Skeggjatussin (C) - Skræddi Kjálki

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Skeggjatussin (C)
Skræddi Kjálki


Uppskrift úr Kunoy

Tríggir brøður høvdu tikið seg saman og skiftust um, ymsir at fara til útróðrar og ymsir at vera heima. Ein skuldi vera heima, meðan hinir báðir vóru burturi.
   So ein dagin, meðan hin elsti ger døgurð, kemur ein risi við stórum síðum skeggi inn og vil hava at eta frá honun. Maðurin torir ikki at sýta, og risin etur alt. Tá ið hinir báðir koma aftur, fáa teir ongan mat.
   Dagin eftir skal miðlinganbróðirin vera heima; ikki skal tað gangast honum so, sigur hann.
   Næsta dag, tá ið potturin er úti við kóking, kemur risin og etur alt, sum er.
   Triðja dagin skal hin yngsti vera eftir. Hinir spotta hann; men hann heldur, at tað kann ikki ganga verri. Tá ið potturin er komin upp yvir, kemur risin og vil hava at eta; men drongurin sigur, at tað líður einki at kóka enn: tað er ov lítil brenniviður, og biður risan hjálpa sær at høgga eina stóra klótu sundur, sum liggur fyri durunum. Risin legst at høgga kleivir í, men nú er drongurin so knappur og fær kúgað skegg hansara niður ímillum, og tá ið risin skal fara á føtur aftur, situr skeggið fast. Hann verður at skræða seg leysan frá klótuni; skeggið slitnar burtur av kjálkanun, og hann avstað við rini og hvini.
   Tá ið brøðurnir koma heim, undrast teir á, at teir fáa at eta sum vanligt, og hin yngsti sigur frá øllum, hvussu gingist hevur.
   Allir tríggir ganga nú á fund eftir risanun - blóðslóðin liggur at einun steini. Eitt hol er niðri við steinin, men hinir eldru brøðurnir hava seg undan at síga og lata hin yngsta niður.
   Hann gongur og trilvar í myrkri, kemur at einun durum og inn í eina prýðiliga stovu. Har situr ein frálíka vøkur genta og leitar einum risa í høvdinun, hann liggur fram á knø bennara í fasta svøvni.
   Hetta er kongadóttirin, sum leingi hevur verið horvin úr kongsgarðinuin - kongurin hevur lovað, at tann, sum førir hana aftur, skal eiga hana til konu. Drongurin vil tala til hennara, men hon báknar honun, at hann skal ikki tosa hart.
   Eitt svørð hongur á bróstinun, men tað er ikki meira, enn hann fær vikað tí út frá. Ein krukka stendur í einun króki, hon leggur honun tað ráð at smakka á tað, í krukkuni er. Hann so ger og orkar nú at lyfta svørðinun niður. Hann drekkur av krukkuni tríggjar ferðir og styrknar so ógvuliga fyri hvørja ferð. Til endan kann hann reiggja svørðinun og drepur risan, ið liggur og svevur.
   So tekur drongurin látupípu risans og blæsur í hana. Nú kemur fult av risun, tí hetta var látupípan, ið skeggjatussin hevði haft at blása í, tá ið hann beyð hinun risunun í veitslu. Drongurin drepur teir, ein fyri og annan eftir, sum teir koma.
   So lættir hann gentuna upp, bindur í togið, og brøðumir í erva draga hana upp ígjøgnum. Teir lata togið niður attur, men hann bindur ein stein uppí, tí hann trýr brøðrunun ilt. Tá ið teir hava drigið upp í helvt, kubba teir togið av, og steinurin dettur.
   Drongurin veit sær nú eingi ráð og tekur at leita runt um hellið. So rakar hann við Skrædda Kjálka í einun króki. Risin biður hann vælsignaðan vera ikki at drepa seg. Drongurín biður hann hjálpa sær upp úr holinun, so skal hann einki gera honun. Skræddi Kjálki setur ein stiga at, og drongurin sleppur upp.
   Nú skal brúdleyp vera hjá kongadóttrini: elsti bróðurin skal hava hana, sigir kongur, men hon sigir nei: tað er ikki hann, ið hevur hjálpt sær.
   Yngsti bróðirin gongur til kongsgarðin og kemur válandi tvørtur við vindeygað; tá rópar kongadóttirin og sigir við pápan, at hetta er hin sami, ið henni hevur bjargað. Hann sigur nú konginum frá øllum, hvussu brøðurnir eru farnir fram ímóti sær. Teir fingu so lønina og vóru hongdir; men hin yngsti fekk kongadóttrina og varð kongur attaná hin gamla, tá ið hann doyði.