Forskjell mellom versjoner av «Rudisar vísa»
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
| Linje 17: | Linje 17: | ||
| + | :'''1.''' | ||
| + | |||
| + | :Út kom hann Steffan, hann leit seg í eystan | ||
| + | :— og tað sigi eg av sonnum — | ||
| + | :ovarlaga glógvar tann stjörnan reysta. | ||
| + | :— med öllum Guds heiliga monnum. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''2.''' | ||
| + | |||
| + | :Inn kom Steffan, hann sigir ífrá: | ||
| + | :"eg sær sól á himli og stjörnu hjá. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''3.''' | ||
| + | |||
| + | :Eg sær sól á himli og stjörnu standa hjá, | ||
| + | :mætur er sá konungur, ið føddur var ígjár. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''4'''. | ||
| + | |||
| + | :Mætur er sá konungur, ið borin er í heim, | ||
| + | :tí eg sær sól á himli og stjörnu rein." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''5.''' | ||
| + | |||
| + | :Rudis heitir á sveina tvá: | ||
| + | :"tit biðið hann Steffan fyri meg inngá! | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''6.''' | ||
| + | |||
| + | :Tit bindið so á honum hond og fót | ||
| + | :— vitið, um tann konungur ræður honum bót! | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''7.''' | ||
| + | |||
| + | :Tit stingið mær Steffans eygur út! | ||
| + | :vitið, um so hjálpir tann konungur so prúð." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''8.''' | ||
| + | |||
| + | :Bundu teir Steffans hond og fót : | ||
| + | :mætur var sá konungur, ið honum ráddi bót. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''9.''' | ||
| + | |||
| + | :Stungu út hans eygu, fell væl í lag: | ||
| + | :tó sá hann nátt sum Ijósan dag. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''10.''' | ||
| + | |||
| + | :Í tríati stykki var hanin skorin, | ||
| + | :so var hann inn fyri Rudis borin. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''11.''' | ||
| + | |||
| + | :"Tá skuldi eg trúð Steífans tali, | ||
| + | :um upp stóð hanin og fór at gala." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''12'''. | ||
| + | |||
| + | :Rudis hann stóð og sá tar á, | ||
| + | :at saman førdist hanin, á diskinum lá. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''13.''' | ||
| + | |||
| + | :Hann fleyg upp á reyðargull-stól, | ||
| + | :hann slóg sína veingi, so fagurt hann gól. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''14.''' | ||
| + | |||
| + | :Hann slóg sína veingi, so fagurt hann gól, | ||
| + | :við hvörjari messu tá syngur hann í kór. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''15.''' | ||
| + | |||
| + | :Rudis heitir á sveina tvá: | ||
| + | :"tit leggið mær saðil á gangara grá: | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''16.''' | ||
| + | |||
| + | :Saðlið mær tann besta ein! | ||
| + | :tí eg vil ríða i Betlaheim. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''17.''' | ||
| + | |||
| + | :Eg vil ríða í Betlaheim | ||
| + | :at skoða har tann unga svein." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''18.''' | ||
| + | |||
| + | :Rudis átti ein rumpuhvítan hest, | ||
| + | :hann reið til Betlaheim, sum hann kundi best. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''19.''' | ||
| + | |||
| + | :Rudis heim í garðin fór, | ||
| + | :úti hon Maria fyri honum stóð. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''20.''' | ||
| + | |||
| + | :"Ver vælkomin, Rudis, higar til mín, | ||
| + | :nógvur er blandaður mjöður og vín." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''21.''' | ||
| + | |||
| + | :"Tú tarft ikki, Maria, fagna meg, | ||
| + | :eg vil hava tín son at negla á træ. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''22.''' | ||
| + | |||
| + | :Tú tarft ikki, Maria, fagna os, | ||
| + | :eg vil hava son tín at negla á kross." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''23.''' | ||
| + | |||
| + | :"Vilt tú mín hin sæla son hava, | ||
| + | :upp til himla tá mást tú fara." | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''24.''' | ||
| + | |||
| + | :Rudis hann skuldi til himiríkis fara, | ||
| + | :tólv Guds einglar teir ringdu honum haðan. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''25.''' | ||
| + | |||
| + | :Rudis hann stoyttist til jörðina niður, | ||
| + | :og öll hans indur á vinstru síðu við. | ||
| + | |||
| + | |||
| + | :'''26'''. | ||
| + | |||
| + | :Öll hans indur á vinstru síðu niður, | ||
| + | :sjálvur hin útskotni tók honum við. | ||
[[Kategori:Alfabetisk indeks]] | [[Kategori:Alfabetisk indeks]] | ||
[[Kategori:Tekster på færøysk]] | [[Kategori:Tekster på færøysk]] | ||
[[Kategori:Andrias Christian Evensen]] | [[Kategori:Andrias Christian Evensen]] | ||
Revisjonen fra 25. sep. 2024 kl. 09:20
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
|---|---|---|---|---|---|---|
| Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Lesibók
Tórshavn 1911
Rudisar vísa
- 1.
- Út kom hann Steffan, hann leit seg í eystan
- — og tað sigi eg av sonnum —
- ovarlaga glógvar tann stjörnan reysta.
- — med öllum Guds heiliga monnum.
- 2.
- Inn kom Steffan, hann sigir ífrá:
- "eg sær sól á himli og stjörnu hjá.
- 3.
- Eg sær sól á himli og stjörnu standa hjá,
- mætur er sá konungur, ið føddur var ígjár.
- 4.
- Mætur er sá konungur, ið borin er í heim,
- tí eg sær sól á himli og stjörnu rein."
- 5.
- Rudis heitir á sveina tvá:
- "tit biðið hann Steffan fyri meg inngá!
- 6.
- Tit bindið so á honum hond og fót
- — vitið, um tann konungur ræður honum bót!
- 7.
- Tit stingið mær Steffans eygur út!
- vitið, um so hjálpir tann konungur so prúð."
- 8.
- Bundu teir Steffans hond og fót :
- mætur var sá konungur, ið honum ráddi bót.
- 9.
- Stungu út hans eygu, fell væl í lag:
- tó sá hann nátt sum Ijósan dag.
- 10.
- Í tríati stykki var hanin skorin,
- so var hann inn fyri Rudis borin.
- 11.
- "Tá skuldi eg trúð Steífans tali,
- um upp stóð hanin og fór at gala."
- 12.
- Rudis hann stóð og sá tar á,
- at saman førdist hanin, á diskinum lá.
- 13.
- Hann fleyg upp á reyðargull-stól,
- hann slóg sína veingi, so fagurt hann gól.
- 14.
- Hann slóg sína veingi, so fagurt hann gól,
- við hvörjari messu tá syngur hann í kór.
- 15.
- Rudis heitir á sveina tvá:
- "tit leggið mær saðil á gangara grá:
- 16.
- Saðlið mær tann besta ein!
- tí eg vil ríða i Betlaheim.
- 17.
- Eg vil ríða í Betlaheim
- at skoða har tann unga svein."
- 18.
- Rudis átti ein rumpuhvítan hest,
- hann reið til Betlaheim, sum hann kundi best.
- 19.
- Rudis heim í garðin fór,
- úti hon Maria fyri honum stóð.
- 20.
- "Ver vælkomin, Rudis, higar til mín,
- nógvur er blandaður mjöður og vín."
- 21.
- "Tú tarft ikki, Maria, fagna meg,
- eg vil hava tín son at negla á træ.
- 22.
- Tú tarft ikki, Maria, fagna os,
- eg vil hava son tín at negla á kross."
- 23.
- "Vilt tú mín hin sæla son hava,
- upp til himla tá mást tú fara."
- 24.
- Rudis hann skuldi til himiríkis fara,
- tólv Guds einglar teir ringdu honum haðan.
- 25.
- Rudis hann stoyttist til jörðina niður,
- og öll hans indur á vinstru síðu við.
- 26.
- Öll hans indur á vinstru síðu niður,
- sjálvur hin útskotni tók honum við.