Guttormur lögmaður
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Lesibók
Tórshavn 1911
Guttormur lögmaður[1]
Eina ferð fyrr í tíðini búðu lögmenn í Kálgarði í Sunnbø.
Kálgarðsbóndin, lögmaðurin, átti ellivu merkur av Víkini; Jenis í Laðangarði átti ta tólvtu. Men Jenis legði eina mörk sína móti einari Kálgarðsbóndans mörk og so eydnu sína móti hinum tíggju. Hann spurdi tá Kálgarðsbóndan, um hann vildi ikki leggja felag við seg, tí hann, Jenis, hevði so góða eydnu og hin onga. So lögdu teir felag (tó at Kálgarður var lögmansgóðs og tí ikki átti at vera lagt í felag), og síðan treivst væl hjá báðum. Men ongantíð sótu teir væl um sátt og skiltust: síðan aftur úr felaginum. So visti eingin av, fyrr enn Jenis gjordi ferð niður til Danmarkar til at stevna lögmanni.
Ein dagin, sum Kálgarðsbóndin stendur úti fyri durum, sær hann ein bæriligan reyðklæddan mann koma ríðandi á Krossjarðar og spyr, um nakar veit, kvör maður hatta er. Tá varð honum aftursvarað, at tað var sjaldsamt, at hann skuldi ikki vita, at hatta var Jenis í Laðangarði, sum hevði verið niðri eitt heilt ár og nú var afturkomin. Ikki frættist tíðindi úr Laðapgarði til Kálgarðs, tó at skamt var millum — so haskir vóru teir hvör á annan, Laðangarðsbóndin og Kálgarðsbóndin.
Stutt var umliðið, tá ið bræv kom til lögmans frá kongi, at hann skuldi búgva ferð sína niður til at verja seg fyri slíkum, sum honum var um kent. Men av tí, at lögmaður var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin, Guttormur, ferðina uppá seg. Tá ið lögmanssonurin kom inn á slotið hjá kongi, rætti hann eitt silvursteyp fram, fult av peningum, í bøtur fyri faðir sín, men kongur var reiður og vildi ikki taka við tí; hann bert dreiv aftur og fram á gólvinum.
Lögmanssonurin varð standandi leingi og helt steypinum frammi alla tíðina; umsíður vildi armurin signa á honum — tá stakk ein honum í oyrað, at hann skuldi styðja albogan á mjødnina. Frá eystri til vesturs skuldi hann so standa. '"Tað skulu sterkir armar halda fyri kongi," hevði hann fyri munni á sær. Tá segði ein hovmaður: "Den færøske Mand vil daane!" og so visti Guttormur ikki av, fyrr enn kongurin tók steypið bákleiðis úr hondini á honum. Kongur var nú blíðkaður nakað og segði Guttormi frá einari sak, sum hann helt ímóti ráðnum einsamaliur, um tvey aðalssystkin, ið vóru komin fyri barn saman. Hann var so ringur um hetta og spurgdi Guttorm, um hann visti nakað ráð til lív fyri teimum. Lögmanssonurin segði, at tað var lóg í landi, sum bøndur hovdu gjort og kongur samtykt, men helt seg annars vita, at tað var lív fyri hesi bæði systkin at fáa eftir lógini. Tað skuldi hann prógva, segði kongur og gav honum tríggja daga freist til at leita í lögbókini. Guttormur settist at leita og leitaði í tríggjar dagar, men fann ikki niður á, hvar tað stóð. Tá hevði hann bøn til Gud um at upplýsa tað fyri sær, slummaði fram á borðið, sum hann sat, og droymdi at hann hevði blaðað eitt blað ov langt: hann skuldi kasta blaðið um aftur. Hann vaknar og fölir nú, at blaðið, sum hann heldur í, er ov tjúkt, av tí at tað er ikki uppskorið. Hann klippur upp, finnur niður á staðið hinu megin á breddanum og brýtur inn fyri. Um morgunin, tá íð ráðið var samankomið á slotinum, fór hann fyri kong, skeyt bókina til hansara og vísti honum á, fyrst konginum og so hvörjum undan öðrum. Kongur vann sakina og var nú so firndarblíður við hinn unga lögmanssonin afturfyri hjálpina, at hann gav honum vald at velja sær tann besta garð, í Føroyum var, at hava til lögmansgarð, og Guttormur valdi tá Steigagarð í Vágum. So mikið gjördi sonurin, at faðirin var sitandi í friði í sínum lögmansambæti.
Ein dagin, sum hann sat til borðs við konginum, spurdu hovmennirnir hann, um hann hevði nakrantíð etið av fagrari borði. Ja, segði hann. "Hvussu tá?" spurdu teir. Á knöum sínum, svaraði hann, tí hvat Gud hevði gjort var tað fagrasta. Kongur spurdi hann, hvussu nógv egg tann føroyska gásin varp. "Tólv, við hvört trettan," svaraði hann.
Óføra sterkur var Guttormur. Eina ferð, sum teir rullaðu ammur (stórar tunnur) í Keypmannahavn, tók hann eina og bar í fövninginum. Hann varð spurdur, hvussu tað bar til, at hann var so sterkur — hvat hann hevði havt til føði. "Ferska mjólk og turt lambakjöt," svaraði hann.
Frálíka vakur var Guttormur og væl at sær komin. Aðra ferðina hann var niðri og kom á slotið, skuldi tí drotningin leggja hug á hann. Tá hvað hann niðurlagið:
- Skuldi á mjúkum armi sovið —
- Ijósið tað er brunnið —
- lystug var tann liljan, meg væl unni.
Frá hesari ferð eru enn hövd á lofti tey orð hansara:
"Mine Vatter ligge under Landets Dronning" — hon sat á vöttunum hjá honum.
Fodnoter
- ↑ livdi um 1550.