Silvurlín
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Lesibók
Tórshavn 1911
Silvurlín
- 1.
- Börnini gráta á foldum,
- tað hoyrdi móðir undir moldum.
- 2.
- Á foldini gráta börnini smá,
- tað hoyrdi móðir, undir moldini lá.
- 3.
- So sára græt tann yngsti svein,
- at tað hoyrdi móðir í annan heim.
- 4.
- Silvurlín gongur fyri Mariu blíðu!
- "lova mær at vitja börnini míni!"
- 5.
- "Hvussu skalt tú tey funnið fá?
- tín hond er fölin, tín fót er sár.
- 6.
- Tak tú mínar glógvar
- á tínar sáru lógvar.
- 7.
- Og tak tú mín hin búgvin skó
- og drag upp á tín sára fót.
- 8.
- Lovi eg tær at ganga heim,
- tú vinn ikki livandi manni mein!
- 9.
- Lovi eg tær at ganga,
- tú ger ikki leiðina langa.
- 10.
- Verður tú ikki aftur, fyrr enn hösnini gala,
- seint kemur tú í himiríkis salir!"
- 11.
- Silvurlín tók at ganga
- myrka leið og langa.
- 12.
- Silvurlín vindur fingur í ring:
- "statt upp, Elin, lat meg inn!"
- 13.
- Elin tók at ræðast,
- hon hoyrdi tann deyða mæla:
- 14.
- "Tú tarft ikki, Elin, ræðast fyri mær,
- einki ger hesin deyði tær."
- 15.
- Silvurlín inn um dyrnar trein,
- og tekur hon upp tann fagra svein:
- 16.
- "Eg legði eftir mær öl og breyð,
- míni börn tey líða hungur og neyð.
- 17.
- Eg legði eftir mær høgindi blá,
- eg meinti, míni börn skyldu hvílt hará.
- 18.
- Eg legði eftir mær stór voxljús,
- men míni börn liggja í myrkum húsi.
- 19.
- Eg legði eftir mær altarabók,
- eg meinti, míni börn skyldu verða klók.
- 20.
- Eg legði eftir mær akur og ong
- og hartil dugandi ungan drong.
- 21.
- Elin, verður tú ikki góð við börnini míni,
- eg komi skjótt aftur at vitja tín."
- 22.
- "Fyrr havi eg verið teim stjúkmóðir stríð,
- nú skal eg vera teim móðir blíð.
- 23.
- Fyrr havi eg vera teim móðir kald,
- nú skal eg vera teim móðir bald."
- 24.
- "Nú líður at tí, at hösnini gala,
- eg fái ikki longur við teg talað.
- 25.
- Verði eg ikki aftur, fyrr enn hösnini gala,
- seint komi eg í himiríkis salir."
- 26.
- Silvurlín slóg sína hurð í gátt:
- "far væl, Elin, hav góða nátt!"
- 27.
- Vaknaði bóndin, í beinki lá:
- "hví munu míni börn á gólvinum gá?"
- 28.
- "Tí munu tíni börn á gólvinum
- gá, her var Silvurlín at vitja vár."
- 29.
- Bóndin fekk so tunga trá,
- hann sprakk av harmi, sum hann lá.