Kjartans tættir

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen

Lesibók
Tórshavn 1911

Kjartans tættir


Fyrsti táttur


1.
Ríða teir út av Herðarholt
reystar kempur tvær,
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tá ið Kjartan var ikki har.
— Leggið nýjar árar út,
tað flýtur ein snekkja for hertugans garða,
hon er seg av almvið og eikin
hin harða, leggið nýjar árar út.


2.
Ríða teir út av Herðarholt
reystar kempur báðar,
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tá ið Kjartan var ikki hjá.


3.
Kjartan legði at Leygará,
mongum tað væl tótti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðrun Ósvivs dóttir.


4.
Kjartan gongur for faðir sín,
leitar við hann ráð:
væn er Guðrun Ósvivs dóttir,
eg vil ta jomfrú fá.


5.
Sømir tað öllum høviskum kallum
læra bæði tukt og sinni,
líkari var, mín sæli son,
tín veldiga harra at finna.


6.
Svaraði Kjartan Ólavsson
av so góðum treysti:
finna skal eg mín veldiga harra
á hesum sama heysti.


7.
Kjartan gongur við Guðrun at tala,
tað mátti eingin hoyra,
segði frúnni ætlan sín,
hon rodnaði sum ein droyri.


8.
Leggur hann hendur um frúnnar háls,
mælir við hana so blíðum:
Ísland skal eg á sumri hava
væl máttú mín bíða.


9.
Lat tær góðan hugin siga,
aftur man eg koma,
elska tær ikki annan mann,
ei heldur eg mær konu.


10.
Lat tær Guðrun hugin siga,
aftur komi eg við lív,
elska tær ikki annan mann,
ei heldur eg mær vív.


11.
Tað var Guðrun Ósvivsdóttir,
ið reydargull bar á hond,
fylgir hon Kjartan Ólavssyni
niður á sjóvarstrond.


12.
So letur Kjartan Ólavsson
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.


13.
So letur Kjartan Ólavsson
búgva skipin stór,
bæði letur hann í tey laða
virtin og so bjór.


14.
Vindur upp síni silkisegl,
gull við ráum brann,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis land.


15.
Strikar ei á bunka niður
fyrr enn á Noregis vág,
har lá Grímur innan fyri,
spælir í brynju blá.


16.
Hoyr tú Bolli Tollaksson,
eg geri tað ei at loyna;
gakk á sund við griman mann,
har skaltú teg royna.


17.
Svarar tá Bolli Tollaksson,
hann lítur á henda mann,
flestalt er hann av gívrum treystur,
eg royni ei sund við hann.


18.
Far tú teg til Íslands aftur,
heilsa fólki heim,
eg skal mær á sundið út
at fremja lítlan gleim.


19.
Tú heilsa Guðrun Ósvivsdóttir
av so góðum treysti:
Ísland skal eg á sumri hava,
áðrenn tað tekur at heysta.


20.
Bolli vindur upp síni segl
og út í havið setti;
Kjartan legðist á sundið út
at fremja leikir eftir.


21.
Bolli vindur upp síni segl
bæði gul og blá,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn á Íslands vág.


22.
Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land.


23.
Fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land;
tá var hon Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand.


24.
Tá var hon Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand:
hvar er hann Kjartan Ólavsson,
hví kemur hann ikki á land?


25.
Tú tarvt ei Guðrun Ósvivsdóttir
eftir honum at fregna,
hann er seg í Noregi
so glaður við kongins tegnar.


26.
Kjartan er í Noregi,
fáir finnast slíkir;
hann hevir fest eina norska frú,
hon er ikki tygara líki.


27.
Guðrun snúðist Bolla ífra,
var reið og ikki góð:
vont er slíkum rakkum at trúgva,
tár á kinnum stóð.


28.
Bolli legði at Leygará,
mongum illa tótti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðrun Ósvivsdóttir.


29.
Tað var Bolli Tollaksson,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps bjóða,
læt ikki leingi fresta.


30.
Öllum letur Bolli Tollaksson
í sítt brúdleyp bjóða,
uttan Ólavi Kjartans faðir,
ið væl kann randir rjóða.


31.
Drukkið var teirra brúðleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Bolli og hans vív.


Annar táttur


32.
Drukkið var teirra brúdleypið,
mangur fór glaður av;
eg kvóði um Kjartan Ólavsson,
í Noregi hann var.


33.
Spæla teir á sundinum,
báðir reystir seggir;
Kjartan kennir møði á sær,
biðjur at landi leggja.


34.
Kjartan læt at landi leggja,
sóu tað konur og menn,
grimur maður á sundi spælir,
í hvörjari veglund enn.


35.
Grímur gár fyri Olav kong,
strýkur sær um enni:
mætir eru Íslendingar,
vilja os innibrenna.


36.
Kjartan gongur fyri Ólav kong,
svor á sína trúgv nú:
allir viljum vær Íslendingar
taka við kristnari trú.


37.
Mælti tað Kjartan Ólavsson,
hann slær tað í ein gleim:
allir kristnast vær Íslendingar,
uttan Fróðar ein.


38.
Tað var Torkil erkibisp
heldur á gyltum horni,
allar kristnaði hann Íslendingar
á einum summars morni.


39.
Eg kristni teg, Kjartan Ólavsson,
væl í góðan tíma,
tak við kristnari trúgv av gudi,
eg gevi tær systir mína.


40.
Svaraði Kjartan Ólavsson,
konginum illa tótti:
eg taki ikki tygara systir,
tað frættir ei Ósvivs dóttir.


41.
Svaraði Ingibjórg kongins systir,
talar eitt orð for sær:
viltú Kjartan Ólavsson
skiljast nú frá mær?


42.
Hon tók upp úr mjõlldrekkju,
Kjartani mentir gav:
silvur og teir dýru slíððrar,
gripur av gulli var.


43.
Hon gav honum tað góða svörð
við gyltar slíðrar at binda;
hann var aldri í víggi sárur,
ið bar tann brand við lendar.


44.
Tað var Ingibjörg kongins systir,
ið gull bar sær á hond,
fylgdi hon Kjartani Ólavssyni
niður til sævarstrond.


45.
Har mundi hvört frá öðrum skiljast,
báðum illa tótti:
Kjartan, eg fylgi ei longur tær,
tað frættir ei Ósvivsdóttir.


46.
Sig tú tíni grannkonu,
tú kemur til Íslands aftur:
hon, teg elskaði í Noregi,
var ikki av træla ættum.


47.
Kjartan vindur upp síni segl
bæði gul og blá,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Íslands vág.


48.
Strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Íslands vág;
har lá Kálvur innan fyri,
vindur upp segl í rá.


49.
Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land.


50.
Fyrstur steig Kjartan Olavsson
sínum fótum á land,
tá var Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand.


51.
Har komu frúvur og jomfrúvur
at keypa skrúð og lín,
har kom Tóra Kjartans systir
og fagnaði bróðir sín.


52.
Revna situr undir faldinum,
alt sømir henni væl;
Kjartan kom frá strondum niðan,
snart var teim til tal.


53.
Revna situr undir faldinum,
væl sømir henni klæði:
mentarlín og hövuðgull,
tey vil eg hava bæði.


54.
Svaraði Kálvur hennar bróðir,
kundi væl tukt og æru:
mentarlín og hövuðgull
tað sømir teg ei at bera.


55.
Hann gav henni mentarlín
hövuðgullini tvey;
mangur fær, hvat öðrum er ætlað,
eingin tað, ið öðrum er eyðið.


56.
Hann gav henni mentarlín
hövuðgullini bæði;
mangur fær, hvat öðrum er ætlað,
eingin tað, ið öðrum er lagað.


57.
Hann gav henni gull og fæ
so tað silvurið brenda;
Guðrunu var ikki hjartað lætt,
tá ið hon sá skeinkin henda.


58.
Kjartan gongur for faðir sín,
leitar við hann ráð:
tað er hon Revna systir Kálvs,
eg vil ta jomfrú fá.


59.
Tað var Kjartan Ólavsson,
hann tók sær frú at festa;
snarliga læt til brúdleyps bjóða,
ei var longur at fresta.


60.
Teir drekka bæði úti og inni,
gott skal slíkum gegna;
Kjartan saknar úr máldrykkju
svörð við kóngins tegna.


61.
Teir stjólu burt hans góða svörð
burtur úr lodnum skeiðum,
stungu aftur í slíðra tá
brandin tann hin deiga.


62.
Kjartan kemur inn árla morgun,
sær tey merki stór:
eg havi stuldur og rán at lýsa,
tað merkir dømi stór.


63.
Teir leita bæði úti og inni
hvör til sama verka,
teir fingu ein mann at leita har,
teir kalla hann Ólav sterka.


64.
Teir leita bæði úti og inni
hvör í sínar vráir,
burtur vóru Tórhals börn
og Bitlusynir báðir.


65.
Kjartan kemur inn árla morgun,
lítst hann um so víða:
eg havi so mikil örindi
burt á skóg at ríða.


66.
Kjartan leyp á völlin fram
bæði av ilsku og vreiði,
hann bað saðla horsið tá,
hann burtur á skógin reið.


67.
Tú ver væl um teg, Kjartan mín,
Knútur mælir av sonnum,
teir hava á tær illan hug,
tú statt for Leygamonnum.


68.
Teir skulu fáa so tungligt gjald
og hvör skal annan svíkja,
fyrri skal eg láta lív,
enn burtur av veginum víkja.


69.
Guðrun gongur for Bolla inn,
fellur for honum í knæ:
unni eg Kjartani væl við tí,
nú hevir tú skommir tvær.


70.
Guðrun gongur fyri Bolla inn,
fellur honum til kníggja:
Bolli, eg verði tær ikki tekk,
so leingi eg Kjartan síggi.


71.
Sára græt Guðrun Ósvivsdóttir
av so tungum stríði:
tú skalt ongan søtan sova,
meðan Kjartan er á lívi.


72.
Bolli leyp á völlin fram
bæði av ilsku, og vreiði,
hann bað saðla sær horsið tá,
hann burt á skógin reið.


73.
Kjartan vá fimtan brynjumenn,
rennur í randir sveiti:
skjótt er einum av at máa,
heljarmat at veita.


74.
Tað var Kjartan Ólavsson,
tað fann hann til ráð:
stígur nú á tað deiga svörð
við hvönn mann hann vá.


75.
Aftur vá hann aðrar fimtan,
rennur í randir sveiti:
hví stendur tú Bolli frændi,
vilt ongum dugnað veita?


76.
Aftur vá hann triðja fimtan,
rennur í randir sveiti:
hví stendur tú Bolli frændi,
vilt hvörgum dugnað veita?


77.
Bolli leyp á völlin fram,
tað var dreingja ferð,
hann stakk Kjartan Ólavsson
millum buls og herða.


78.
Mælti tað Kjartan Olavsson,
tá ið hann fell í knæ:
hetta hevir tú, Bolli frændi,
leingi ætlað mær.


79.
Kjartan liggur á grønum völli,
sær seg um so víða:
einki skuluð tit Bolla gera,
meðan hann er á lívi.


80.
Bolli stendur á grønum völli,
lítur seg um so víða:
eg má ikki gera so ont,
at tað má mær jú líða.


81.
Tá var grátur í Herðarholt
bæði av konum og kvendum:
Tórhals börn og Bitlusynir
niður til strandar rendu.


82.
Tórhals bórn og Bitlusynir
niður til strandar rendu;
Bitlusynir skútu fingu,
út av Hvamsfjorð vendu.


83.
Tað var Ólavur faðir hans,
læt sær byggja borg,
síðan livdi hann ævi sína
alla út við sorg.