Guttormur í Múla (Lesibók)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen

Lesibók
Tórshavn 1911

Guttormur í Múla (Lesibók)


Guttormur í Múla var ingsti sonur Rasmussar í Haraldsundi, ið var sonur Magnus Heinasonar. Fimm vóru teir sinir Rasmussar: Magnus, hin elsti, so Heini, Jákup, Hanus og Guttormur, ið borin var í heim, tá ið pápin var hundrað og trí ára gamal (sjey ár var hann, tá ið pápin doyði).

Haraldsundsgarður varð sundurfestur ímidlun Magnus, sum fekk tveir triðingar, og Heina, sum fekk ein triðing. Magnus búði í Stórustovu (nú kadlað "har uttari"). I brúdleypinun kjá Magnusi gekk hin lítli Guttormur og spældi sær á gólvinun. Pápin, sum tá var avgamal, fór til hansara, legði hondina á høvdið á honun og segði: "Líkari var tað, at tú hevði sitið í hásætinun í staðin firi hatta trogið, ið har situr." Tað var Magnus, hann skeyt til. Hin elsti vildi ikki taka við nøkrun sindri av kunstrinun, sum pápin dugdi; men Rasmus dugdi á at skina, at Guttormur fór at taka við. Síðan legði Rasmus til: "Ikki skulu Gerðaharrarnir sleppa norður um at ræna, meðan eg eri omaná jørðini; ikki man tað vera so, tá ið handa spjørrin, í hásætinun situr, fer at ráða. "

Guttormur kom til garðin í Múla norðuri á Borðoynni. Lágur maður var hann á vøkstri, men góður stirðil var í honun kortini. Hann sigst at hava verið hin ramasti gandakadlur í Føroyun, men ikki nítti hann kunstur sín til at gera nøkrun manni mein — nóg heldur til at hjálpa. Valamaður var hann, frálíkur í ávikun og álitismaður í ødlun iutun.

Frásøgn er um, kvussu hann fekk sín stóra vísdóm. Prestur í Onagerði lá í andaleypi og beyð, at adlar bøkur hansara skuldu koyrast á sjógvin við tað sama. Arbeiðskonan fór omaná kneysin við bókuflun og blakaði tær á sjógvin. Tá lá Guttormur firi hedluni og fiskaði. Hann fekk bøkurnar upp úr sjónun, førdi tær heim og hevði tær síðan at lesa í.

Guttormur tók ofta hulduseyð og hulduneyt, sum gingu í Múlahaganun, og samdist tí idla við huldufólkið. Eina ferð hevði hann tikið eitt grátt lamb í Krossdali (ímidlun Múla og Fossáar innast í Múlahaganun). Hann settist at fletta og tumma lambið alt firi eitt. Sum hann sat og opaði — huldulamb var — hoyrdi hann fólk fyri durunun. Hann kvikaði sær at fáa loyst barkan. Svartur hundur kom inn; Guttormur tók og kastaði honun mørin, og hundurin avstað við hesun. Tá hoyrdist rin og kvin til hundin uttanfiri; huldumenn høvdu sent hann inn at bíta Guttorm, og nú bukaðu teir hann. — Eina aðra ferð tók Guttormur huldukvígu í haga sínun og risti kross ivir hana. Hann visti, at huldumaður vildi koma um náttina til at hevna fyri kvíguna og segði tí við húsfólkið, at eingin mátti ganga um didnar ettir tað, at hann var lagstur. So setti hann vagl í didnar ímidlun úthurðina og innhurðina og hønu uppá vaglið. Um náttina kom huldumaður at hevna, slapp at hønuni og drap hana, men ikki longur — tí tá hevði hann dripið lív og fekk einki meira gjørt.

Ein dagin, sum Guttormur var lagstur uppi í Múlafjødlun, komu huldumenn tisjandi til hansara, togaðu í hann og vildu føra hann burtur við sær, men fingu hann ikki av fetinun. Teir lótu hann úr — klæðini sótu rangvørg uppi á honun — men tá ið teir skuldu lata hann í attur, vendist alt og var rangvørgt við tað sama. So góvust teir. Gomul søgn er, at, situr eitt og annað plaggið av búnaðinun rangvørgt uppi á einun, so bítur gandur ikki á. Tí hevur tað verið siður, at kvør, ið úti var staddur, hevði hosu, vøtt og tílikt rangvørgt. Ofta venda tey enn, tá ið tey seyma, seymin rangvørgan á einun klædnastikki edla okkurt petti rangvørgt.

Guttormur hevði konu úr Mikinesi. Hon æt Bidla. Ikki hevði hann verið vestan firi Lorvíkarfjørð, firr enn hann fór at fríggja. Vágamenn førdu hann um Mikinesfjørð. Tá ið teir vóru komnir mitt á fjørðin, bóru teir eyga við eitt stórt rekatræ og vildu fegin fáa tað til sín; men fegin vildi hann sleppa ferðina fram til Mikines alt firi eitt, og so varð. Hann bað teir miða væl á, kvar træið lá; tað kundi vera, at teir funnu attur á tað, tá ið teir fóru úr Mikinesi attur í Vágar. Ikki hildu teir líkindi vera til tess, tí Mikinesfjørður var óføra streymharður. Men tá ið teir vóru á leiðini heim, lá træið í sama stað og andøvdi. So mikið gjørdi Guttormur.

Jónas prestur í Ónagerði var giftur við prestadóttur av Nesi. Hon doyði, og prestur giftist upp attur. Sistir ta firru konuna kom norður, tá ið líkið var grivið, vildi síggja tað og fekk prestin til at grava tað upp attur. Men tað hevði betur verið ógjørt. Tey, sum stóðu kjá, sógu nakað sum disn edla royk koma upp úr kistuni, og síðan gekk hin deyða prestakonan altíð uppi og spøkti. Eingin sá hana í firstuni uttan presturin; hon gekk og ampaðist firi honun. Síðan birtist hon firi hinun húsfólkinun, kom í roykstovuna og gjørdi sær dælt við tey. Ein skora var í sneisini, sum hon hevði til máts á nátturðarløginun; har upp um mátti pottaløgurin ikki koma. Hon skifti teimun nátturð; tey søgdu, at tey skoyttu ikki um at fáa nátturð frá henni, tí hon var deyð. So gav hon teimun frammaná. Hon at gera sær dælari, settist undir líðina á presti og breyt alt sundur kjá honun. Hann fekk ongantíð frið, misti svøvnin og sendi boð ettir Múlaguttormi, at hann skuldi koma honun til hjálpar. Guttormur kom, rak spøkilsið út og beyð, at eingin skuldi opna didnar til at higgja út um edla leita ettir honun, meðan hann var burtur. Ódnarveður var um kvøldið, avfadl og stormur. Árla á morgni, í óttuni, kom Guttormur attur idla tiltíggjaður og rennvátur, sum hann var drigin frá grunni, og frá tí degi sást spøkilsið ikki oftari. Tá lovaði prestur Guttormi í løn ta bestu kúgv og tann besta geldseyð, ið hann átti.

Tiltikin sjómaður var Guttormur. Hin minniliga ódnardagin, tá ið hálvt hundrað bátar gingu burtur í Føroyun, var hann ein av teim fáu, ið róðu landið upp. Norðuri á havi var hann staddur og sinir hansara við honun. Edlivta dag á sumri sigst hetta at hava verið. Einans bátur náddi inn í Kalsoyarflógvan undan Guttormi. Brandstormur var, beint ímóti, og sum teir strambaðu suður ettir Djúpun, Guttormur og sinir hansara, brast eitt hervilegt heglingsæl á. Glaðurnar vóru sum eimur rundan um hann og sjógvurin blóðreyður at síggja. Upp um Konuna (stakkin norðanfiri Kunoynna) stóð brimið. Neistar fóru niður ettir bakinun á Guttormi, sum tað dreiv upp úr sjónun. "Jesús náði! nú er eldur í pápa!" rópaði ein av sonunun; hann helt tað loga í herðunun á honun. Hin gamli helt, at tað brekaði ikki. Tá ið teir komu inn um Stongina (uttasta landsendan norðanfiri Oyndarfjørð), segði Guttormur: "Nú lívir gamalt grót." Gunnarsbarmur er nakað sunnanfiri Funningsmúlan; har er ógvuliga streymhart og íðukent og stórir driftingar upp og niður. Guttormur nevndi tí barmin Driftingsbarm. I Oyndarfirði settu teir upp — tá var báturin skræddur í stevninun.

Tá níttu Føringar smáar norskar bátar, ið kadlaðust tristar (tríbekkir), til útróðrar. Men ettir hesa ólukku, tá ið teir hálvthundrað bátar gingu burtur, var lóg gjørd, sum setti forboð firi at fara tii havs í so smáun bátun.

Gandakedlingin Barbara við Kvíggjá í Sunnbø hevði frætt, kvussu væl Guttormur "kundi", og fór norður eina ferð til at royna seg ímóti honun. Tá ið hon kom, var Guttormur útrógvin við sonun sínun. Hon settist at briggja og blanda, floytti fliðuskeljar oman ettir ánni (Matará í Múla) og segði, at, so nógvar skeljar sum sukku, so nógvir bátar skuldu ganga burtur. Slíkt idlveður gjørdi hon og østi so sjógvin upp, at tað var ikki meira enn, at Guttormur og sinir hansara slitu til lands. Sum teir róðu suður ettir — glaðustrok var — rópaði ein sonurin: "Eldur er í sjónun! kvat er hetta.?" "Eg veit, kvat tað er," svaraði Guttormur; "rógvið bara! tað er ikki tídligt heima." Tá ið hann kom beint áraka Múlahúsini, sá hann Barbaru sita undir húsunun "niðri á fløtti" við útslignun hári. Teir sluppu ikki á lendingina í Múla, men settu upp í Krossdali, tveir fjórðingar sunnaníiri, og gingu so heim til hús. Teir hittu Barbaru inni; eingin físti nakað — har lá øskukalt, tá ið teir komu. Guttormur læt ein vaðstein upp í annan vøtt sín og sló hana tvørtur um nasarnar, so hon bløddi. Tá minkaði megi hennara. So skar hann hárið av henni. Tá misti hon adla kraftina. So setti hann hana inn í eina baðstovu og kindi upp eitt briggjubál. Har sat hon føst inni, til hon var næstan stokt; hon slapp ikki av fetinun, firr enn Guttormur vildi. So rak hann hana út, bað hana fara upp á takið og leggja sær skíggjan atturivir Ijóaran, tí tað var so kalt inni. So setti hann hana fasta uppi á mønuni og gandaði ódn á hana av landnirðingi norðan við kavaroki. Tá helt hann við hana, at nú skuldi hon fáa at síggja, at tað var bæði heitt og kalt í Múla. Mestur deyð í kulda fór Barbara avstað til gongu inn í Sund (Kvannasund) morgunin ettir. Tá ið hon kom at Fossá, slapp hon ikki um ánna, men gekk niðan við at Fossdali. Uppi í djúpu kvíggj (lítil dalur uppi undir fjadlinun) slapp hon tvørtur um. Har sum Barbara sat uppi á mønuni í Múla, kann ikki flag heftast. Tað skal koma av tí, at Barbara lovaði tað í hevnd, at har skuldi altíð leika tað sama óveðrið, sum tá ið hon sat har. So mikil kraft var enn ettir í henni.

Ein sunnudag, sum Guttormur sat og las lestur, kom ein stari inn við einari fjøður í nevinun og setti seg frammanfiri honun. Hann hugdi at staranun: "Olmussudírið, tú ert komin langan veg; tú ert so ekkamóður" — tók so attur at lesa og las lesturin út. So reistist hann úr sessi, vendi fjøðrini við í nevinun á staranun og segði við hann, at hann skuldi fara attur hagar, sum hann var frákomin. Tá ið starin kom attur til Sunnbiar og inn kjá Barbaru við Kvíggj — tí hon var tað, sum hevði sent hann — loftaðist Barbara beint upp av grúgvusteininun, har sum hon sat, og gjørdi trí hopp heilt upp í Ijóarabogan. So mikið sterkari var Guttormur í gandinun.

Eina ferð vóru Viðingar í Drangi (norðanfiri Viðoynna) at fleyga. Hann brast á høgur við ódnarveðri og ógvuligun brimi, so eingin slapp til teirra. Fólkið kvíðaði firi, at teir liðu neyð firi mat og drekka, og menn fóru til rádna prest, harra Klæmint, at fáa sær troyst. Prestur sendi boð til Guttorms um at koma til hjálpar. Tað mundi ikki vera til nakað gott, helt Guttormur, at han sjálvur sendi boð ettir sær, men fór kortini. Harri Klæmint og Guttormur vóru óvinir, tí prestinun dámti ikki kunstur Guttorms; eisini mundi prestur vera avindsjúkur inn á hann, tí, tó at hann sjálvur hevði gingið í niðurgangsskúla, var hann ikki mentur ímóti Múlabóndanun. Prestur bønaði nú Guttorm um at royna at fáa Viðingar attur úr Drangi. Guttormur helt seg ikki til í firstuni; hann var so gamal og brimið so óført, segði hann. Men av tí, at fólk bønaðu hann, og treytagóður var hann, gjørdi hann seg til og fekk bát av Viðareiði, tó at bátmonnunun tóktist óført at fara. Teir róðu út um flógvan; sjógvurin slætnaði framman firi bátinun, so kvørt sum teir róðu fram. "Stumpurin" eitur eitt petti av dranginun; tað er ein snipsur klettur, níggju favnar frá sjónun og niðasti lesningur. Har upp um sló brimið. A Miðskjøti, eitt sindur omaníiri, vóru fleygingarmenninir staddir. Guttormur varð spurdur, um hann helt, tað mundi fara at lukkast at fáa menninar í bátin. Lógu teir á Miðskjøti, kundi tað vera, svaraði hann; men vóru teir inni undir Skarði, fór tað ikki at lukkast, tí tá vóru løginu ov stutt (undir Skarði er nóg hægri uppi enn á Miðskjøti). Væl gekk í hond; teir fingu menninar í bátin og róðu heim. Sjógvurin slætnaði firi bátinun, har sum teir komu fram. Prestur stóð á sjóarklettinun, tá ið teir løgdu at landi, og takkaði Guttormi; síðan vóru teir báðir vinir. Væl var Guttormur tígnaður av fólki, og nógv var boðið honun í løn; men einki vildi hann hava. Tó skuldu Múlamenn hava lov til at fleyga undir Viðoynni (í Seyðtorvu) ein dag á kvørjun ári, firsta dagin ið flog var. Annað árið, ið Guttormur kom, høvdu skálkar verið firi og drigið línuna upp. Teir sóu ikki lunda tann dagin. Tá lovaði Múlabóndin, at tað skuldi vera bæði firsti og síðsti dagur á tí ári, at Viðingar fingu fugl.

Ein arbeiðskona í Ónagerði (prestagarðinun á Viðareiði) hevði dripið eitt leysingabadn og grivið tað niður. Tað gekk attur suna niðagrísur og fór til Klæmint prest at krevja sín rætt av honun. Kristna jørð vildi tað hava. Ongantíð fekk hann frið firi tí; um næturnar lá tað og seyg føturnar á honun. Prestur varð heilt neyðarsligur, kom upp í tussarak og var idla mentur at ganga. Hann sendi boð ettir Gottormi og kærdt sína neyð firi honun; hann fór skjótt at doyggja, helt hann. Guttormur bað prestin lata seg fáa kjóla og pípukraga at fara í og geva sær kirkjuliklarnar. Men ikki eitt eyga mátti síggja, skípaði hann firi; kvør lúka skuldi í topp og eingin hurð gloppast. So mikið var tó kagað, at ein arbeiðskona í Ónagerði fekk at síggja alt eiðið standa sum í einun loga, meðan hann fekkst við at beina niðagrísin burtur. Tá ið Guttormur kom attur, var prestakjólin brendur uppi á honun. Eina kúgv gav harri Klæmint honun í løn atturíiri hjálpina, og síðan hevði hann frið.

Víða kvar í Føroyun var Guttormur navngitin, og tá ið okkurt var, sum tað ikki átti at vera, var boð sent ettir Múlabóndanun. Á Skalingi í Streymoynni doyðu neytini sum flugur kjá bóndanun. Boð var sent ettir Guttormi. Hann kom, breyt básin upp og fann ein saksapart niðri í. Nú fann hann tað, hann vildi finna, helt hann: nú mundi fara at vera betur. Ettir tað doyði ikki kjá bóndanun. — Á veginun heim attur kom Guttormur til Itra Skála. Skálabóndin spurdi hann um ein stein, ið stóð í hoygarðinun og var honun til bága: um hann skuldi ikki spreingja steinin. Guttormur helt, at best var, um hann læt vera. Gjøgnun trí festi stóð steinurin í friði, og einki var við hann gjørt, fírr enn fjórði bóndin kom. Hann boraði hol í hann og royndi at spreingja hann; men bert ein flís fór av. Bóndin legðist sjúkur bæði á sál og likam og kom aldrig attur firi seg. Blágrítisgrót er í steininun.

Tá í tíðini samlaðust menn víðan úr oyggjunun, bæði sunnanmenn og norðanmenn, til handils í Havn. Fuglingar og Sunnbingar sluppu fram um adlar, tí teir høvdu longstan vegin. Menn komust tá at vera væl kunnugir kvør við annan og høvdu mangt til gamans, meðan teir lógu í Havn og bíðaðu ettir førninginun, ið teir skuldu hava heim attur við sær frá handlinun. Eitt árið, sum teir vóru samansamlaðir, lovaði Guttormur í Múla at gera eina treyt og vildi hava hinar til at leggja nakað undir (lova sær atturfíri): hann skuldi fáa ein hana til at bera ein tólvalnastokk. Hinir hildu hetta vera ómøguligt og løgdu undir. Men bilsnir vóru teir, tá ið teir sóu hanan koma við tólvalnastokki hangandi á heglunun. Ein framsíggin maður, ið inn kemur, spir, kví teir læa so. Teir spirja, um hann sær ikki hanan, ið fer við stokkinun berandi. Maðurin sigir: "Eru tit blindir? síggja tit ikki, at tað er eitt hálmstrá, ið hongur ímidlun beinini á honun?" og spidlir so adla veitslu. "Skomm fái tú komandi!" segði Guttormur við hann.

Øksi hevði Guttormur altíð innan undir sjóstúkuni, tá ið hann ferðaðist úti. Øksin hekk í bandi, sum gekk um vinstri øksl tvørtur undir høgru hond niður á mjødnina høgrumegin, og skeið var um øksareggina. Bandið var so veikt, at hann kundi slíta tað í firsta viðbragdi, um honun tørvaði á at taka til øksina knapliga. Eina ferð var Guttormur staddur úti á havi. Við útendarnar vóru menn altíð útgjørdir uppá at fara til loynikeypskip, tá ið teir vóru á útiróðri; tí tað var nóg høgligari og betur enn at fara til handils í Havn. Guttormur biður rógva til eitt skip, sum er í nánd; hann heldur tað vera loynikeypskip, fer um borð og sær nú firsta, at tað eru ránsmenn. Teir vilja sláa ring um hann, men Guttormur slítur øksarbandið, reiggjar øksina og avhøvdar ein. So loypur hann í bátin, og adlir til árar. Hinir eru kvikir at loysa bát og koyra avstað ettir teimun; men best sum teir eru setstir at rógva, kemur mjørki niður ivir teir, og bátar- nir skiljast sundur, Tilskilað er, at Guttormur skuldi gera mjørkan.

Gottormur átti son, sum æt Jóhannes. Hesin sami Jóhannes var óføra sterkur; hann kodlaði kvørja ár, tá ið hann var á útiróðri. Eina ferð kom smiður til Múla. Guttormur bað hann gera hasun fátækadírinun, soni sínun, eina sterka ár; tí einki helt, sum hann fekk upp í hendurnar. Smiðurin helt seg til; Guttormur fekk honun eitt rekatræ og bað hann gera eina ár burtur úr (reyðiviður var tað: sterkasti viður, ið rekandi kom; hann rotnaði ongantíð). Árin kom at vera nóg tjúkkari enn vanligt var, og Jóhannes segði tá ið hann sá hana, at, var hon gjørd uppá spott, skuldi hon eisini vera til spott. Hann fór til útróðrar, fekk strangan andróður og royndi árina. Ikki fekk hann brotið hana, men klovnað var hon heilt upp ígjøgnun, tá ið teir komu attur at landi.

Guttormur helt við konuna, at firi tær sakir, sum huldufólkið hevði við honun, men ikki kundi fáa framdar, mundi óskepnan fara at koma attur á tann lítla, á gólvinun gekk. Tað var ingsti sonurin, sum æt Guttormur ettir pápanun. Hin gamli bað hana ikki lata hin lítla fara út um morgnarnar fastandi edla knívleysan. Einki leit hin gamli hinun ingsta til. Ein morgunin var ungi Guttormur farin út firi dir fastandi og knívleysur; tá var hann tilvaksin, giftur og átti bødn. Frá teirri stund var hann horvin. Mong ár ettirsíðani skuldi ein framsíggin prestur síggja unga Guttorm gangandi einsamadlan í múlanun. "Der gár et af vore fár!" hevði hann firi munni á sær. Presturin var á báti, og Viðingar førdu hann. Ein á bátinun spurdi, um ungi Guttormur ikki kundi fáast attur frá huldufólkinun, men prestur svaraði, at hann var betur óíingin, tí hann var spiltur.

Av teimun, ið ettir gamla Guttorms tíð hava verið bornir til garðin í Múla, hevur annarkvør itið Guttormur og annarkvør Jóhannes. Sagt er, at altíð skuldi onkur vera av gamla Guttorms slagi, sum hevði nakað fram um onnur fólk, og so hevur verið.

Sonarsonur gamla Guttorms, ið æt Guttormur ettir honun og var bóndi í Múla, bregðaði nógv til abba sín. Um hann er frásøgn. — Tað var ein sunnudag, at prestur í Ónagerði vildi ikki halda messu, tí Kvannasundsmenn og Múlamenn kundu ikki koma til Viðareiðis firi óveðri. Næsta leygardag var gott veður, og Kvannasundsmenn og Múlamenn fóru til messu, men tá var prestur ferðarbúgvin (ætlaði sær at ferðast um gjaldið), og menninir vóru tí at fara burt attur. Guttormur Múlabóndi og Ólavur í Kvannasundi gingu tá inn í Kvannasund. Báðir søgdust at duga meira enn at ntiata seg. Aðrenn teir skiltust, hoyrdu fólk Guttorm siga: "Sketta tú firi eystan! eg skal sketta hesumegin.* Ødl vikan gekk, og fagurt veður var, men ikki slappst burtur kjá presti firi brimi. So kom leygardagur, og prestur hugsaði um ferðina. Bátur var kvørjumegin á eiðinun. Fólkið gekk og válaði og hugdi ettir, stundun firi eystan og stundun firi vestan. Ofta síndist kirt, men best sum prestur kom og vildi fara, so var brim, og einki batti. Við tí skili varð prestur at vera heima og halda messu. So fingu Guttormur og Ólavur teirra vilja fram, og síðan slapp prestur avstað, tá ið hann vildi.