Sigmunds kvæði, yngra

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Föroysk kvæði

Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.


Sigmunds kvæði, yngra


1.
Í Føroyjum búðu hövdingar tveir,
Tróndur og Sigmundur hitu teir.

Noregis menn! dansið væl í stillir;
stillir yðar allra,
riddara, Noregis menn!
dansið væl í stillir.

2.
Sigmundur búðu Skúvoyj á.
Tróndur búði við Gøtuvág.

3.
So grammur var Tróndur, hann hugsar ilt:
Sigmundur hevur vára veitslu spilt.

4.
Tróndur hann situr í sínari lon:
tit heimtið mær Sjúrð Torlaksson.

5.
Tit heimtið mær Gutta og lágan Tór:
snarliga boð eftir teimum fór.

6.
Inn komu garpar og søgdu so:
hvat viltú, Tróndur, tú sendi oss boð?"

7.
"Eg havi sent tykkum boðini tey,
at tit skulu hjálpa til Sigmunds deyð.

8.
Tit hvessið spjót, tit hvessið knív;
tað skal galda Sigmunds lív.

9.
Hetta mítt ráð man vera gott:
vit skulum herja á hann á nátt."

10.
Teir savnaðu saman sveinar og menn,
og gingu til strandar allir ísenn.

11.
So sigldi Tróndur Skúvoyarfjörð,
skútan bognaði sum ein gjörð.

12.
Myrk var náttin, og skútan gekk,
so blíðan byrðinn Tróndur fekk.

13.
So myrk var náttin, skútan rann,
teir hildu beint mót Skúvoyj framm.

14.
Eingin vardi, teir komu har til:
alt gekk til, sum Tróndur vil.

15.
Skramblaðu teir við vápnum hart,
so hurðar gingu í smildur snart.

16.
Sigmundur vaknar av svövni brátt:
"Hvör brýtur inn á meg í nátt?"

17.
"Hann, sum brýtur tínar dyr,
tað er tann maður, tú háðaði fyrr.

18.
Sigmundur helt sítt svörð ímót,
fimm fullu hövuð á Tróndar fót.

19.
Sigmundur höggur av makt og vold,
trý duttu hövuð á Tróndar skjóld.

20.
Tróndur hann var til illsku fús:
"Tit setið nú eld á Sigmunds hús."

21.
Sigmundur talar til frænda sín:
"Nú má eg rýma av húsi mín."

22.
Einar úr Suðuroyj, hans frændi Tór,
eingin annar við Sigmundi fór.

23.
Sigmunds hústrú stendur við vegg:
"Tú hoyr meg, Tróndur Götuskegg.

24.
Stríðist tú móti konu og börn,
so ertú grískari enn ein björn."

25.
"Tit sløkkið eld, tit stingið inn knív,
eg stríðist bert um Sigmunds lív."

26.
Tróndur vendi borgini frá,
beint ímóti sum Sigmundur lá.

27.
Tróndur hevur so fyri orð:
"Eg kenni royk av Sigmunds spor."

28.
Tróndur biður teir hava mót:
"Eg kenni royk av Sigmunds fót."

29.
Teir gingu framm um grönan lund,
teir dvöldust við gjónna eina stund.

30.
Sigmundur sær um gjónna brá:
Steingríms hövur á völli lá.

31.
Sigmundur aftur um gjónna sprakk,
svörðið úr hans hondum stakk.

32.
Sigmundur flýddi á oynna norð,
Tróndur hevði tá manndoms orð.

33.
Sigmundur kastaði í havið seg,
Einar og Tórur sama veg.

34.
Tá ið Tróndur hetta sá,
aftur at báti skundar hann tá.

35.
Aftur at báti skundar hann tá,
men ikki kundi hann Sigmundi ná.

-- -- --

36.
Svimja teir tríggir við miklari ferð
sum streymur harður á firði er.

37.
Tórur aftur um seg sá:
"Nú tekur Einar at dragna frá."

38.
Sigmundur gjördi sær tann ómak:
hann legði Einar á sítt bak.

39.
Tórur rætti Sigmundi hond:
"Nú hevur Einar gevið upp ond."

40.
Sigmundur slepti Einar av,
Suðuroyjarfjörður var tin gröv.

41.
Sigmundur svimur og frændi hans,
enn er fjórðungur eftir til lands.

42.
Tórur leggur sær bylgju ímót.
"Nú eri eg givin í hond og fót.

43.
Tú svim til lands, legg einki í meg,
Eg eri farin, men redda teg."

44.
Svaraði Sigmundur, í sjónum sat:
"Ikki, mín frændi, skiljast vit at.

45.
Vit vóru saman í mangari ferð,
ikki mín frændi skiljast vit her."

46.
Sigmundur var í orðum trúgvur:
hann legði Tórar á sín rygg.

47.
Sigmundur svimur av allari makt:
"Nú hava vit at landi lagt."

48.
Brimið breyt sum boðaslóð,
tað Tórar niður at botni dró.

49.
Sigmundur var ein menskur mann,
men ikki bóru beinini hann.

50.
Tá hann hevði svomuð tann veg so lang
hann legði seg stillan niður í tang.

-- -- --

51.
Tórgrímur átti Sandvík fyrr,
hann sær ein morgun út fyri dyr.

52.
Tórgrímur hyggur mót tara út:
"Eg meini eg síggi einn reyðan klút."

53.
Tórgrímur talar til sveinar tveir:
"Tit vitið um har er nakað meir."

54.
Inn koma dreingir og siga frá,
at stórur maður í tara lá.

55.
"Ein stórur maður í tara lá,
ongum líkari enn Sigmundi at sjá."

56.
Tórgrímur tekur sær øxi í hond,
so gongur hann til sjóarstrond.

57.
Tórgrímur niður í tara sær,
maktarleysur lá Sigmundur har.

58.
Tórgrímur talar til sveinar sínar:
"Gullringur Sigmunds skal vera mín."

59.
"Dreingir, tit haldið mær í hans hár,
meðan eg gevi honum banasár.

60.
Dreingir, tit haldið hans hár í topp,
meðan eg skilji hövur frá kroppi."

61.
Dreingirnir hildu í hans hár,
meðan hann gav honum banasár.

62.
Dreingirnir hildu hans hár í topp,
meðan hann skildi høvur frá kropp.

63.
Ein slíkan enda Sigmundur fekk,
hans líki ikki í Føroyjum gekk.