Brúsajøkils kvæði
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55
(Uppskrift eftir Hentze.)
1.
Tað var um eina jólatíð,
hundar fóru í bond,
har kom gongukall gangandi,
við høkju undir hond.
Viðgangur:
Ólavur kongur, herjar hann mót trøllum,
hans eru segl av silki reyð,
Ormurin rennur, árar leikar í tollum.
2.
"Set teg niður, gamli maður,
set teg mær íhjá,
tú mant vita frá mongum at siga,
góð eru gomul ráð.
3.
Hoyr tú tað hin gamli maður,
set teg mær so nær,
veitst tú nakrar fíggja vánir
satt at siga mær?"
4.
"Eg veit ongar fíggja vánir,
satt at siga tær,
men úti fyri Herjalondum
liggja oyggjar tvær.
5.
Úti fyri Herjalondum
liggja oyggjar tvinnar,
onnur eitur Sygri
og onnur eitur Minna.
6.
Onnur oyggin eitur Sygri
og onnur oyggin Minna,
har býr inni Brúsajøkil,
ert tú maður at vinna?"
7.
Ásbjørn letur sær bussu smíða
væna og so fríða,
kvittar norð við Herjalond,
hesi jólini líða.
8.
So siglir hann Ásbjørn
norð fyri Herjaroy,
hvørki kom honum Gud í hug
ella tann heilaga moy.
9.
So siglir hann Ásbjørn
norð fyri Herjalond,
hvørki kom honum Gud í hug
ella tann heilaga ond.
10.
"Leggið her at landinum,
sum fjøran hon er stutt,
hetta man vera Brúsa høll,
ið beint í fjøll er upp.
11.
Leggið her at landinum,
sum fjørðan hon er slætt,
hetta man vera Brúsa høll,
ið beint í fjall er sætt.
12.
Her skuluð tit liggja, mínir menn,
og gera so lítið av,
annan morgin vænta mín,
tá ið sólin roðar úr kav.
13.
Her skuluð tit liggja, mínir menn,
gera so lítið gný,
annan morgin vænta mín,
tá sólin roðar í ský."
14.
Ásbjørn gekk frá strondum niðan
tað við ongar sveinar,
tá ið hann kom í hellið inn,
ikki var Brúsi heima.
15.
Hann stjól burt hans gull og fæ,
so hans góðs og garðar,
hevði hann ikki stolið hans vápnapróv,
tá mundi tað minst um varið.
16.
Hann stjól burt hans gull og fæ,
hevði ei hondum hóv,
bar so aftur til strandar oman,
snekkjuna lægdi í sjó.
17.
Tekur hann bæði gull og silvur,
sær í byrðar at binda,
klæði hans og vápnapróv
hann letur at strondum rinda.
18.
Ásbjørn kastar byrðu sína
niður á grønan vøll:
"Eftir liggja handskar mínir
heima í Brúsa høll.
19.
Eftir liggja handskar mínir,
teir ljóti eg at søkja,
er hann heima Brúsajøkil,
tá man verða fløkja."
20
Svaraði ein av sveinunum:
"Vilt tú ráð míni tiggja,
siglum aftur til landana,
lat teir handskar liggja!"
21.
Svaraði ein av sveinunum,
gull ber hann á hondum:
"Mangir gerast handskar slíkir
heima í várum londum."
22.
Tí svaraði Ásbjørn,
snarliga hann sær vendi:
"Eg havi so leingi borið teir handskar
uppi á mínum hendi.
23.
Her skuluð tit liggja, mínir menn,
gera so lítið av,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar úr kav!"
24.
Ásbjørn gekk frá strondum niðan,
tað við ongar sveinar,
tá hann kom í hellið inn,
tá var Brúsi heima.
26.
Tá svaraði Ásbjørn,
bæði var vænur og vitur:
"Her liggja nú handskar mínir,
sum tú Brúsi situr."
27.
"Tú hevur tikið mítt gull og fæ,
so mítt góðs og garðar,
hevði tú ikki tikið mítt vápnapróv,
tá mundi tað minst um vara.
28.
Tú hevur tikið mítt gull og fæ,
hartil mítt skart og skreyt,
bart tað so til strandar oman,
næst at knørrur fleyt."
29.
Tí svaraði Brúsajøkil:
verði her enn sum áður,
aftur lokist helli mítt
eingin gluggi á!"
30.
Tí svaraði Brúsajøkil:
"Verði her enn sum fyrr,
aftur lokist helli mítt,
verði her ongar dyr!"
31.
So gingu teir innan halla,
eykaðist meiri vandi,
traðkaðu teir so hellisgólv,
sum teir høvdu troðið í sandi.
32.
So tókust teir hondum saman,
gjørdu snarpan leik,
so troðu teir bjørgið niður
sum tað bleyta leir.
33.
So var sagt, at Brúsajøkil
mikið megin fekk,
sipaði Ásbjørn á hallargólv,
so hálsur av liði gekk.
34.
Hann tók upp hans skinn og kropp
og kastar á hurðarás:
"Ligg nú her," kvað Jøkil so,
"í kvøld til øskukrás."
35.
Ásbjørn skar so sára við,
tá hann gav upp ond,
tað hoyrdu hansara sveinar
niður við sjóvarstrond.
36.
Svaraði ein av sveinunum,
so sárliga hann græt:
"Tað hoyrdi eg á røstini,
at Ásbjørn lívið læt."
37.
Svaraði annar av sveinunum,
hetta nú hann segði:
"Tað hoyrdi eg á røstini,
at Ásbjørn lívið legði."
38.
Sveinarnir ið eftir vóru
sigldu sjógvin salta,
Ásbjørn fell í Brúsa høll,
út gekk gáta Galta.
39.
Teir vundu upp síni silkisegl,
gull við ráum brann,
strika ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis land.
40.
Hagar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.
41.
Lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand,
tá var Ormar Tórólvsson
riðin niður til strand.
42.
Tá var Ormar Tórólvsson
riðin niður til strand:
"Hvar er Ásbjørn, bróðir mín,
hann kemur ei fyrstur á land?"
43.
Svaraði ein av sveinunum,
ið siglt hevði sjógvin salta:
"Ásbjørn fell í Brúsa høll,
so út gekk gáta Galta.
44.
Ormar snúðist teimum frá
bæði av ilsku og reiði:
"Tó skal eg til Herjalond,
eg komi ei aftur úr teirri.
45.
Tí svaraði Ólavur kongur,
mælir fyri munni á sær:
"Kvittar tú til Herjalond,
lat meg fylgja tær.
46.
Hoyr tú Ormar Tórólvsson,
tú kvittar á Herjaroy,
kom tú bæði Gud í hug
og tað heiligu moy.
47.
Hoyr tú Ormar Tórólvsson,
tú kvittar á Herjalond,
kom tú bæði Gud í hug
og so ta heiligu ond."
48.
So siglir hann Ormar
norð fyri Herjaroy,
bæði kom honum Gud í hug
og so tann heiliga moy.
49.
So siglir hann Ormar
norð fyri Herjarlond,
bæði kom honum Gud í hug
og tann heiliga ond.
50.
"Leggið nú her at landinum,
sum fjøran hon er stutt,
hetta man vera Brúsa helli
beint í fjallið upp.
51.
Leggið nú her at landinum,
sum fjøran hon er slætt,
hetta man vera Brúsa helli
ið beint í fjall er sætt.
52.
Her skuluð tit liggja, mínir menn,
og gera so lítið av,
annan morgun vænta mín,
tá ið sólin roðar úr kav.
53.
Her skuluð tit liggja, mínir menn,
gera so lítið gný,
annan dagin vænta mín,
tá ið sólin roðar í ský."
54.
Ormar gekk frá strondum niðan,
alt fyri uttan vanda,
vøtnini gerast bleik og blá,
honum fyri eygum standa.
55.
Tað var Ormar Tórólvsson,
gekk seg niður til strand:
"Fáið mær higar mín lítla bát,
eg nái ikki í hellið at ganga."
56.
Ormar skeyt sín lítla bát
út fyri hvøssum steini:
"Hoyr tú, vondi Brúsajøkil,
eg verði tær at meini."
57.
Ormar skeyt sín lítla bát
út frá hvøssum gróti:
"Hoyr tú, vondi Brúsajøkil,
tú skalt taka ímóti."
58.
Væl slapp hann um vøtnini,
væl slapp hann av teim vanda,
hann sær ein so griman køtt
fyri sínum eygum standa.
59.
Ormar legði ørv á strong,
aðra og ta triðju,
køtturin tók móti øllum teim,
hann beit teir av um miðju.
60.
"Tú gert ikki, ungi maður,
tínar ørvar oyða,
um tú skjýtur í allan dag,
tú fært meg ikki til deyða."
61.
Tað var Ormar Tórólvsson,
hann heldur á brandinum bjarta,
rendi so fyri kattins bróst,
at oddurin stóð í hjarta.
62.
Køtturin fell á jørðina niður,
verøldin tók at skelva,
út so lupu tey fimtan trøll,
tey ristu sínar bjálvar.
63.
Tá var hjarta í Ormari kvikt,
sum knívur í leysum skefti,
hann fekk dripið tey fimtan trøll,
tá var Brúsi eftir.
64.
Ormar hevði tann sið á sær,
ið Ásbjørn hevði ei fyrr,
so er mær av sonnum sagt,
hann risti kross í dyr.
65.
"Hoyr tú vondi Brúsajøkil,
tað tali eg til tín:
eg havi ongar bøtur tikið
eftir Ásbjørn bróður mín."
66.
"Hann tók burt mítt gull og fæ
so míni góðs og garðar,
hevði hann ikki tikið mítt vápnapróv,
tá mundi tað minni vara."
67.
Tí svaraði Brúsajøkil,
mælir fyri munni á sær:
"Tú hevur dripið tann besta køtt,
var komin av sjálvum sær."
68.
Til tess svaraði Ormar sterki,
ilt er skap at eggja:
"Vit skulum ikki Ásbjørn prúða
javnt við køttin leggja."
69.
Ganga teir um hellisgólv,
eykaðist vandi meiri,
so traðkaðu teir hellisgólv
sum var tað bleyta leir.
70.
Tá var brak í Brúsa høll,
Ormar komst á knæ:
"Av Gudi signaður Ólavur kongur,
dugnað veit tú mær!
71.
Sannur Gud í Himmiríki
veiti mær styrk á bræði,
um eg var í teirri trúgv,
sum Ólavur kongur segði.
72.
Eg skal tæna Ólavi kongi
í mín allan aldur,
vil gud meg úr neyðum loysa,"
lovaði so brynjubaldur.
73.
Til svaraði hann Brúsajøkil,
rópar nú allvæl hátt:
"Tann tú hevur í kjafti á tær,
hann er ikki her í nátt."
74.
Tá var rómur í hellinum,
Brúsi fell á knæ,
so kluvu teir bergið niður
sum tað bleyta træ.
75.
So var skeggið á risanum sítt
sum síðasta tagl á hesti,
Ormar setti føtur í fjall,
nú eru handafestir.
76.
So var sagt, at Ormar sterki
mikið megin fekk,
báðar hendur í risans skegg
og føtur í fjallið setti.
77.
Hann reiv av honum kjøtið alt,
skeggið inn at tonnum,
enntá tóktist Brúsajøkil
frálíkur øðrum monnum.
78.
Hann reiv av honum skeggið alt,
kjøt og kjálkafylli,
"eya meg," segði Brúsajøkil,
"nú gerast leikir illir.
79.
Skeggið ræð at prýða meg,
vænt var tað og tekt,
tríggjar reisur á hvørjum degi
tað yvir gullroyki hekk.
80.
Skeggið ræð at prýða meg,
er tess virði full,
tríggjar reisur á hvørjum degi
prýddi eg tað við gull."
81.
So var sagt, at Ormar sterki
mikið megin fekk,
hann sipaði risan á hellisgólv,
so hálsur av liði gekk.
82.
Brúsi skar so sárliga við,
tá hann fekk banasár,
hetta hoyrdu Ormars menn,
niðri í skipinum lá.
83.
"Hetta var ikki Ormars røst,
ið nú mundi ganga til deyða,
signað verið móðirin,
bitan í munnin legði."
84.
So gekk Ormar innan halla,
rívur upp grót og grund,
tríggjar steinar í barm á sær,
og hvør stóð meira enn pund.
85.
Tríggjar steinar í barm á sær
tann hin ríki álvur,
tveir gav hann sankt Ólavi kongi,
tann triðja hevði hann sjálvur.
86.
"Eg vil tæna tær, Ólavur kongur,
ævi og allan aldur,
um enn eg livi híaleysur,"
segði tann brynjubaldur.