Götuskeggjar

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Föroysk kvæði

Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.


Götuskeggjar


1.
Í Føroyjum búðu mennskir fyrr,
bæði sterkir og stórir,
ginir vítt í öðrum londum
Götuskeggjar vóru.

Niðurlag: Stígum fast o. s. fr.

2.
Götuskeggjar í Eysturoyj,
garparnir teir prúðu:
kenndir víða um Norðurlond,
í Norðragötu búðu.

3.
Navnframir, væl kynbornir,
vær tað úttýða fáa;
frá Skotlands kongi Götuskeggjar
yvir Føroyjum mundu ráða.

4.
Óluva kom av Skotlandi,
tann kongadóttir søta;
omma hennar, Unnur, gifti
hana í Norðragötu.

5.
Tá vóru menn í Norðragötu,
nevndur er Ólavur Hvíti,
hvar ið hann stóð í vápnabraki,
kunndi hvör á hann líta.

6.
Hann var til allar leikir lærdur,
rúnarmál at lesa,
skipaflotan um vetur goymdi
sær við Skipanesi.

7.
Tá stóð væl til í Norðragötu,
so kann tíðin skifta;
eingin kongur dóttur sína
vil nú til Götu gifta.

8.
Nevndur er Tórbjörn og Sigmundur,
brøður vuxu í Götu.
Um teir seinastu Götuskeggjar
vær kvøðum eina lötu:

9.
Ósemi kom í slektalið,
Götuskeggjar til báða;
tað voldi norski kongurinn,
yvir Noreg mundu ráða.

10.
Hann vildi fáa tað hann átti,
so vilja kongar fleiri;
ofta er sannleikur illa lýddur
fyri høgum og lágum oyrum.

11.
Ósemi voldi teimum deyð;
harum skal kvæðið venda,
hvursu reystu Gøtuskeggjar
av vápnum fingu enda.

-- -- --

12.
Sjúrður búðu í Tóravík,
má meg rætt um minna:
býður hann sínum frændum heim
at drekka í höllum inni.

13.
Sjúrður situr í hásæti,
Birna sat honum hjá,
Tórur lági og Gutti reyði
sama beinki á.

14.
Tað var Sjúrður Torlaksson,
seg til sín bróður vendi:
"Hoyr tú, Tórur frændi mín,
viltú teg ei kvenda?"

15.
Svaraði Tórur lági,
hann til sín bróður sá:
"Hvar í oyjum er tað vív,
tú ætlar mær at fá?"

16.
"Nevna skal eg fljóðið vænt
- tú tað sjálvur gitur -
tað er ríka Sigmunds einkja,
ræður bú, í Skúvoyj situr."

17.
"Mær dámar einki hesi ráð,
- illt er skap at eggja -:
Sigmunds einkja í Skúvoyj býr
hon hatar Götuskeggjar."

18.
Sjúrður smílist í hásæti,
dartar við eggjateini:
"Eingin er vísur at vita tað,
uttan hann tað roynir."

19.
Tórur svarar Sjúrða so:
"Helt ei á tí gleim:
førum vær til Skúvoyjar,
vær komum ei heilir heim?

20.
Førum vær til Skúvoyjar
at finna frú í höllum,
ikki komum vær heilir heim
at drekka her á pöllum."

21.
Síðla var um aftaninn,
alt gekk fólk at sova;
slökkja bæði eld og ljós
og festa hurð í klova.

-- -- --

22.
Veturinn var liðin tá,
komið var at vári;
streymar harðir um oyjar ganga,
í streingjum brýtur bára.

23.
Kaldur blásti landnyrðingur,
náttin var ei long;
tað var Sjúrður Torlaksson,
hann klæðist for síni song.

24.
Sjúrður vekir upp sínar menn,
biður ei longur blunda,
í högtíðs klæðir klæðast í
og skjótt til ferðar skunda.

25.
Upp so fara garparnir,
Götuskeggjar reystu,
drógu bát á sjóinn útt
úr tí tætta neysti.

26.
Løgdu út frá sandinum,
- liðin var hesin vetur -
vundu upp segl, og Sjúrður seg
sjálvan við stýrið setur.

27.
Tá ið teir komu suður á fjörð,
teir hoyrdu brimið sjóða,
sóu tá at Flesjarnar
í andarisi stóðu.

28.
Eystfall millum nesja var,
landnyrðingur blæsur
brimið nógv á landið gekk,
streymur í Nakkinn vasar.

29.
Teir lögdu út um grynnurnar
og náddu so úr vanda,
síðani hildu síni ferð
haðan heim undir landið."

30.
Skálsíðan tá uppi var,
tað ýlir í hvörjum sjógvi:
Götuskeggjar um Nesið vestur
bæði sigla og rógva.

31.
Norðan fyri Árnanes
teir um fjörðinn fara,
komu yvir undir berg,
sum navn ber av streymi harða.

32.
Náddu ikki á Hövdasund:
men hildu á Boðbergstanga,
högt gekk bylgjan yvir borð
og teimum stóð í vanga.

33.
Hildu framm mot Söltuvík
- full er hon av skerum -:
Møl í Skúvoyj leysa frá
tann besta leið man vera.

34.
Komu so til Skúvoyjar
og náddu frá mongum vanda:
Sjúrður biður bróður sín
at stíga fót á landi.

35.
Tað var Tórur lági,
hann ræður so at svara:
"Vær erum komnir til Skúvoyjar,
eg ikki longur fari!"

36.
Mælti Sjúrður Tórlaksson,
aftur í rong var staddur:
"Hví ertú so undarligur,
og hví ertú so ræddur?"

37.
Sjúrður upp á landið leyp
steðgar sær á beini:
"Eg skal ganga til hallar niðan,
um enn eg gangi eina!"

38.
Svaraði Tórur lági,
hyggur framm fyri seg:
"Hoyr tað Sjúrður, bróðir mín,
feigdin dregur teg."

39.
Í reyðum kyrtli Sjúrður var,
yvir kappann bláa hevði,
svörð við lið, á hövdi hjálm,
sum skein í gulli reyða.

40.
Sjúrður gekk frá strondum niðan
- feigdin mundi leiða -
eingin hevði sæð prúðari mann,
síðan Sigmundur doyði.

41.
Kappinn gekk til hallar niðan,
ei fylgdu honum sveinar,
tá hann kom til búðar upp,
fann hann ongan heima.

42.
Sjúrður stóð í durunum,
gjördi so lítið ljóð,
einki fólk var innan hallar,
men matur á borði stóð.

43.
Tað var Sjúrður Torlaksson,
hagar ið hann sær,
grunar tað á brögdunum,
at fólkið í kirkju var.

44.
Sjúrður, reysti Götuskeggi,
á kirkjufund hann steig,
mötti honum ríka Sigmunds einkja
har á sínari leið.

45.
Möttust tey á miðjari leið,
fall so væl í lag,
breiddu hvörjum öðrum mál
og settust á rekatræ.

46.
"Hoyr meg, yndug Sigmunds einkja,
boð eg bera kann:
Tórur ástir býður frú,
viljum tær eiga hann?"

47.
Tað var ríka Sigmunds einkja,
svaraði so fyri seg:
"Best hevði okkum kvinnum dámað,
Sjúrður, sjálvan teg."

48.
"Ei visti eg mær lukkan var
borin so nær til handa:
eg skal meg frá Birnu loysa
og sjálvur standa vanda!"

49.
Sjúrður vildi frúnna fevna,
men hon helt ímóti,
tá leyp Hergeir av kirkju út,
í hendi við hvössum spjóti.

50.
Sjúrður ætlar at flýgja tá,
vildi ei vera feldur;
frúgvin fast í kappann helt,
hann stóð sum hann var negldur.

51.
Tað var Sjúrður Torlaksson,
allar listir kendi,
smoygdi kappann framm av sær
og skjótt frá frúnni rendi.

52.
Renna teir í Skúvoyjar bø,
Hergeir á fótum hastar,
ætlar Sjúrði miðju sár
og spjótið eftir kastar.

53.
Sjúrður eftir spjóti sá,
hann legði seg slættan á fold:
hvassi broddur yvir fleyg
og rann í dökka mold.

54.
Upp leyp reysti Götuskeggi,
snarliga sær vendi:
trívur spjót úr völli upp
og gjögnum Hergeir sendi.

55.
Sjúrður skundar at bakkann tá,
ei dámar longur í Skúvoyj,
eftir honum við drignum svörði
leyp Øssurssonur prúði.

56.
Leivur eftir Sjúrði fór,
ætlar hann at fella,
fimtan favnar av bakka leyp
niður á harða hellu.

57.
Klamsa tá iljar á Skúvoyjar fjöru,
hvörgin snávar á fóti;
so er sagt, at Øssurssonur
hann var maður ímóti.

58.
Sjúrður inn í bátinn leyp,
sum hann fyri kletti fleyt;
tað var Leivur Øssursson
hann brandinn eftir skeyt.

59.
Sjúrður sær fyri svörði vendi,
- frætt er um Norðrlond víða -
Leivur vísur í höggum var
og rakti hann í síðu.

60.
Götuskeggjar lögdu frá,
noyddust til at fíra;
tigandi særdur Sjúrður seg
settist í rong at stýra.

61.
Mælti Tórur lági
hann tókti tað mikil villa:
"Hoyr tað, Sjúrður bróðir mín,
er tú særdur illa?"

62.
Svaraði Sjúrður við stórum sári,
sum hann í rong man sita:
"Ikki eri eg vísur í tí,
ei kann eg sjálvur vita."

63.
Skundaðu sær eftir kyrrindum
frá Skúvoynni at flýggja;
tá ið teir komu at Tröllhövda,
var fjörður hvítur at síggja.

64.
Illveður loyst av eystri var,
streymur í vindinn skeyt;
Sjúrður stýrir við banasári,
so beinur knörrur fleyt.

65.
Náddu inn í Sugguna
og festu båt í sandi;
Sjúrður reistist í rongini
og stígur upp á landið.

66.
Sjúrður upp á landið steig,
hann gekk tá skjótt til deyða:
raggar niðan at neystinum
og armar á vegginn legði.

67.
Sjúrðar menn teir bátinn drógu
við Tóri og Gutta reyða:
tá stóð Sjúrður Torlaksson
kaldur, stívur og deyður.

68.
Lögdu teir hann í bátin inn,
segl yvir líkið breiða,
síðani gingu til búðir upp,
sum vegur frá sjó man leiða.

69.
Tóku væl mót Götuskeggjum
og kyndu upp eldinn reyða;
teir røða lítið um sína ferð
og minnst um Sjúrða deyða.

Annar táttur

70.
Nú skal eg lata ljóðið av,
dagurinn hevði endað,
enn skal taka upp annan tátt
og aftur til Skúvoyjar venda.

71.
Leivur eftir á kletti stóð,
tá Sjúrðar bátur fór frá,
kappinn reysti gjörliga
sítt svörðið skoðar tá.

72.
Leivur reystur gjörliga
sítt svörðið skoðar tá:
skiliga tekin av innvöli
á bitru egg hann sá.

73.
Leivur vendi strondum frá,
turkar svörð á völli,
síðani gongur snarliga
niðan aftur at höllum.

74.
Møtti honum einum Skúvoyingi
var í andliti reyður,
hann segði: "Hergeir Sigmundsson
liggur í bønum deyður."

75.
Leivur biður til ferðar skunda
allar sum ein ísenn,
og draga bát á sjógvinn skjótt,
ei tala um deyðar menn.

76.
Leivur reysti og tríati menn
skjótt til fjöru venda;
drógu bát í sjóvarmála
og útum bláman rendu.

77.
Hildu so frá Skúvoynni,
illir vóru í sinni,
skunda sær eftir Götuskeggjum
við hvössum vápnum at finna.

78.
Skunda sær eftir Götuskeggjum,
tó ei varð ferðin skjóta;
tá ið teir komu á Hövdasund,
stóð veður beint ímóti.

79.
Teir róðu vind og andstreymi
ímóti stórum sjógvum;
blóðið reytt um lummar rann
út av teirra lógvum.

80.
Sigldu og róðu Skopunarfjörð,
komin var náttin svarta;
ljóðliga lögdu í Suggu inn
og tóku til brandinn bjarta.

81.
Lögdu teir í Suggu inn,
lögdu har at landi:
sóu hvar í Sjúrðar bátur
stóð fyri teim á sandi.

82.
Tað var Leivur Øssursson,
í Sjúrðar bát hann hyggur
hann sá hvar ið deyður maður
undir seglinum liggur.

-- -- --

83.
Götuskeggjar ei vardu illt,
inni sita og eta.
Leivur biður sínar menn
skjótt húsið kringum seta.

84.
Tað var Leivur Øssursson,
hann gjördi ei tíð so langa:
á Götuskeggjar rópar hart,
hann býður teim út at ganga.

85.
Oboðin maður ofta hann
ikki longur etur;
innann hallar vera tóktu
Götuskeggjum betur.

86.
Götuskeggjar dyrnar steingja
skorða hart ímóti;
ikki makta Skúvoyingar
inn í höll at bróta.

87.
Mælti Leivur Øssurssonur,
so tók hann uppá:
"Vær skulum eld í höllina leggja
brúka gomul ráð."

88.
Kyndu eld móti ættini,
so vindurinn blásti í bálið;
roykur legðist á Götuskeggjar,
teir gjordust so hvæsir á máli.

89.
Tórur mælti við Gutta tá:
"Ei er at brenna inni,
fyrr vil eg ganga mót Skúvoyingum
og royna stálið stinna."

90.
Tórur fór har eldi frá,
ætlar at bjarga lívi,
Skúvoyingar stóðu honum ímót
allir við drignum knívi.

91.
Tórur lági úr royki gekk,
hann bíðar tá ikki longur;
tað var Brandur Sigmundsson,
ímóti honum gongur.

92.
Brandur var ungur á aldrinum;
ei kunndi sveinur sær ráða,
av Tórar svörði særdur varð
og bana mundi fáa.

93.
Deyður fell tá Brandur ungi;
Tórur sveininn vá;
á skemri stund tveir sunnanmenn
hann drap har báðar tá.

94.
Tórur ætlar í myrkrið út
um víðan völl at fara;
mötti honum Leivur Øssursson,
högg teir nú ikki spara.

95.
Högga teir av megi har
við so góðum treysti,
so gellir svörð á hjálmunum,
tað hoyrdist úti í Hesti.

96.
Tað var Leivur Øssursson
snarur við megi í hendi;
svörðið hvassa langt og breitt
ígjögnum Tóra rendi.

97.
Tórur misti lív og ond,
tað er frætt so víða;
tá var Gutti komin framm
í túnið út at stríða.

98.
Gutti legði mót Sigmundssoni,
sínum svörði brá;
knæsskelin á Steingrím unga
eftir í túni lá.

99.
Knæsskelin av Steingrími
eftir í túni lá,
haltandi fór tann ungi maður
Gutta reyða frá.

100.
Tá Leivur hevði Tóra felt,
hann leyp við blóðgaðum knívi
beint ímóti Gutta reyða,
at taka hann av lívi.

101.
Höggast teir um eina stund,
oddar í hjálmi gella,
báðir har hvörn annann vilja
deyðan til jarðar fella.

102.
Tað var Leivur Øssursson
av illsku svörðið brá:
hjálmprýtt hövur á Gutta kleyv
sundur í lutir tvá.

103.
Vignir vóru tá Götuskeggjar,
fáur var teirra javni;
eftir hettar ikki hoyrdist
Götuskeggja navnið.

104.
Leivur teir deyðu við sær tók
og førdi suður um fjörð;
gróvu teir niður á Skúvoynni
sum innvígð var jörð.

-- -- --

105.
Hettar frættist um oyjar skjótt,
tað mongum tókti vandi;
mest so kvíðaði Tróndur gamli,
at ræðið fór úr landi.

-- -- --

106.
Ei væntast gott fyri Føroyingar,
tá ið aðrir stýra og ráða.
Óklár ofta tíðindir vera
úr hesum landi at fáa.

107.
Ringt er fyri almúgu,
tá ið embætismaður er skarn,
verri vorðið verður, tá
ið kongur er eitt barn."

-- -- --

108.
Tróndur í Götu gramdi seg,
at lagnan so skyldi leiða,
av sorg og sút yvir Føroyjalond
hin gamli gubbi doyði.

109.
Tróndur doyði av sorg og sút
og elli gav upp anda,
ikki kemur tílíkur aftur,
so leingi Føroyjar standa.

110.
Tróndur alskaði Føroyjaland
í sína ævi alla;
enda skal nú Götuskeggjar
og rímuna lata falla.