Forskjell mellom versjoner av «Ólavur Riddararós (A)»
m |

| Linje 24: | Linje 24: | ||

''Ungir kallar, kátir kallar,'' |
''Ungir kallar, kátir kallar,'' | ||

''gangið upp á gólv, dansið lystilig!'' |
''gangið upp á gólv, dansið lystilig!'' | ||

2. |

2. | ||

"Eg fari mær á heiði |
"Eg fari mær á heiði | ||

ta villini hind at veiða." |
ta villini hind at veiða." | ||

3. |

3. | ||

"Tú fert ikki at veiða hind, |
"Tú fert ikki at veiða hind, | ||

men tú fert til tína leikalind. |
men tú fert til tína leikalind. | ||

4. |

4. | ||

Hvít er tín skjúrtan, væl er hon tvigin, |
Hvít er tín skjúrtan, væl er hon tvigin, | ||

í blóði verður hon av tær drigin. |
í blóði verður hon av tær drigin. | ||

5. |

5. | ||

Hvít er tín skjúrtan, væl er hon skorin, |
Hvít er tín skjúrtan, væl er hon skorin, | ||

í blóði so verður hon aftur borin." |
í blóði so verður hon aftur borin." | ||

6. |

6. | ||

Ólavur snúðist síni móður frá: |
Ólavur snúðist síni móður frá: | ||

"Gud gevi ikki ganga, sum mær er spáað." |
"Gud gevi ikki ganga, sum mær er spáað." | ||

7. |

7. | ||

Ólavur ríður eftir bjørgunum fram, |
Ólavur ríður eftir bjørgunum fram, | ||

fann upp á eitt elvarrann. |
fann upp á eitt elvarrann. | ||

8. |

8. | ||

Ólavur ríður eftir bjørgunum fús, |
Ólavur ríður eftir bjørgunum fús, | ||

fann hann á eitt elvarhús. |
fann hann á eitt elvarhús. | ||

9. |

9. | ||

Út kom eitt tað elvarfljóð, |
Út kom eitt tað elvarfljóð, | ||

flættað hár á herðar dró. |
flættað hár á herðar dró. | ||

10. |

10. | ||

Út kom ein av elvunum tá, |
Út kom ein av elvunum tá, | ||

flættað hár á herðar lá. |
flættað hár á herðar lá. | ||

11. |

11. | ||

"Ver vælkomin, Ólavur Riddararós, |
"Ver vælkomin, Ólavur Riddararós, | ||

tú gakk í dansin og kvøð for os!" |
tú gakk í dansin og kvøð for os!" | ||

12. |

12. | ||

"Tú tarvt ikki flætta títt hár for meg, |
"Tú tarvt ikki flætta títt hár for meg, | ||

eg eri ikki komin at biðja teg." |
eg eri ikki komin at biðja teg." | ||

13. |

13. | ||

"Ert tú ikki komin at biðja meg, |
"Ert tú ikki komin at biðja meg, | ||

eg havi ikki aktað at eiga teg." |
eg havi ikki aktað at eiga teg." | ||

14. |

14. | ||

"Eg kann ikki meira hjá elvum bó, |
"Eg kann ikki meira hjá elvum bó, | ||

í morgin skal eg mítt brúdleyp snó. |
í morgin skal eg mítt brúdleyp snó. | ||

15. |

15. | ||

Eg kann ikki longur hjá elvum vera, |
Eg kann ikki longur hjá elvum vera, | ||

í morgin lati eg mítt brúdleyp gera." |
í morgin lati eg mítt brúdleyp gera." | ||

16. |

16. | ||

"Vilt tú ikki meiri hjá elvum bó, |
"Vilt tú ikki meiri hjá elvum bó, | ||

sjúkur skalt tú títt brúdleyp snó. |
sjúkur skalt tú títt brúdleyp snó. | ||

17. |

17. | ||

Vilt tú ikki longur hjá elvum vera, |
Vilt tú ikki longur hjá elvum vera, | ||

sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera. |
sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera. | ||

18. |

18. | ||

Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja sjúk, |
Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja sjúk, | ||

ella vilt tú í morgin liggja lík? |
ella vilt tú í morgin liggja lík? | ||

19. |

19. | ||

Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja á strá, |
Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja á strá, | ||

ella vilt tú í morgin til moldar gá?" |
ella vilt tú í morgin til moldar gá?" | ||

20. |

20. | ||

"Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur, |
"Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur, | ||

ilt er at liggja leingi sjúkur. |
ilt er at liggja leingi sjúkur. | ||

21. |

21. | ||

Fyrr vil eg í morgin liggja lík, |
Fyrr vil eg í morgin liggja lík, | ||

enn eg vil liggja sjú vintur sjúk. |
enn eg vil liggja sjú vintur sjúk. | ||

22. |

22. | ||

Fyrr vil eg í morgin til moldar gá, |
Fyrr vil eg í morgin til moldar gá, | ||

enn eg vil sjú vintur liggja á strá." |
enn eg vil sjú vintur liggja á strá." | ||

23. |

23. | ||

Hon bar fram eitt drykkjukar, |
Hon bar fram eitt drykkjukar, | ||

eiturkornið í tí var. |
eiturkornið í tí var. | ||

24. |

24. | ||

Hon bar fram eitt drykkjusteyp, |
Hon bar fram eitt drykkjusteyp, | ||

eiturkornið í tí fleyt. |
eiturkornið í tí fleyt. | ||

25. |

25. | ||

Hon skonkti honum í drykkjuhorn, |
Hon skonkti honum í drykkjuhorn, | ||

har fór í tað eiturkorn. |
har fór í tað eiturkorn. | ||

26. |

26. | ||

Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur drakk, |
Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur drakk, | ||

hans breiða belti um hann sprakk. |
hans breiða belti um hann sprakk. | ||

27. |

27. | ||

"Hoyr tú, Ólavur fríði, |
"Hoyr tú, Ólavur fríði, | ||

tú kyss meg, áðrenn tú ríður!" |
tú kyss meg, áðrenn tú ríður!" | ||

28. |

28. | ||

Ólavur studdist við saðilboga, |
Ólavur studdist við saðilboga, | ||

hann kysti ta moy av lítlum huga. |
hann kysti ta moy av lítlum huga. | ||

29. |

29. | ||

Hann kysti hana so mjúkan, |
Hann kysti hana so mjúkan, | ||

hon sveik hann so sjúkan. |
hon sveik hann so sjúkan. | ||

30. |

30. | ||

"Tú sig tíni móður, tá ið tú kemur heim, |
"Tú sig tíni móður, tá ið tú kemur heim, | ||

tín foli snublaði um ein stein." |
tín foli snublaði um ein stein." | ||

31. |

31. | ||

Ólavur heim í garðin fór, |
Ólavur heim í garðin fór, | ||

úti hans móðir fyri honum stóð. |
úti hans móðir fyri honum stóð. | ||

32. |

32. | ||

"Hví ert tú so følin, hví ert tú so bleik, |
"Hví ert tú so følin, hví ert tú so bleik, | ||

sum tú hevur verið í elvarleik?" |
sum tú hevur verið í elvarleik?" | ||

33. |

33. | ||

"Mín kæra móðir, eg sigi tær sann, |
"Mín kæra móðir, eg sigi tær sann, | ||

mín foli snublaði um ein stein. |
mín foli snublaði um ein stein. | ||

34. |

34. | ||

Tí eri eg følin, tí eri eg bleik, |
Tí eri eg følin, tí eri eg bleik, | ||

í gjár var eg í elvarleik. |
í gjár var eg í elvarleik. | ||

35. |

35. | ||

Tí eri eg følin, tí eri eg [sum] bast, |
Tí eri eg følin, tí eri eg [sum] bast, | ||

í gjár var eg í elvarlast." |
í gjár var eg í elvarlast." | ||

36. |

36. | ||

Ólavur vendist til veggin brátt, |
Ólavur vendist til veggin brátt, | ||

hann doyði langt fyri midnátt. |
hann doyði langt fyri midnátt. | ||

37. |

37. | ||

Har komu av tí búda |
Har komu av tí búda | ||

trý lík, tey vóru so prúda. |
trý lík, tey vóru so prúda. | ||

38. |

38. | ||

Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív, |
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív, | ||

tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív. |
tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív. | ||

39. |

39. | ||

Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans moy, |
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans moy, | ||
Revisjonen fra 24. des. 2013 kl. 15:56
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |

| Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Úr søvnunum hjá Johan Henrik Schrøter í 1825
1.
"Hvørt skalt tú ríða, Ólavur mín?
- kol og smiður við -
í lofti hongur brynja tín."
Ungir kallar, kátir kallar,
gangið upp á gólv, dansið lystilig!
2.
"Eg fari mær á heiði
ta villini hind at veiða."
3.
"Tú fert ikki at veiða hind,
men tú fert til tína leikalind.
4.
Hvít er tín skjúrtan, væl er hon tvigin,
í blóði verður hon av tær drigin.
5.
Hvít er tín skjúrtan, væl er hon skorin,
í blóði so verður hon aftur borin."
6.
Ólavur snúðist síni móður frá:
"Gud gevi ikki ganga, sum mær er spáað."
7.
Ólavur ríður eftir bjørgunum fram,
fann upp á eitt elvarrann.
8.
Ólavur ríður eftir bjørgunum fús,
fann hann á eitt elvarhús.
9.
Út kom eitt tað elvarfljóð,
flættað hár á herðar dró.
10.
Út kom ein av elvunum tá,
flættað hár á herðar lá.
11.
"Ver vælkomin, Ólavur Riddararós,
tú gakk í dansin og kvøð for os!"
12.
"Tú tarvt ikki flætta títt hár for meg,
eg eri ikki komin at biðja teg."
13.
"Ert tú ikki komin at biðja meg,
eg havi ikki aktað at eiga teg."
14.
"Eg kann ikki meira hjá elvum bó,
í morgin skal eg mítt brúdleyp snó.
15.
Eg kann ikki longur hjá elvum vera,
í morgin lati eg mítt brúdleyp gera."
16.
"Vilt tú ikki meiri hjá elvum bó,
sjúkur skalt tú títt brúdleyp snó.
17.
Vilt tú ikki longur hjá elvum vera,
sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.
18.
Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja sjúk,
ella vilt tú í morgin liggja lík?
19.
Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja á strá,
ella vilt tú í morgin til moldar gá?"
20.
"Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur,
ilt er at liggja leingi sjúkur.
21.
Fyrr vil eg í morgin liggja lík,
enn eg vil liggja sjú vintur sjúk.
22.
Fyrr vil eg í morgin til moldar gá,
enn eg vil sjú vintur liggja á strá."
23.
Hon bar fram eitt drykkjukar,
eiturkornið í tí var.
24.
Hon bar fram eitt drykkjusteyp,
eiturkornið í tí fleyt.
25.
Hon skonkti honum í drykkjuhorn,
har fór í tað eiturkorn.
26.
Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur drakk,
hans breiða belti um hann sprakk.
27.
"Hoyr tú, Ólavur fríði,
tú kyss meg, áðrenn tú ríður!"
28.
Ólavur studdist við saðilboga,
hann kysti ta moy av lítlum huga.
29.
Hann kysti hana so mjúkan,
hon sveik hann so sjúkan.
30.
"Tú sig tíni móður, tá ið tú kemur heim,
tín foli snublaði um ein stein."
31.
Ólavur heim í garðin fór,
úti hans móðir fyri honum stóð.
32.
"Hví ert tú so følin, hví ert tú so bleik,
sum tú hevur verið í elvarleik?"
33.
"Mín kæra móðir, eg sigi tær sann,
mín foli snublaði um ein stein.
34.
Tí eri eg følin, tí eri eg bleik,
í gjár var eg í elvarleik.
35.
Tí eri eg følin, tí eri eg [sum] bast,
í gjár var eg í elvarlast."
36.
Ólavur vendist til veggin brátt,
hann doyði langt fyri midnátt.
37.
Har komu av tí búda
trý lík, tey vóru so prúda.
38.
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív,
tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív.
39.
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans moy,
tað triðja hans móðir, av sorg hon doyði.