Mariu vísa fyrra
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ||||||
Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847
1.
Tað var jomfrú Maria,
hon gongur eftir vegnum fram,
møtir henni eingilin Gabriel,
hann heilsar henni við navn.
- Nú er Jesus vár skjøldur
- í hvørjum vanda.
2.
"Hoyr tú, jomfrú Maria,
tú ert ein liljuvand,
I skal føde det velsignede barn,
lovet være den hellig ånd.
3.
Hoyr tú, jomfrú Maria,
I er et liljekvist,
I skal føde det velsignede barn,
lovet være du, Jesus Krist."
4.
Tað var jomfrú Maria,
hon svarar eitt orð dertil:
"Jeg er Herrens tjenerinde,
mig ske, som Jesus vil."
5.
Jólanátt tey sótu,
føddur var Harrin so rein,
tá stóð alt í stilli,
bæði sól og máni skein.
6.
Jólanátt tey sótu,
føddur var Harrin so góð,
tá stóð alt í stilli,
bæði veður og vatn og flóð.
7.
Hvør, ið hesa vísuna syngur,
tá ið hann fer til sjó,
óræddur skal hann tann sama dag
bæði sigla og ró.
8.
Hvør, ið hesa vísuna syngur,
tá ið hann leggur seg at sova,
hann verður ei í svøvni svikin,
tað hevur sjálvur Jesus lovað.
Niðurskriva av V. U Hammershaimb eftir Jákup Mikkelsen úr Leynum í 1858.
B er skriva av V. U Hammershaimb eftir Jákup Jakobsen úr Kollafirði í 1858.
C er skriva av V. U Hammershaimb eftir ókendum heimildarfólki.
D er úr vísubókini hjá Rasmus Petersen á Sandi.