Skrímsla
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
|---|---|---|---|---|---|---|
| Denne teksten finnes på følgende språk ► | ||||||
Lesibók
Tórshavn 1911
Skrímsla
- 1.
- Tað var (um) ein halgan dag,
- man meg rætt um minna:
- bóndin fór á skógvin burt
- epli og aldin at finna.
- - Vinturin líður, sumarið kemur,
- jörðin gerst so blíða,
- grør so fagurt aldin undir líða.
- 2.
- Tað dregur at tí myrka æii,
- sólin líður at fjalli,
- bóndin vildi fegin og fúsur
- heima verið til halla.
- 3.
- Tað dregur at tí myrka æli,
- dagurin leið at kveldi:
- bóndin vildi fegin og fúsur
- heima verið í veldi.
- 4.
- Tað lættir í tað myrka ælið,
- lýsir um leið so langa:
- bóndin sá á skóginum
- skrímslið mikið móti sær ganga.
- 5.
- Skrímslið kom úr jörðini upp,
- mikið er Oðins evni,
- tigultalv í hendi ber
- og beint á bóndan stevnir.
- 6.
- Búgvið talv í hendi bar
- av hvíta fílabeini:
- so vóru teir terningar
- av reyðargulli reina.
- 7.
- Risin so til orða tekur,
- ríkur av tröllskum alvi:
- "setist niður, søtin mín,
- vit leikum títt við talvi!"
- 8.
- Bóndin svaraði og sagði:
- "nei, tað má ei so vera,
- eg havi ikki lært at leika talv
- ella nakra skemtan gera."
- 9.
- "Tú mant Ijóta at leika talv,"
- segði tann tussin harði,
- "kosta skal hövur mítt ella títt,
- men hvörki góðs ei garðar."
- 10.
- Bónðin dvaldist ei leingi tá,
- hann fann uppá tey ráð:
- hann dregur uppá seg sigurhanskar,
- sigur mundi hann fá.
- 11.
- Bónðin leyt tá leika talv,
- tóat hann treyður vildi;
- so fell teirra fundur út,
- sigurin honum fylgdi.
- 12.
- Teir telva títt, teir telva dátt
- hvörki um góðs ei garðar,
- risin tapti lív og lund,
- hövur og heysin harða.
- 13.
- "Í talvi hevir tú vunnið meg,
- og mant væl av gávum rósa:
- lova nú mær at loysa lív,
- sum sjálvur tú vilt kjósa."
- 14.
- "Lovi eg tær at loysa lív,
- flyt mær fram ið fyrsta,
- virtur og vín og aldinsvín
- og alt tað, ið lív kann lysta!
- 15.
- Tú skalt mær til hallar føra
- breiða borg og langa
- bæði við veggir og víngarðar
- alla ævi standa.
- 16.
- Har skal gólv á grundum vera
- av hvítum marmorasteini,
- rævur av seigum sifrisviði,
- veggir av fílabeini.
- 17.
- Har skal gólv á grundum vera
- tigulstein sum tinna,
- takið takt við blýggi blátt,
- tað besta sum man kann finna.
- 18.
- Har skulu seggja seingir síggjast
- gjördar við gólvið niðri
- bæði við beð og blæur
- á fullar av Fenixfidri.
- 19.
- Har skulu seggja seingir síggjast
- av dýrum dúni full,
- síðan alt við purpurklæði
- og reina reyðargull.
- 20.
- Har skal kelda kurtalig,
- góðan grip skal kalla,
- full við dýrar drykkir tá
- vítt um vörild alla.
- 21.
- Har skal kelda kurtalig
- alla ævi renna,
- har skal eingin livandi
- til sótt ella sjúkdóm kenna.
- 22.
- Har skal eingin sjúkur verða,
- fyrr enn sjálvur lystir at deyða;
- ella eg höggi hövur av tær
- sum ein hund til heyg.
- 23.
- Har skal eingin sjúkur verða,
- fyrr enn sjálvur lystir at velja;
- ella eg höggi hövur av tær
- sum ein hund til heljar.
- 24.
- Har skal bæði matur og drekka
- flytast fram at borði;"
- risin vil ikki láta iív,
- hann játtar í hvörjum orði.
- 25.
- Bóndin fagnar brúður blítt,
- hann kemur heim á kveldi:
- "vænta man eg virðið mítt
- vaxa brátt í veldi."
- 26.
- Bóndans kona til orða tekur,
- tók so sárt at gráta:
- "so man skrímslið skiljast við teg,
- tú mant livið láta."
- 27.
- Bóndin sovnar alvæl fast
- blítt á brúðar armi;
- risin sankar gullið saman
- troyttur og tungar av harmi.
- 28.
- Skrímslið fór bæði um sjógv og sand,
- dalir og førslu fjöll,
- hann flutti borg í bóndans garð
- við góðs og gripum öll!
- 29.
- Hann mundi honum til hallar føra
- breiða borg og langa
- bæði við veggir og víngarðar
- alla ævi standa.
- 30.
- Hann mundi honum til hallar føra,
- tað var ið tað fyrsta,
- virtur og vín og aldinsvín og alt tað,
- ið lív kann lysta!
- 31.
- Har mundi gólv á grundum vera
- av hvítum marmorasteini,
- rævur av seigum sifrisviði,
- veggir av fílabeini.
- 32.
- Har mundi gólv á grundum vera
- tigulstein sum tinna,
- takið takt við blýggi blátt,
- tað besta sum man kann finna.
- 33.
- Har skulu seggja seingir síggjast
- gjörðar við gólvið niðri
- bæði við beð og blæur á
- fullar av Fenixfiðri.
- 34.
- Har skulu seggja seingir síggjast
- av dýrum dúni full,
- síðan alt við purpurklæði
- og reina reyðargull.
- 35.
- Har skal kelda kurtalig,
- góðan grip skal kalla,
- full við dýrar drykkir tá
- vítt um vörild alla.
- 36.
- Har skal kelda kurtalig
- alla ævi renna,
- har skal eingin livandi
- til sótt ella sjúkdóm kenna.
- 37.
- Har mundi bæði matur og drekka
- flytast fram at borði,
- risin vildi ei missa lív,
- hann helt væl síni orð.
- 38.
- Bóndin kemur út árla morgun
- glaður fyri uttan vanda:
- hann sær eina stóra borg
- fyri sínum durum standa.
- 39.
- Bóndin kemur út árla morgun
- sær sær einki at meini,
- risin treiv um hansara lær,
- hann klóraði hann inn at beini.
- 40.
- Bóndin kemur út árla morgun
- alt fyri uttan sút,
- risin treiv í hansara kvið,
- so indrini hingu út.
- 41.
- Bóndin liggur á grønum völli,
- mestur er hann deyður,
- teir studdu hann inn á borgina,
- hann kendi tá ikki til neyð.
- 42.
- Bóndin heilsaði brúður blítt,
- tá hann kom heim á kveldi;
- tað eru kongar tíggju og tólv,
- minni hava makt og veldi.
- 43.
- Bóndin er bæði fegin og blíður,
- mildur av gævuleiki,
- tað eru kongar tíggju ella tólv,
- minni hava ráð og ríki.
- 44.
- Bóndans kona er búgvin við barn,
- (ber) skrúður og skarlak reyð:
- "eg eri tí rædd av risans ráðum,
- hann troyggjar á bóndans deyð."
- 45.
- Bóndin hevir alt, ið lív kann lysta,
- bæði úti og inni,
- troyttast man nú tungan min,
- eg skemti ei longur á sinni.