Skeggjatussin (A) - Pápaleysi

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Skeggjatussin (A)
Pápaleysi


Uppskrift av Oyri, Borðoy

Eina ferð var ein harramaður, sum átti tvey børn, drong og gentu, og hevði tikið eitt triðja barn, dreingjabarn, sum eingin visti nakran pápa til, í húsið til sín. Tað fekk navnið Pápaleysi.
   Ein risi búði har í nánd, sum lá eftir at stjala børn, og ein arbeiðskona hjá harramanninun hevði illgruna á, at hesin risi ætlaði at stjala harramanssonin. Eitt kvøldið, tá ið dreingirnir vóru niðurfarnir, skifti arbeiðskonan teir um í songini, og tá ið morgnaði, var Pápaleyisi burtur.
   Ein dagin, sum harramaðurin var burtur á skóginun, hitti hann risan.
   "Tú fært ikki sonin attur uttan fyri nógv gull," sigir risin.
   "Tú fært einki gull," sigur harramaðurin, "tí sonuir mín er ikki burtur, tað er Pápaleysi, sum burtur er, og hann leggi eg ikki lag í."
   Risin hevur nú Pápaleysa hjá sær, men letur hann hava tað ringari enn fyrr. Pápaleysi hugsar bæði nátt og dag um, hvussu hann skal sleppa frá risanun, men finnur eingi ráð.
   "Verri verður, tá ið veturin kemur," sigir risin, "tí tá verður einki brenni."
   Ein dagin ansar Pápaleysi eftir eini stórari klótu, sum liggur fyri durunun; hann verður varur við, at rivur koma í hana, tá ið sólin skínur, og hesar rivur geva seg saman aftur í kulda ella slaðuveðri. So ger hann sær smáar kílar at seta í rivurnar til at gera tær størri.
   So kemur kuldin, og teir fara at treingja til brennivið. Pápaleysi heldur við risan, at tað er best at fáa klótuna sundur, ið liggur firi durunun. Risin heldur einki um hetta í fyrstuni: "vit fáa hana ikki sundur;" men Pápaleysi vísir honun rivurnar og tekur at seta kílar í. Risin hevur so ógvuliga sítt skegg, og meðan hann liggur stillur og hyggur eftir, fær drongurin stappað skegg hansara so við og við niður í rivurnar, rykkir so kílarnar út úr og rýmur sín veg. Risin liggur fastur í klótuni og sleppur ongan veg; men Pápaleysi loypur inn eftir vápnapróninun og stingur ígjøgnum risan, so hann doyr í sama bragdi.
   So tekur Pápaleysi alt gullið, í hellinun er, og fer heim aftur við tí til harramannin.
   Eina tíð eftir biður hann um harramansdóttrina, og tá kemur tað óvæntaða uppá, at harramaðurin sigir nei. Pápaleysi ber ofta uppá mál við harramannin um bønarorð síni og spyr, um hann er ikki nóg ríkur enn, men harramaðurin dregur altíð undan. Til endan verður hann at ganga við, at hann sjálvur er pápi hansara, og av tí at tey eru hálvsystkin, gentan og hann, kunnu tey ikki giftast.
   So fór Pápaleysi haðan burtur og giftist við eini aðrari gentu.