Einars ríma

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen

Lesibók
Tórshavn 1911

Einars ríma


1.
Hósis dóttir Kjartani unti,
hövdu tað menn við orði ;
tað untist honum ein vænari moy
nú í Trándheim norður.


2.
Hósis dóttir Kjartani unti,
mongum illa tókti;
tað untist honum ein vænari moy,
frú Marita, kongsins dóttir.


3.
Eina veit eg rímuna,
vil eg fyri tær greina;
Ólavur kongur í Trándheiml,
so raskar hevir kann sveinar.


4.
Kongurin hevir ein ungan mann,
Einar nevni eg hann;
vænur er hann og voksturligur,
væl á bogan kann.


5.
Kongurin situr yvir breiðum borði,
sólin brandar víða;
talar hann til Einar unga:
"Tú skalt á skógvar ríða."


6.
Kongur gekk í borgarsal,
hann sá eftir sævarbylgju:
"Eg skal fáa tær fimtan
hundrað við tær í frið at fylgja."


7.
Ríða teir eftir Áskóg norður,
man meg rætt um minna;
tá ið teir komu undir
Dovrafjöll, tá tók tann dagur at dimma.


8.
Ríða teir eftir Áskóg norður
við so mikið veldi;
tá ið teir komu undir Dovrafjöll,
tá tók tann dagur at kvölda.


9.
Allir stóðu kongsins menn,
teir tóktust komnir í vanda;
líta teir seg til høgru lið,
tá sóu teir risan standa.


10.
Risin so til orða tekur,
tóktist hava kent:
"Hoyr tað, reystur Einar ungi,
hvör hevlr teg higar sent?"


11.
Tá svaraði Einar ungi,
hann kvaðst ikki longur tiga:
"Ólavur kongur í Trándheimi,
hann hevir sent meg higar."


12.
"Hevir hann teg higar sent
at standa í stórum vanda,
eg eigi jðrð og aldanskógv;
hetta vil eg behalda.


13.
Hevir hann teg higar sent
at standa í stóruni váða,
eg eigi jörð og aldanskógv;
hesum vil eg ráða."


14.
Risin so til orða tekur,
frá man frættast víða:
"Her skulu tit, kongsins menn,
í sama stað mær bíða."


15.
Tað var hesin grimmi risi
við teirri somu ferð,
hann gekk seg í hellið inn
at søkja sær skjöld og svörð.


16.
Risin kom av helli út,
er mær ei á tí hól:
niður feldi hann fimtan hundrað,
áðrenn upp rann sól.


17.
Niður feldi hann fimtan hundrað,
eingin vann honum mein;
eftir ríður á grønum volli
Einar kempan ein.


18.
Einar ríður á grønum volli,
kinn ber hann so baldan;
frætti tað Kristin, kongsins dóttir.
"Undan skal eg ikki halda."


19.
Einar ríður á grønum volli,
blóðið upp til kníggja;
frætti tað Kristin, kongsins dóttir.
"Undan skal eg ikki flýggja."


20.
Einar ríður á grønum volli
við svörð og brynju blá,
síðan helt móti risanum;
tað gingu kostir á.


21.
Einar reiggjar svörðið hátt,
um enn tit vilja trúgva;
síðan ætlaði hann risanum hövur
og hjálm at klúgva.


22.
Einar reiggjar svörðið hátt,
tað var alt so fast;
tað fleyg so burt av risans hjálmi,
tað sundur um miðju brast.


23.
Einar legði svörðið til,
slíkt vóru mikil undur;
tað fleyg so burt av risans hjálmi,
tað brast um miðjusundur.


24.
Einar ríður á grønum volli,
hann lítur niður for seg:
"Ólavur kongur í Trándheimi,
illa sveik tú meg."


25.
Einar stendur á Áskóg norður,
blóðugur upp til kníggja;
illa tókti honum tá,
at hann skuldi undan flýggja.


26.
Einar ríður á Trándheim suður
við eitt brotið spjót;
Ólavur kongur í Noregi
hann gekk honum ímót.


27.
Kongurin so til orða tekur,
tá ið hann mannin kendi:
"Einar, hvar er liðið tað,
ið eg á skógvin sendi?"


28.
Tá svaraði Einar ungi,
blóð á axlir fleyt:
"Her tú síggja skalt tað svörð,
sum eg við risan breyt."


29.
Kongur so til orða tekur
alt foruttan ekka:
"Gakk tú inn í höllina
tann brúna mjoð at drekka!"


30.
Einar situr yvir breiðum borði,
hann heldur á brýndum i knívi:
"Nú er eingin í Trándheimi,
ið risan tekur av lívi."


31.
Einar so til orða tekur
nú hitt annað orðið:
"Eg vildi, at Kjartan Ólavsson
hann var í Trándheim norður."


32.
Svaraði ein so gamal maður,
hann studdist fram á fold:
"Deyður er Kjartan Ólavsson,
hann liggurí heiðin mold."


33.
Svaraði annar gamli maður:
"Har var eg í fjor;
deyður er Kjartan Ólavsson,
hann liggur í dokkari jorð."


34.
Marita yvir borðið stóð
við sínar moyggjar tólv;
tá ið hon hoyrdi Kjartans deyða,
hon svímar á hallargólv.


35.
Reistu hana fyri borðið upp,
hugsa, hon var deyð;
lindin dró fyri hjartað inn,
blóð av nosum fleyt.


36.
Reistu hana fyri borðið upp
kongsins mangir menn;
lindin dró fyri hjartað inn,
so blóð av nosum rann.


37.
Tað er frúgvin Marita,
hon mælir orðum fjól:
"Skamm fái Guðrun Hósis dóttir,
sum brand úr slíðrum stjól.


38.
Eg tók upp úr máldrykki,
Kjartani mottul gav;
av silvuri vóru dýrirsteinar,
gripur av gulli var.


39.
Eg tók upp úr máldrykki
silvursteinar at binda;
hann fekk ikki víggjasár,
ið bar mín brand við linda."


40.
Tá svaraði tann gamli maður,
hann glógvar í gullinum reyð:
"Enn eru kappar í Islandi,
um Kjartan hann er deyður."


41.
Innan Lundafjarða
har býr ein frúa von;
hon ber undir linda, :
hon føðir ein ungan son.


42.
Frúgvin unga sonin ár,
tung man sorgin falla;
síðan læt hon presti bera,
lint bað hon kalla.


43.
Barnið varð borið frá prestinum
aftur til móður sína:
meira letur hon røkta tað
enn alt sítt gull í skríni.


44.
Hann vóx upp hjá síni móður,
væl hann tað formátti;
svörji tann eið á mínitrú:
alt innan móður gáttir.


45.
Hann vóx upp hjá síni móður,
leikar títt í talvi;
svörji tann eið á míni trú :
stórur og sterkur av alvi.


46.
Kongurin situr yvir breiðum borði,
hann kvaðst ikki longur tiga;
talar hann til Einar unga;
"Tú heinta mær Ílint higar!"


47.
Kongur so til orða tekur
nú hitt annað orð,
talar hann til Einar unga:
"Tú heinta mær Ílint norður!"


48.
Svaraði tá Einar ungi,
fyri breiðum borði stóð:
"Tað vil vera ein góður knörrur,
ið sigla skal Islands sjó."


49.
Svaraði tá Einar ungi,
so gongur sögnin av:
"Tað má vera ein góður
knörrur sum sigla skal Íslandshav."


50.
Svaraði hann Ólavur kongur:
"Tað kann eg væl gera —
eg skal læna tær Ormin langa,
ið besta skip man vera.


51.
Svaraði Kristin, kongsins dóttir,
glógvar í gullinum reina:
"Hoyr tað, reystur Einar ungi,
eitt sinn situr tú heima."


52.
Tað er Kristin, kongsins dóttir,
fyri breiðum borði stóð;
tað er kongur í Noregi,
hann rodnar sum eitt blóð.


53.
Tá svarar Einar ungi,
hann skeyt tann leik av hendi:
"Gjarna skal eg fara burt,
tín faðir ið meg sendi."


54.
Eínar gekk til strandar oman,
tað loynir ei mín tunga;
tað fylgdu honum kongurin
og hon Kristin unga.


55.
Fylgdu honum til strandar oman,
mongum illa tókti;
tað fylgdu honum kongurin
og Kristin, kongsins dóttir.


56.
Einar steig á skipabunka,
yvir við sindal stroytt;
stavnur og stýri av reyðargulli
og segl av silki reytt.


57.
Einar stendur á skipabunka,
hann dregur akker upp;
stavnur og stýri avreyðargulli
og silkisegl í topp.


58.
Kongurin gongur á borgarsal
eina morguntíð;
so lystuliga Ormur siglir
fram við grønari líð.


59.
Kongurin gongur á borgarsal
við so mangan mann;
so lystuliga Ormurin siglir
seg við líðum fram.


60.
Kristin gongur á borgarsal,
aftaná Ormin sær:
"Sannur Gud av himiríki,
Einar, fylgi tær!"


61.
Risin kom av helli út
eina morgunstund;
tá sá hann, at Ormur sigldi
inn á Oyrarsund.


62.
Risin gekk í hellið inn,
so snarliga hann sær skundar;
talar hann til gandafinnin,
biður hann rúnir binda.


63.
Risin talar til gandafinn,
biður hann rúnir binda
bæði skjótt og skundisliga,
aftaná Ormin senda.


64.
So var veður á sjónum hart,
ógvuligt at líta;
so stýrdi Einar ungi:
frá dreiv mjöllin hvíta.


65.
So var veður á sjónum hart,
væl mátti ódnin kalla;
so stýrdi Einar ungi:
at hvörgum borði hallar.


66.
So var veður á sjónum hart,
at aldan yvir breyt;
so stýrdi Einar ungi,
at beinur knörrur fleyt.


67.
Risin talar til gandafinn —
slík eru mikil madur:
"Tú skuldi skotið gullbjálkan
og brotið so stýriðsundur."


68.
"Hoyr tað, tú grimmrisi!
tað kann eg ei gera;
tað er sett við mentir tær,
sum Ólavur kongur læt skera."


69.
So var veður á sjónum hart,
aldan reis frá grunni;
Einar heldur um gullbjálka,
nú hevir hann Gud í munni.


70.
Einar stýrir Orminum langa,
so glaður í huga fróð;
aldan reis frá grunni upp,
av hondum rendi hon blóð.


71.
So var veður á sjónum hart,
snekkjan rennur í stríma;
Einar heldur um gullbjálkan,
nú troystar hann dreingir sínar.


72.
Frammi á teirri sævarbylgju
tað brennur sum bálaeldur:
"Ikki skulu tit lívið láta,
so leingi sum Ormurin heldur."


73.
So var veður á sjónum hart,
tað brakar í borð og bjálkum;
Ormurin rendi í havið út,
hann legði til ymsar kjálkar.


74.
So var veður á sjónum hart,
man meg rætt um minna;
Ormurin rendi í havið út,
legði til ymsar kinnar.


75.
So var veður á sjónum hart,
tung eru dømini slík;
Einar stýrir Orminum langa
inn fyri Reykjavík.


76.
Kastaði akker fyri borð,
hann ræð frá skipi ganga;
fyri Ferjubakka har
bundu teir Ormin langa.


77.
Tað var frúgvin Ingibjorg,
hon steig á saðil fram:
"Hatta man vera ein mikil kempa,
ið blóð av hondum rann."


78.
Frúgvin so til orða tekur,
frammi á saðli stóð:
"Hatta man vera ein mikil kempa,
av hondum rennur blóð."


79.
Einar gekk í höllina inn,
bæði vænur og vitur,
sum hon frúgvin Ingibjorg
fyri í stóli situr.


80.
Einar stendur á hallargólvi,
hann mælir av tungum sinni:
"Hvar er Ílint, sonur tín?
Nú vil eg hann finna."


81.
Einar so til orða tekur,
eg geri tað ei at loyna:
"Hvar er Ílint, sonur tín?
Nú vil eg hann royna."


82.
Svaraði frúgvin Ingibjorg,
hon fellir tár á lín:
Ótakk havi tú, Einarungi,
fyri higarkomu tína!"


83.
Svaraði frúgvin Ingibjorg
í annað orðið tá:
"Um enn tú finnur mín unga son,
tú vinnur har einki á."


84.
Tá svaraði Einar ungi,
heldur á brýndum knívi:
"Tað býr ein risi for Áskóg norð —
fingu vit hann av Iívi!"


85.
Tað er frúgvin Ingibjórg,
sveipar hon seg í skinn;
so gekk hon í höllina
fyri Ílint, son sín, inn.


86.
Frúgvin gekk í höllina inn,
hon mælir av tungum sinni:
"Her er ein kempa úr Noregi,
sum vil teg, Ílint, finna."


87.
Ílint gokk í höllina inn,
bæði vænur og vitur,
sum hann, reystur Einar ungi,
yvir breiðum borði situr.


88.
liint gekk í höllina inn,
hann brandin yvir seg bar:
"Hoyr tað, reystur Einar ungi,
hvat viljið tær mær?"


89.
Tá svaraði Einar ungi,
hann heldur á brýndum knívi:
"Tað býr ein risi undir Askóg norð —
fingum vit hann av lívi!"


90.
Tá svaraði hann Ílint ungi,
mælir so fyri sær:
"Hoyr tað, reystur Einar ungi,
eg skal fylgja tær."


91.
Ílint gekk av borgini út
eina morgunstund,
ígjögnum fagran Brúndal ,
aftur á Leygarsund.


92.
Tað er frúgvin Ingibjorg,
hon smílist undir lín:
"Eg vildi til givið, Einar ungi,
at tú hevði verið mín!"


93.
Tað var frúgvin Ingibjorg,
hon mælir so fyri sær:
"Eg vildi til givið, Einar ungi,
at tú hevði verið hjá mær!"


94.
Tá svaraði Einar ungi,
tað loynir ikki mín tunga:
"Eg kann ikki gera tað;
frættir tað Kristin unga."


95.
Tá svaraði Einar ungi,
frúnni illa tókti:
"Eg kann ikki gera tað;
frættir tað kongsins dóttir."


96.
Einar gekk av borgini út,
hann ræð so frúnni takka;
gjögnum fagran Brúndal
aftur á Ferjubakka.


97.
Vundu teir upp síni silkisegl
við so nýtum orðum,
strikaðu ei á bunka niður
fyrr enn við Trándheim norður.


98.
Lótu síni akker falla
á tann hvíta sand;
fyrstur stígur Einar ungi
sínum fótum á land.


99.
Fyrstur stígur Einar ungi
sínum fótum á land,
og hann reystur Ílint sterki
upp undir hans høgru hond.


100.
Og hann reystur Ílint sterki
upp undir hans høgru hond;
tá kom kongur í Noregi
ríðandi oman til strond.


101.
Kongur so til orða tekur
alt fyri utan ekka:
"Gangið tit til hallar heim
tann brúna mjoð at drekka!"


102.
Drekka teir í Trándheimi
á so manga lund,
drukku mjðð og kláran vín,
so glaðir á hvörji stund.


103.
Drekka teir í Trándheimi
bæði úti og inni,
drukku mjoð og kláran vín,
so glaðir á hvörjum sinni.


104.
Risin kemur av helli út,
sum gitið man vera leingi:
"Eg skal meg á Trándheim
suður at spekja kongsins dreingir."


105.
Drekka teir í Trándheimi,
taðinan meg rættum minna;
drekin tekur at ýla hátt,
og dagur tekur at dimma.


106.
Drekka teir í Trándheimi
við so lítið veldi;
drekin tekur at ýla hátt,
og dagurin tekur at kvölda.


107.
Allir stóðu kongsins menn,
fellur teimum í fátt,
nú at hesin grimmi risi
stígur inn um gátt.


108.
Nú at hesin grimmi
risi stígur inn um gátt:
"Sit væl, sjgnaður Ólavur kongur!
eg drekki við tær í nátt."


109.
Allir bliknaðu kongsins menn,
fyri breiðum borði stóðu,
uttan Íiint sterki;
hann rodnar sum eitt blóð.


110.
Allir stóðu kongsins menn,
eingin tordi tala
uttan Ílint sterki;
hann ræð tá fyrst at mæla.


111.
Uttan llint sterki,
hann svarar honum enn:
Tað er ikki tröllum vant,
at drekka við kristnar menn."


112.
Svaraði hann Ílint sterki,
gitin man vera leingi:
"Tað er ikki tröllum vant
at drekka við kristnar dreingir."


113.
Risin reiggjar jarnstongina,
slík eru mikil undur;
Ílint treiv um gullmerkið,
teir brutu stongina sundur.


114.
Teir niktust bæði hart og skarpt,
braka tekur í höll;
risin og Ílint sterki,
teir bardust á grønum volli.


115.
Teir nikiust bæði hart og skarpt,
slíkt var mikið undur;
so fór teirra fundi at,
at risin hann kom undir.


116.
Teir niktust bæði hart og skarpt,
sögur ganga frá;
so er mær í orðum greint:
Ílint hann kom á.


117.
So er mær við orðum greint,
at Ílint hann komst á;
Einar skundaði ferðini,
hann hjó hans hövur frá.


118.
Teir tóku risans mikla gull,
teir førdu at Trándheim fram;
takk havi hann Ílint sterki,
sum henda sigur vann.


119.
Ílint gisti sína móður,
so væl hann tað formátti,
festi frúnna Gullbrúnu,
ta væna Valints dóttur.