Torkils døtur

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen

Lesibók
Tórshavn 1911


Torkils døtur


1.
Torkil eigir sær døtur tvær,
— at dansa —
leingi á morni svóvu tær.
— har vil eg á gólvið fram at dansa,
tó at tú vilt mær lív í vanda,
væl er mær ansað.


2.
Tær svóvu sær so leingi,
til sól skein á teirra seingir.


3.
Tær sova sær so leingi á dag,
til sól skín á teirra seingjarstað.


4.
Torkil gongur til búðar,
vekir upp døtur prúðar.


5.
"Statt upp, Katrin dóttir mín,
kirkjumaður bíðar tín!"


6.
"Vil hann ikki bíða,
bið hann undan ríða!"


7.
Katrin setist á seingir,
klæðist væl og leingi.


8.
Hon fór í ein silkiserk,
níggju moyggja handaverk.


9.
Uttan yvir í mottulin blá,
gull eftir hvörjum seymi lá.


10.
Katrin setist á songarstokk,
so fór hon í ein skarlakssokk.


11.
Skarlakssokk við búgvin skó,
hvítar hendur í vatni tvó.


12.
Hon tók til sín góða gullkamb,
kembur sítt hár við silkiband.


13.
Kembur sítt hár við silki smá,
gullkrúnu setir hon omaná.


14.
Katrin gongur í rossahús,
loysir hon tann gangara út.


15.
Hon loysir út ein, hon loysir út tvá,
tann besta legði hon saðil á.


16.
Har var eingin knektur hjá,
sjálv legði Katrin boygslið á.


17.
Har var eingin knektur í lund,
sjálv legði Katrin boygsl í munn.


18.
Katrin reið eftir götuni fram,
tað glumdi sum hennar gangari rann.


19.
Tá ið hon kom har suður í líð,
møttu henni vallarar trír.


20.
Tá hon kom har skamt ífrá,
møttu henni vallarar tvá.


21.
Tá hon kom har mitt á leið,
møtti henni vallari ein.


22.
"Hoyr tú, Katrin, eg tali til tín,
vilt tú vera mítt kvöldarvív?


23.
Hvat vilt tú láta títt unga lív,
heldur enn vera mítt kvöldarvív?"


24.
"Fyrr vil láta mítt unga lív,
heldur enn vera títt kvöldarvív. "


25.
Vallarin sínum svörði brá,
hann hjó Katrinu í luti tvá.


26.
Har sum hennara blóðið dreiv,
tendraðist Ijós á hvörjari leið.


27.
Har sum hennara hövdið lá,
sprakk ein kelda við heiluvág.


28.
Har sum hennara bulurin lá,
reistist ein kirkja við krossi á.


29.
Vallarin heim í garðin fór,
úti Torkil fyri honum stóð.


30.
"Hoyr tað, vallarin, eg tali til tín,
sá tú ikki Katrin dóttir mína?"


31.
"Jú, fullvæl eg hana sá:
í Mariu kirkju var hon ígjár.


32.
Torkil, Torkil, læna mær hús,
eg eri mær so sára sjúkur!"


33.
"Húsini eru til reiði,
um vallarar vóru fleiri."


34.
"Ása lítla, tendra Ijós,
vallarin er til seingjar fús!"


35.
Ása gongur til seingjar,
reiðir undir sjúkum dreingi.


36.
"Ása lítla, sov hjá mær,
silkiserkin gevi eg tær!"


37.
"Lat meg fyrst tann serkin sjá,
síðan skal eg tær sova hjá."


38.
Tá ið hon tann serkin sá,
systir merki kendi hon á.


39.
"Ása lítla, sov hjá mær!
möttulin bláa gevi eg tær."


40.
"Lat meg fyrst tann möttulin sjá,
síðan skal eg tær sova hjá."


41.
Tá ið hon tann möttulinn sá,
systir merki kendi hon á.


42.
"Ása lítla, sov hjá mær!
eina gullkrúnu gevi eg tær."


43.
Lat meg fyrst tá gullkrúnu sjá,
síðan skal eg tær sova hjá."


44.
Tá ið hon tá gullkrúnuna sá,
systir merki kendi hon á.


45.
Ása smeldi hurð í gátt:
"vallari, hav nú góða nátt!"


46.
Ása gongur fyri faðir sín :
"vallarin hevir dripið dóttir tína."


47.
"Hvör torir mær tey boð at bera?
ella hvor tordi tann gerning at gera?"


48.
"Eg tori tær tey boð at bera,
vallarin tordi tann gerning gera."


49.
Torkil heitir á sveina tvá:
"gangið á skóg og kyndið bál!


50.
Gangið á skógv og kyndið bál!
har skal vallarin brenna á."


51.
Tað var um eina morguntíð,
vallarin brann í grønari líð.


52.
Tað var um eina morgunstund,
vallarin brann á grønari lund.