Mariu vísa (Mariu vísa seinna)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ||||||
Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847
1.
Jesus kom at eini á,
har sat Maria við bekk at tvá.
- Nú verið Jesus vár skjøldur í hvørjum vanda!
2.
"Hoyr tað, Maria, eg tali til tín:
gev mær drekka av kerum tínum!"
3.
"Míni ker eru ikki rein,
vilt tú drekka av mínum lógvum tveim?"
4.
"Vart tú so rein sum Maria, móðir mín,
tá skuldi eg drukkið av tínum lógvum tveim."
5.
Hon svór tað av munni,
hon var skír sum ein nunna.
6.
Hon svór tað á saltara bók,
hon ikki mann í loyndum tók.
7.
"Svør ikki, svør ikki, syndugt vív,
trý ganga børn á jarðarríki.
8.
Tað fyrsta við tín faðir,
tað annað við tínum bróður.
9.
Tað triðja við tínum sóknarprest,
og tað var syndin allarstørst."
10.
Maria fell á síni knæ,
"sjálvur Jesus, skrifta mær!"
11.
"So skal eg tær skrifta,
tað skal verða tín gifta.
12.
Tú skalt úti ganga
níggju vetur langa.
13.
Troða frost og kaldan snjó
berføtt og í ongum skóm.
14.
Berføtt við eitt høvuðlín,
so skal tú bøta fyri syndir tínar."
15.
Maria tók at ganga,
níggju vetur langa.
16.
Tróð hon frost og kalda fonn,
berføtt og í ongum skóm.
17.
Berføtt við eitt høvuðlín,
so bøtti Maria fyri syndir sínar.
18.
Níggju vetur umliðið var,
aftur kom Jesus í sama stað.
19
"Hoyr tað Maria, eg tali til tín,
hvussu líkar tær skriftan mín?"
20.
"So líkar mær skriftan tín,
sum drakk eg hvønn dag klára vín."
21.
"Tað skalt tú hava fyri tolmóðigheit tína,
tæna Mariu móður míni.
22.
Tæna Mariu móður míni,
sjey ferðir klárari enn sólin skínur."