Ólavur Riddararós (C)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ||||||
Uppskrift eftir Joen Hans Jacob Petersen av Saltnesi.
Heimildarfólk: Anna Knudsdatter av Saltnesi í 1873
1.
"Hvar vilt tú ríða, Ólavur mín?
- kolasmiður við -
í loftinum har hongur brynjan tín."
Ungir kallar, kátir kallar,
gangið upp á gólv, sláið lystig í ring!
2.
Hann reið seg við bjørgum fram,
har fann hann tann álvakonurann.
3.
Út kom ein av álvum smá,
flættað hár á herðum lá.
4.
"Hevur tú flættað hár for meg,
ikki eri eg komin at biðja teg."
5.
"Ert tú ikki komin at biðja meg,
ikki vil eg eiga teg.
6.
Hoyr tú, Ólavur Rósinkrans,
stíg av hest, og gakk í dans!"
7.
"Ikki vil eg hjá álvum vera,
í morgin skal eg mítt brúdleyp gera."
8.
"Vilt tú ikki hjá álvum vera,
sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.
9.
Hvat vilt tú fyrr vera sjey vetur sjúk,
ella tú vilt í morgin til moldar út?"
10.
"Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúk,
ilt er at liggja leingi sjúk."
11.
"Hoyr tú, Ólavur fríði,
kyss meg, áðrenn tú ríður!"
12.
Ólavur heim í garðin fór,
úti hans móðir fyri honum stóð.
13.
"Hví ert tú so følin, hví ert tú bleik,
sum tú hevur verið í álvakonuleik?"
14.
"Tí eri eg følin, tí eri eg bleik,
í gjár var eg í álvakonuleik.
15.
Mín kæri faðir, tú heinta mær prest,
mín kæra móðir, ver tú mær næst!"
16.
Óli vendte sig til væggen sá brat,
og han døde langt før midnat.
17.
Har var sorg, og har var sút,
tað fóru trý lík til moldar út.
18.
Tað fyrsta var Ólavur, tað annað hans mø,
hans moder mátte af sorgen dø.