroyjum býr ein finskur mann,
Tróndur í Götu heitur hann.

9.
Tróndur í Götu heitur hann,
mín kæri Sigmundur fá mær hann."

10.
Sigmundur tekur til orða svá:
"Hann verður ikki góður at fá."

11.
"Hvört heldur er hann tann kappinn reysti,
ella er hann í gívrum treystur?"

12.
"Ikki er hann tann kappinn reysti,
heldur er hann í gandi treystur."

-- -- --

13.
Ganga teir eftir sandi,
sum knörrur fleyt fyri landi.

14.
Teir loystu út av dýrum vág,
tann besta knörr, í Noregi lá.

15.
Sigmundur sínum skipi skeyt;
besti knörrur av Noregi fleyt.

16.
Sjógvurinn brýtur sum boðafles:
haldum beint í Líðandisnes.

17.
So siglir Sigmundur breiðan fjörð,
til Götu var teirra heimangerð.

18.
Hann siglir í dagar, hann siglir í tvá,
hin triðja fekk hann Føroyjar at sjá.

19.
Sjógvurinn brýtur í streymi stritt,
einki aktar Sigmundur slíkt.

20.
Sjógvurinn brýtur sum boðafles,
haldum beint á Mjóvanes.

21.
Sjógvurinn gerst nú gulur og blár,
sandurinn uppi á tilju lá.

22.
Tá tekur at rjúka sandur og sjór:
"Nú er Tróndur vorðin óður."

23.
Náttina eina, dagana tvá,
Sigmundur út fyri Götu lá.

24.
"Tó at vær kostum lív og and,
vær náum ei á Götu sand.

25.
Vær náum ei á Götu sand,
Tróndur ristir móti oss gand.

Annar táttur.

26.
Nú skal taka upp annan tátt,
sigla út til Svínoyjar brátt.

Alt meðan lindin hon stendur væl.
Tað stendur ein lindin í mín faðirs garð;
hon er sig alt með rósur væl.
Alt meðan lindin hon stendur væl.

27.
Í Svínoy býr ein menskur mann,
Bjarni bóndi heitur hann.

28.
Sigmundur vendi síni skútu í hav,
næst öll skútan gekk í kav.

29.
So siglir Sigmundur Svínoyjar fjörð,
skútan boygnaði sum ein gjörð.

30.
Kastar hann akker á hvítan sand,
fyrstur steig Sigmundur fótinn á land.

31.
Haraldur fellur á síni knæ:
"Fostbróðir, lat meg fylgja tær."

32.
"Tú fert ei á land um sinn,
tú skalt goyma skipi mín."

33.
Tá íð hann kom í bóndans garð,
alt lá fólk í svövni har.

34.
"Eg havi ei verið í Svínoy fyrr,
nú skal eg brjóta bóndans dyr.

35.
Ei visti Bjarni av fyrr enn tá,
Sigmundur yvir hans herðum lá.

36.
Fljóðið steig í serki framm:
"Tær megið ei gera so stóran skamm.

37.
Tær megið ei gera so stóran skamm,
at drepa inni ein gamlan mann."

38.
"Vil hann Bjarni kristinn vera,
skal eg honum einki gera."

39.
"Bjarni, gakk á grønan völl,
sig mær hvör mín fadir feldi."

40.
"Eg gav tær lív og tað var væl,
Tróndur læt slá tín fadir í hel."

41.
Tað var bóndans fyrsta orð,
biður nú bera mat á borð.

42.
Teir bóru inn á fötum sjey
oxasíðu og stumpabreyð.

43.
Tað var bóndans annað orð,
biður nú bera drekka á borð.

44.
Bóru so inn á hvíta lín
öl í kerum, mjöð og vín.

45.
Tað hövdu teir til gaman tá,
dansaðu og drukku í dagar tvá.

46.
Tað gjördi Sigmundur meðan hann var har,
hann kristnaði Bjarna og alt har var.

Triðji táttur.

47.
Nú skal taka upp triðja tátt,

med junga,

sigla suður til Dímunar brátt.

Alfagurt ljóðar mín tunga.
Lystir mig í dans gá med junga.
Brúnt er mítt silkihár,
mjøllkvít er eg sjolv.
Alfagurt ljóðar mín tunga.

48.
Sigmundur siglir Hövdasund,
har møtti honum Trónd og Tóra Hund.

49.
"Hoyr tú Tróndur, Føroyja kongur,
viltú vera heiðin longur?"

50.
"Eg víki ikki frá míni fornu trú,
tí eg eri mær so gamal nú."

51.
Sigmundur kastar spjót frá sær,
Tróndar skúta at hvölva bar.

52.
Tað var feigdin og illa nýtt,
at hann gav Trónda lívið frítt.

53.
"Nú hevur tú mist tín sigur úr hendi,
vænta nú hevnd og bráðan enda.

-- -- --

54.
So siglir Sigmundur Skúvoyjar fjörð,
skútan bognaði sum ein gjörð.

55.
Á bunkanum stendur drongur treystur:
"Haldum nú millum oyja eystur."

56.
Sigmundur gongur í bæði borð:
"Haldum nú beint á Grönuskor."

57.
Haraldur fellur á síni knæ:
"Fostbróðir, lat meg fylgja tær."

58.
"Tú fert ei á land um sinn,
tú skalt goyma skipi mín."

59.
Sigmundur tekur ein kaðal í hond,
búið spjót hann rendi á land.

60.
Hann skeyt upp í grønan vall,
oddurinn niður í grótið gall.

61.
Tríati favnar var bergið hátt,
Sigmundur lesti seg við ein tátt.

62.
Á götuni lógu garpar tveir,
bráðan bana fingu teir.

63.
Sigmundur veit sær onga neyð,
reikar heim á Skorarheyg.

64.
Inn kom húsfrú Guðrun á gátt:
"Eg sá mann á henda hátt.

65.
Hann var vænur í vöxtri vitur,
fagurt gull á herðum glitrar.

66.
"Sástu mann á henda hátt,
hann var ikki her á jólanátt.

67.
Hann var ikki her á jólanátt,
nú er ei at sova brátt."

68.
Øssur leyp eftir skreppum ný,
fýra tunnur gingu harí.

69.
Kastar so öllum vápn ísenn,
loypur í borg við níggju menn.

70.
Níggju menn og málmarar tólv,
taka nú allir at verja borg.

71.
Øssur stendur við borgarlið,
breiðari öxi hann studdist við.
72.
Sigmundur vegur seg til og frá,
eystan á borgini vá hann seg á.

73.
Eystan á borgini vá hann seg á,
mann vá hann frá Øssuri tá.

74.
Øssur stóð og sá hará:
"Ei skulu fleiri fara svá."

75.
Báðir ruku saman tá,
hvörgin kundi sigur av öðrum fá.

76.
"Nú skal taka listir fyri seg,
sum Ólavur kongur lærdi meg."

77.
Hann vá til við opnum skildi,
fóturinn av og hondin fylgdi.

78.
Øssur talar av miklari trongd:
"Tær skuluð føra meg vestur á drang."

79.
Ta bön skaltú av mær tiggja:
"vesturi á drangi skaltú liggja."

80.
Tað var Øssurs sísta orð:
"Høvdið skal venda mót Grönuskor.

81.
Føturnir til, og høvdið frá,
so eg má aftur í skorina sjá."

82.
Sigmundur situr í Skúvoyj tryggur,
Tróndur um hans lívið liggur.

83.
Sigmundur vænur, í dygdum góður,
illgerðsmaður troyggjar hans blóð.

84.
Sigmundur fyri Gudi og góðari gerð
mátti svimja Suðuroyjarfjörð.

85.
Suður í Suðuroy var Sigmundur dripin,
norði í Skúvoyj var hann grivin.


1) t. e. kongur