Ólavur Riddararós (A)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ||||||
Úr søvnunum hjá Johan Henrik Schrøter í 1825
1.
"Hvørt skalt tú ríða, Ólavur mín?
- kol og smiður við -
í lofti hongur brynja tín."
Ungir kallar, kátir kallar,
gangið upp á gólv, dansið lystilig!
2.
"Eg fari mær á heiði
ta villini hind at veiða."
3.
"Tú fert ikki at veiða hind,
men tú fert til tína leikalind.
4.
Hvít er tín skjúrtan, væl er hon tvigin,
í blóði verður hon av tær drigin.
5.
Hvít er tín skjúrtan, væl er hon skorin,
í blóði so verður hon aftur borin."
6.
Ólavur snúðist síni móður frá:
"Gud gevi ikki ganga, sum mær er spáað."
7.
Ólavur ríður eftir bjørgunum fram,
fann upp á eitt elvarrann.
8.
Ólavur ríður eftir bjørgunum fús,
fann hann á eitt elvarhús.
9.
Út kom eitt tað elvarfljóð,
flættað hár á herðar dró.
10.
Út kom ein av elvunum tá,
flættað hár á herðar lá.
11.
"Ver vælkomin, Ólavur Riddararós,
tú gakk í dansin og kvøð for os!"
12.
"Tú tarvt ikki flætta títt hár for meg,
eg eri ikki komin at biðja teg."
13.
"Ert tú ikki komin at biðja meg,
eg havi ikki aktað at eiga teg."
14.
"Eg kann ikki meira hjá elvum bó,
í morgin skal eg mítt brúdleyp snó.
15.
Eg kann ikki longur hjá elvum vera,
í morgin lati eg mítt brúdleyp gera."
16.
"Vilt tú ikki meiri hjá elvum bó,
sjúkur skalt tú títt brúdleyp snó.
17.
Vilt tú ikki longur hjá elvum vera,
sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.
18.
Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja sjúk,
ella vilt tú í morgin liggja lík?
19.
Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja á strá,
ella vilt tú í morgin til moldar gá?"
20.
"Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur,
ilt er at liggja leingi sjúkur.
21.
Fyrr vil eg í morgin liggja lík,
enn eg vil liggja sjú vintur sjúk.
22.
Fyrr vil eg í morgin til moldar gá,
enn eg vil sjú vintur liggja á strá."
23.
Hon bar fram eitt drykkjukar,
eiturkornið í tí var.
24.
Hon bar fram eitt drykkjusteyp,
eiturkornið í tí fleyt.
25.
Hon skonkti honum í drykkjuhorn,
har fór í tað eiturkorn.
26.
Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur drakk,
hans breiða belti um hann sprakk.
27.
"Hoyr tú, Ólavur fríði,
tú kyss meg, áðrenn tú ríður!"
28.
Ólavur studdist við saðilboga,
hann kysti ta moy av lítlum huga.
29.
Hann kysti hana so mjúkan,
hon sveik hann so sjúkan.
30.
"Tú sig tíni móður, tá ið tú kemur heim,
tín foli snublaði um ein stein."
31.
Ólavur heim í garðin fór,
úti hans móðir fyri honum stóð.
32.
"Hví ert tú so følin, hví ert tú so bleik,
sum tú hevur verið í elvarleik?"
33.
"Mín kæra móðir, eg sigi tær sann,
mín foli snublaði um ein stein.
34.
Tí eri eg følin, tí eri eg bleik,
í gjár var eg í elvarleik.
35.
Tí eri eg følin, tí eri eg [sum] bast,
í gjár var eg í elvarlast."
36.
Ólavur vendist til veggin brátt,
hann doyði langt fyri midnátt.
37.
Har komu av tí búda
trý lík, tey vóru so prúda.
38.
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív,
tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív.
39.
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans moy,
tað triðja hans móðir, av sorg hon doyði.