Forskjell mellom versjoner av «Faðir og dóttir»
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911
| Linje 16: | Linje 16: | ||
| + | |||
| + | :'''1'''. | ||
| + | |||
| + | :Faðir spurdi dóttir í ráð: | ||
| + | :"Viltú giftast manni í ár?" | ||
| + | :Hon svór um Gud, | ||
| + | :hon svór um menn, | ||
| + | :hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn. | ||
| + | :Riddarin svevur aleina. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''2'''. | ||
| + | |||
| + | :Hon svór um menn, | ||
| + | :hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn. | ||
| + | :Hon svór tað á halgu bók, | ||
| + | :at hon ikki mann í loynum tók. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''3'''. | ||
| + | |||
| + | :Halgu bók, | ||
| + | :at hon ikki mann í loynum tók. | ||
| + | :Hon svór tað við munni, | ||
| + | :at hon var so skær sum ein nunna. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''4'''. | ||
| + | |||
| + | :Við munni o. s. fr. (sum omanfyri). | ||
| + | :Hon svór tað við sannan Gud, | ||
| + | :men eingin veit, hvat kemur í hug. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''5'''. | ||
| + | |||
| + | :"Hvór var sá hin riddarin fín, | ||
| + | :í aftan reið úr búðini tíni?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''6'''. | ||
| + | |||
| + | :"Tað var eingin riddari fín, | ||
| + | :tað var mín drongur við hindini." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''7'''. | ||
| + | |||
| + | :"Plaga so várar hindir smáar | ||
| + | :hava boygsl í munni og saðil á?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''8'''. | ||
| + | |||
| + | :"Tað var ikki saðil av gull, | ||
| + | :tað var ein tógvi av akurull." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''9'''. | ||
| + | |||
| + | :"Hvat var tað hitt gylta spjót, | ||
| + | :í aftan stóð um gluggan út?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''10'''. | ||
| + | |||
| + | :"Tað var einki gyllini spjót, | ||
| + | :men mánin skein bæði inn og út." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''11'''. | ||
| + | |||
| + | :"Hvör var sá hin riddarin fín, | ||
| + | :í aftan stóð fyri songum tínum?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''12'''. | ||
| + | |||
| + | :"Tað var eingin riddari fín, | ||
| + | :tað var hon Kristin, terna mín." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''13'''. | ||
| + | |||
| + | :"Plagar so Kristin, terna tín, | ||
| + | :skera so stutta stakkin sín?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''14'''. | ||
| + | |||
| + | :"Dóggin drívur so víða, | ||
| + | :frúgvur plaga sín stakk uppsníða. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''15'''. | ||
| + | |||
| + | :Drívur dóggin kalda, | ||
| + | :frúgvur plaga sín stakk upphalda." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''16'''. | ||
| + | |||
| + | :Plagar so Kristin, terna tín, | ||
| + | :skera so hárið um í ring?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''17'''. | ||
| + | |||
| + | :"Tað var ikki skorið í kring, | ||
| + | :men frúnnar flættur lógu í ring." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''18'''. | ||
| + | |||
| + | :"Hvat var tað fyri lítið kind, | ||
| + | :í aftan græt í búðini tín?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''19'''. | ||
| + | |||
| + | :"Tað var einki ltið kind, | ||
| + | :tað var hann Falkur hundur mín." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''20'''. | ||
| + | |||
| + | :"Plagar so Falkur, hundur tín, | ||
| + | :hava reiv og lind og húgvulín?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''21'''. | ||
| + | |||
| + | :"Har var ikki húgva á, | ||
| + | :men tað vóru hundsins lutir smá." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''22'''. | ||
| + | |||
| + | :"Hvat var tað fyri vógga fín, | ||
| + | :í aftan stóð fyri songum tín?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''23'''. | ||
| + | |||
| + | :"Tað var eingin vogga gæv, | ||
| + | :tað var mín lítil silkivev." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''24'''. | ||
| + | |||
| + | :Faðirin burt á skógvin reið, | ||
| + | :møtti honum riddarin á síni leið. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''25'''. | ||
| + | |||
| + | :Faðirin sínum svorði brá, | ||
| + | :riddarin kleyv hann í lutir tvá. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''26'''. | ||
| + | |||
| + | :Hann tók upp hans raska fót, | ||
| + | :hongdi hann við saðil góð. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''27'''. | ||
| + | |||
| + | :Hann tók upp hans Ijósu hond, | ||
| + | :hongdi hana við saðilbond. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''28'''. | ||
| + | |||
| + | :Hann tók upp hans fríða hövur, | ||
| + | :hongdi tað við saðilgjorð. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''29'''. | ||
| + | |||
| + | :Faðirin heim í garðin fór, | ||
| + | :úti dóttirin fyri honum stóð. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''30'''. | ||
| + | |||
| + | :"Kennir tú nakað henda fót, | ||
| + | :sum hongur við mín saðil góð?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''31'''. | ||
| + | |||
| + | :"Kenni eg enn, sum eg kendi hann tá, | ||
| + | :so mangt eitt spor til búðar lá. " | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''32'''. | ||
| + | |||
| + | :"Kennir tú nakað hesa hond, | ||
| + | :sum hongur við mín saðilbond?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''33'''. | ||
| + | |||
| + | :"Kenni eg enn, sum eg kendi hana tá, | ||
| + | :di so manga nátt í armi lá." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''34'''. | ||
| + | |||
| + | :"Kennir tú nakað hetta hövur, | ||
| + | :sum hongur við mína saðilgjórð?" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''35'''. | ||
| + | |||
| + | :"Kenni eg enn, sum eg kendi tá, | ||
| + | :so mangur kossur á vorrum lá. " | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''36'''. | ||
| + | |||
| + | :Fyrri trýtur streymur í á, | ||
| + | :enn kvinnur kunna ei ansvar fá. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''37'''. | ||
| + | |||
| + | :Fyrri trýtur bylgja í sjógv, | ||
| + | :enn kvinnur vita ei ansvar nógv. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''38'''. | ||
| + | |||
| + | :"Gud fyrigevi tær, faðir mín, | ||
| + | :hvat tú gjórdi mót dóttir tín! | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''39'''. | ||
| + | |||
| + | :Gevi tað Gud nú, faðir mín, | ||
| + | :at eldur hevði staðið í búðum tínum. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''40'''. | ||
| + | |||
| + | :Og tú var innibrunnin | ||
| + | :fyri öll tey ráð, tú kundi! | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''41'''. | ||
| + | |||
| + | :Og tú har inni væri, | ||
| + | :men eg fyri uttan stæði!" | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''42'''. | ||
| + | |||
| + | :Kyndi hon eld í hvita lin, | ||
| + | :inni brendi hon faðir sín. | ||
[[Kategori:Alfabetisk indeks]] | [[Kategori:Alfabetisk indeks]] | ||
[[Kategori:Tekster på færøysk]] | [[Kategori:Tekster på færøysk]] | ||
[[Kategori:Andrias Christian Evensen]] | [[Kategori:Andrias Christian Evensen]] | ||
Revisjonen fra 12. jun. 2024 kl. 09:15
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
|---|---|---|---|---|---|---|
| Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Lesibók
Tórshavn 1911
Faðir og dóttir
- 1.
- Faðir spurdi dóttir í ráð:
- "Viltú giftast manni í ár?"
- Hon svór um Gud,
- hon svór um menn,
- hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn.
- Riddarin svevur aleina.
- 2.
- Hon svór um menn,
- hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn.
- Hon svór tað á halgu bók,
- at hon ikki mann í loynum tók.
- 3.
- Halgu bók,
- at hon ikki mann í loynum tók.
- Hon svór tað við munni,
- at hon var so skær sum ein nunna.
- 4.
- Við munni o. s. fr. (sum omanfyri).
- Hon svór tað við sannan Gud,
- men eingin veit, hvat kemur í hug.
- 5.
- "Hvór var sá hin riddarin fín,
- í aftan reið úr búðini tíni?"
- 6.
- "Tað var eingin riddari fín,
- tað var mín drongur við hindini."
- 7.
- "Plaga so várar hindir smáar
- hava boygsl í munni og saðil á?"
- 8.
- "Tað var ikki saðil av gull,
- tað var ein tógvi av akurull."
- 9.
- "Hvat var tað hitt gylta spjót,
- í aftan stóð um gluggan út?"
- 10.
- "Tað var einki gyllini spjót,
- men mánin skein bæði inn og út."
- 11.
- "Hvör var sá hin riddarin fín,
- í aftan stóð fyri songum tínum?"
- 12.
- "Tað var eingin riddari fín,
- tað var hon Kristin, terna mín."
- 13.
- "Plagar so Kristin, terna tín,
- skera so stutta stakkin sín?"
- 14.
- "Dóggin drívur so víða,
- frúgvur plaga sín stakk uppsníða.
- 15.
- Drívur dóggin kalda,
- frúgvur plaga sín stakk upphalda."
- 16.
- Plagar so Kristin, terna tín,
- skera so hárið um í ring?"
- 17.
- "Tað var ikki skorið í kring,
- men frúnnar flættur lógu í ring."
- 18.
- "Hvat var tað fyri lítið kind,
- í aftan græt í búðini tín?"
- 19.
- "Tað var einki ltið kind,
- tað var hann Falkur hundur mín."
- 20.
- "Plagar so Falkur, hundur tín,
- hava reiv og lind og húgvulín?"
- 21.
- "Har var ikki húgva á,
- men tað vóru hundsins lutir smá."
- 22.
- "Hvat var tað fyri vógga fín,
- í aftan stóð fyri songum tín?"
- 23.
- "Tað var eingin vogga gæv,
- tað var mín lítil silkivev."
- 24.
- Faðirin burt á skógvin reið,
- møtti honum riddarin á síni leið.
- 25.
- Faðirin sínum svorði brá,
- riddarin kleyv hann í lutir tvá.
- 26.
- Hann tók upp hans raska fót,
- hongdi hann við saðil góð.
- 27.
- Hann tók upp hans Ijósu hond,
- hongdi hana við saðilbond.
- 28.
- Hann tók upp hans fríða hövur,
- hongdi tað við saðilgjorð.
- 29.
- Faðirin heim í garðin fór,
- úti dóttirin fyri honum stóð.
- 30.
- "Kennir tú nakað henda fót,
- sum hongur við mín saðil góð?"
- 31.
- "Kenni eg enn, sum eg kendi hann tá,
- so mangt eitt spor til búðar lá. "
- 32.
- "Kennir tú nakað hesa hond,
- sum hongur við mín saðilbond?"
- 33.
- "Kenni eg enn, sum eg kendi hana tá,
- di so manga nátt í armi lá."
- 34.
- "Kennir tú nakað hetta hövur,
- sum hongur við mína saðilgjórð?"
- 35.
- "Kenni eg enn, sum eg kendi tá,
- so mangur kossur á vorrum lá. "
- 36.
- Fyrri trýtur streymur í á,
- enn kvinnur kunna ei ansvar fá.
- 37.
- Fyrri trýtur bylgja í sjógv,
- enn kvinnur vita ei ansvar nógv.
- 38.
- "Gud fyrigevi tær, faðir mín,
- hvat tú gjórdi mót dóttir tín!
- 39.
- Gevi tað Gud nú, faðir mín,
- at eldur hevði staðið í búðum tínum.
- 40.
- Og tú var innibrunnin
- fyri öll tey ráð, tú kundi!
- 41.
- Og tú har inni væri,
- men eg fyri uttan stæði!"
- 42.
- Kyndi hon eld í hvita lin,
- inni brendi hon faðir sín.