Rudisar vísa

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen

Lesibók
Tórshavn 1911

Rudisar vísa


1.
Út kom hann Steffan, hann leit seg í eystan
— og tað sigi eg av sonnum —
ovarlaga glógvar tann stjörnan reysta.
— med öllum Guds heiliga monnum.


2.
Inn kom Steffan, hann sigir ífrá:
"eg sær sól á himli og stjörnu hjá.


3.
Eg sær sól á himli og stjörnu standa hjá,
mætur er sá konungur, ið føddur var ígjár.


4.
Mætur er sá konungur, ið borin er í heim,
tí eg sær sól á himli og stjörnu rein."


5.
Rudis heitir á sveina tvá:
"tit biðið hann Steffan fyri meg inngá!


6.
Tit bindið so á honum hond og fót
— vitið, um tann konungur ræður honum bót!


7.
Tit stingið mær Steffans eygur út!
vitið, um so hjálpir tann konungur so prúð."


8.
Bundu teir Steffans hond og fót :
mætur var sá konungur, ið honum ráddi bót.


9.
Stungu út hans eygu, fell væl í lag:
tó sá hann nátt sum ljósan dag.


10.
Í tríati stykki var hanin skorin,
so var hann inn fyri Rudis borin.


11.
"Tá skuldi eg trúð Steífans tali,
um upp stóð hanin og fór at gala."


12.
Rudis hann stóð og sá tar á,
at saman førdist hanin, á diskinum lá.


13.
Hann fleyg upp á reyðargull-stól,
hann slóg sína veingi, so fagurt hann gól.


14.
Hann slóg sína veingi, so fagurt hann gól,
við hvörjari messu tá syngur hann í kór.


15.
Rudis heitir á sveina tvá:
"tit leggið mær saðil á gangara grá:


16.
Saðlið mær tann besta ein!
tí eg vil ríða i Betlaheim.


17.
Eg vil ríða í Betlaheim
at skoða har tann unga svein."


18.
Rudis átti ein rumpuhvítan hest,
hann reið til Betlaheim, sum hann kundi best.


19.
Rudis heim í garðin fór,
úti hon Maria fyri honum stóð.


20.
"Ver vælkomin, Rudis, higar til mín,
nógvur er blandaður mjöður og vín."


21.
"Tú tarft ikki, Maria, fagna meg,
eg vil hava tín son at negla á træ.


22.
Tú tarft ikki, Maria, fagna os,
eg vil hava son tín at negla á kross."


23.
"Vilt tú mín hin sæla son hava,
upp til himla tá mást tú fara."


24.
Rudis hann skuldi til himiríkis fara,
tólv Guds einglar teir ringdu honum haðan.


25.
Rudis hann stoyttist til jörðina niður,
og öll hans indur á vinstru síðu við.


26.
Öll hans indur á vinstru síðu niður,
sjálvur hin útskotni tók honum við.