Títil-táta
Hopp til navigering
Hopp til søk
Føroysk tjóðminni og ævintýr
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Laðangarðsbóndin í Sunnbø hevði einaferð tikið eina trøllagentu til sín, ið var undan einum steini á Skankafløtti. Hann setti hana til at veva bæði nátt og dag og loyvdi henni onga hvílu. Viðlagt var, at eingin skuldi nevna hana við navn, annars hvarv hon burtur aftur. Títil-táta æt hon.
Til eina jólahøgtíð var hon deyðlúgvað av veving og tók so at kvøða:
"Títil-táta eiti eg, Títil-táta eiti eg!" (til at fáa einhvønn til at nevna seg).
Eingin lætst um vón at svara til. So letur í einari arbeiðskonu:
"Nakað situr hatta og tátar og tátar! Vita okur ikki, at tú eitur Títil-táta?"
So var hon horvin úr vevinum við tað sama og sást ikki aftur.