Signild og dvørgurin (B)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Uppskrift eftir Hans Jacob Petersen av Saltnesi.
Heimildarfólk var Anna Knudsdatter av Saltnesi í 1873
1.
Signild sló sín vev so fast,
- at dansa -
tann hvíta mjólk av bróstum brast.
Væl er mær ansað.
2.
"Hoyr tað, Signild, dóttir mín,
hví rennur mjólk av bróstum tín?"
3.
"Tað er ikki mjólk, tó tú sigur svá,
tað er tann mjøð, eg drakk í gjár."
4.
"Tað eru tvey ting, tey eru ólík,
mjøðurin er brún, og mjólkin er hvít."
5.
"Tað dugir ikki at dylja for teg,
dvørgurin hevur lokkað meg.
6.
Fimtan havi eg børnini borið,
eingi havi eg klæði skorið.
7.
Fimtan havi eg børnini átt,
eingi havi eg við eygum sætt."
8.
Alt stóð dvørgurin og lýddi á,
hvussu hon segði síni móður frá.
9.
Dvørgurin upp í hallina sá,
gullbond á hans herðum lá.
10.
Dvørgurin upp í hallina gekk,
gullbond á hans herðum hekk.
11.
Hann tekur í Signildu ljósu hand
og leiddi hana til steinin fram.
12.
Hann setti hana í forgyltan stól,
fimtan synir fyri henni stóðu.
13.
Summir kunnu at ringja,
dvørgamál at syngja.
14.
Og summir kunnu at leika væl
trummur og so langspæl.
15.
Hann gav henni høgg undir kinn,
so blóðið dreiv á hennara samdrigið skinn.
16.
Tað var dvørgsins størsta harm,
at Signild doyði við hans arm.
17.
Tað var dvørgsins størsta sorg,
hann mátti flýa til eina aðra borg.
18.
Har var buldur, og har var bank,
dvørgurin smíðaði børustengur.
19.
Har var buldur, og har var slag,
dvørgurin smíðaði bæði nátt og dag.