Signild og dvörgurin
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
|---|---|---|---|---|---|---|
| Denne teksten finnes på følgende språk ► | ||||||
Lesibók
Tórshavn 1911
Signild og dvörgurin
- 1.
- Signild slóg sín vev so fast,
- — saðla mær horsið fríða! —
- hvíta mjólk av bróstum sprakk.
- — Fram, fram, hvör ærlig' mann!
- til hóva lati eg ríða.
- 2.
- "Men hoyr tú, Signild, dóttir mín!
- hví springur mjólk av bróstum tín?"
- 3.
- "Tað er ikki mjólk, (tó) tað sýnist so,
- tað er tann mjöður, eg drakk í gjár."
- 4.
- "Tvey eru tingini, bæði eru ólík:
- brúnur er mjöður, men mjólk er hvít?"
- 5.
- "Tað dugir ei at dylja fyri teg:
- dvörgurin hevir lokkað meg.
- 6.
- Tað er fult í fimtan ár,
- dvörgurin vandist higar til vár.
- 7.
- Fimtan havi eg börnini borið,
- eingi havi eg klæðini skorið.
- 8.
- Fimtan havi eg börnini átt,
- eingi havi eg við eygum sætt."
- 9.
- Dvörgur stóð ei langt har frá,
- hann stóð við dyrnar og lýddi hará.
- 10.
- Alt stóð dvörgurin og lýddi á,
- hvussu hon segði síni móðir frá.
- 11.
- Dvörgurin inn í höllina gekk,
- gullband um hans herðar hekk.
- 12.
- Hann tekur í Signilds Ijósu hand
- og leiðir hana so til steinin fram.
- 13.
- Hann slóg yvir hana hermalín,
- leiðir hana so í stein til sín.
- 14.
- Han setti undir hana tann gylta stól,
- fimtan sveinar fyri borði stóðu,
- 15.
- "Tíggju skulu leika fyri tær,
- fimm skulu spæla fyri sjálvum mær.
- 16.
- Sumir kunna ringja,
- dvörgamál at syngja.
- 17.
- Sumir kunna at spæla væl
- bæði trummur og langaspæl."
- 18.
- Dvörgur fekk so stóra neyð,
- tá ið Signild lá í steini deyð.
- 19.
- Dvörgur fekk so stóra sorg,
- so rýmdi hann úr teirri borg.