Formæli

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Har du husket å støtte opp om ditt favoritt kulturprosjekt? → Bli en Heimskringla-venn og gi et bidrag til Heimskringla.no.

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Andrias Christian Evensen.
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911


Formæli


Tann maður, ið lisið hevir føroyskt mál við næmingarnar í læraraskúlanum í Havn, gekk á sinni á tal við meg um at geva út eina føroyska lesibók, ið nýtast kundi við hesa undirvísing, eitt arbeiði, sum eg sjálvur leingi hevði hugsað um at fáa í lag.

Ein slík bók átti helst at geva eitt bílæti av føroyskum máli niður ígjögnum tíðirnar, at sýna næmingunum tað mál, ið okkara fedrar talaðu í fornöld, og tað mál, ið landsmenn skriva nú á dögum.

Men hvör skuldi bera kostnaðin við at geva út hesa bók, sum kravdist at vera heldur stór? Lögtingið, ið áður hevði latið givið út lesibøkur fyri böm, helt seg ikki kunna hjálpa. Og »Hitt føroyska bókmentafelagið« var enn ov fáment til at kunna taka so stórt til. Men mær lukkaðist tá at fáa ymsar góðar menn at skjóta saman pening so miklan til hesa bók, at bókmentafelagið tordi at fara undir tað, sum í vantaði, og sum tó vildi vera størri parturin. Hesum monnum vil eg her siga góða tökk fyri teirra hjálp.

Eg havi sjálvsagt í hesi bók nýtt ta somu stavseting sum í teimum lesibókum, eg áður havi givið út fyri böm. Tó havi eg viljað, at næmingamir í læraraskúlanum eisini skuldu kenna ta stavseting, ið menn sum dr. phil. Jakob Jakobsen og lærarin Joen Poulsen á Strondum vanliga nýta; tað sum eg havi tikið frá teirra hond upp í hesa bók, havi eg tí latið prenta í »broyting«.

Um henda bók nú kann gera nakran fullnað fyri seg sum vegleiðari í føroyskum máli, skal eg ikki døma um. Mong eru vomm hennara, tað síggi eg.

Tó at hon særliga er ætlað til nýtslu í okkara læraraskúla, vóni eg, at felagsmenninir í bókmentafelaginum við vælvild taka við henni.

Ein partur av lesibókini (kvæðini) er tikin í særprent og givin út í »Kvæðabók 1«.

Eina stóra tökk skylđi eg frúnni Marie R. Mikkelsen í Keypmannahavn, sum í mangar mátar hevir hjálpt mær við prentarbeiðinum.

  í Todnesi í 1911.

  A. C. Evensen.


HEIMSKRINGLA er et privat initiativ. Prosjektet mottar ikke noen form for offentlig støtte. Vi har kun utgifter og ingen faste inntekter. Kostnader til teknisk drift og utstyr bæres av privatpersoner. Alle økonomiske bidrag mottas derfor med stor takk. Ønsker du eller ditt foretak å støtte prosjektet økonomisk? Ta gjerne kontakt med oss, eller bruk vårt norske kontonummer 97105024499. Du kan også støtte oss via vårt Vipps-nummer 78431. For utenlandske bidrag bruk vårt IBAN-nummer NO6897105024499, med SWIFT-kode: DNBANOKK eller SEPA-kode: SKIANOBB. En kan også overføre penger til HEIMSKRINGLA via PayPal eller vippse via mobilen til 78431. Vi selger også fast annonseplass på venstre sidemeny til rimelig pris. Alle bidragsytere krediteres med navn for sine bidrag.