Faðir og dóttir

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911


Faðir og dóttir


1.
Faðir spurdi dóttir í ráð:
"Viltú giftast manni í ár?"
Hon svór um Gud,
hon svór um menn,
hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn.
Riddarin svevur aleina.


2.
Hon svór um menn,
hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn.
Hon svór tað á halgu bók,
at hon ikki mann í loynum tók.


3.
Halgu bók,
at hon ikki mann í loynum tók.
Hon svór tað við munni,
at hon var so skær sum ein nunna.


4.
Við munni o. s. fr. (sum omanfyri).
Hon svór tað við sannan Gud,
men eingin veit, hvat kemur í hug.


5.
"Hvór var sá hin riddarin fín,
í aftan reið úr búðini tíni?"


6.
"Tað var eingin riddari fín,
tað var mín drongur við hindini."


7.
"Plaga so várar hindir smáar
hava boygsl í munni og saðil á?"


8.
"Tað var ikki saðil av gull,
tað var ein tógvi av akurull."


9.
"Hvat var tað hitt gylta spjót,
í aftan stóð um gluggan út?"


10.
"Tað var einki gyllini spjót,
men mánin skein bæði inn og út."


11.
"Hvör var sá hin riddarin fín,
í aftan stóð fyri songum tínum?"


12.
"Tað var eingin riddari fín,
tað var hon Kristin, terna mín."


13.
"Plagar so Kristin, terna tín,
skera so stutta stakkin sín?"


14.
"Dóggin drívur so víða,
frúgvur plaga sín stakk uppsníða.


15.
Drívur dóggin kalda,
frúgvur plaga sín stakk upphalda."


16.
Plagar so Kristin, terna tín,
skera so hárið um í ring?"


17.
"Tað var ikki skorið í kring,
men frúnnar flættur lógu í ring."


18.
"Hvat var tað fyri lítið kind,
í aftan græt í búðini tín?"


19.
"Tað var einki ltið kind,
tað var hann Falkur hundur mín."


20.
"Plagar so Falkur, hundur tín,
hava reiv og lind og húgvulín?"


21.
"Har var ikki húgva á,
men tað vóru hundsins lutir smá."


22.
"Hvat var tað fyri vógga fín,
í aftan stóð fyri songum tín?"


23.
"Tað var eingin vogga gæv,
tað var mín lítil silkivev."


24.
Faðirin burt á skógvin reið,
møtti honum riddarin á síni leið.


25.
Faðirin sínum svorði brá,
riddarin kleyv hann í lutir tvá.


26.
Hann tók upp hans raska fót,
hongdi hann við saðil góð.


27.
Hann tók upp hans Ijósu hond,
hongdi hana við saðilbond.


28.
Hann tók upp hans fríða hövur,
hongdi tað við saðilgjorð.


29.
Faðirin heim í garðin fór,
úti dóttirin fyri honum stóð.


30.
"Kennir tú nakað henda fót,
sum hongur við mín saðil góð?"


31.
"Kenni eg enn, sum eg kendi hann tá,
so mangt eitt spor til búðar lá. "


32.
"Kennir tú nakað hesa hond,
sum hongur við mín saðilbond?"


33.
"Kenni eg enn, sum eg kendi hana tá,
di so manga nátt í armi lá."


34.
"Kennir tú nakað hetta hövur,
sum hongur við mína saðilgjórð?"


35.
"Kenni eg enn, sum eg kendi tá,
so mangur kossur á vorrum lá. "


36.
Fyrri trýtur streymur í á,
enn kvinnur kunna ei ansvar fá.


37.
Fyrri trýtur bylgja í sjógv,
enn kvinnur vita ei ansvar nógv.


38.
"Gud fyrigevi tær, faðir mín,
hvat tú gjórdi mót dóttir tín!


39.
Gevi tað Gud nú, faðir mín,
at eldur hevði staðið í búðum tínum.


40.
Og tú var innibrunnin
fyri öll tey ráð, tú kundi!


41.
Og tú har inni væri,
men eg fyri uttan stæði!"


42.
Kyndi hon eld í hvita lin,
inni brendi hon faðir sín.