Um huldufolk

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Um huldufolk


Af
Anker Eli Petersen
© 2005.


Tær vanligastu yvirnatúrligu verurnar í Føroyum og Íslandi eru tey sokallaðu huldufólkini, eisini rópt álvar. Lýsingarnar av hvussu tey sóu út, eru eitt sindur ymsar, men vanligasta hugsanin er, at tey vóru størri enn vanligt fólk, svarthærd og í ílætin grá klæði. Summar keldur vilja eisini vera við, at tey høvdu kalt blóð.
   Huldufólkini livdu eitt slag av paralell tilveru við menniskjuni. Tey búðu í klettum og heyggjum, og yvir allar Føroyar eru støð ið sigast hava verið íbúgvin av huldufólki, t.d. hin sokallaði Álvheyggurin sunnanfyri bygdina Vík á Streymoynni.
   Huldufólkini livdu sum fólk flest, tey hildu seyð og neyt, sum av og á vóru at síggja í haganum. Huldumennirnir fóru til útróðurs sum vanligir menn og tað finnast mangar frásagnir um bátsmanningar ið hava sæð huldubátar við oyggjarnar. Tað eru enntá søgur um menn ið hava verið á útróðri saman við huldumonnum.


Hitt hulda fólkið.

Huldufólk merkir "tey huldu/ósjónligu fólkini. Tey vóru rom í gandi og dugdu at dylja seg sjálvi, sítt fæ og sín fenað frá mannaeygum. Vanligt var at siga um ting ið hvurvu fyri einum, at huldan hevði tikið tey. Tað finnast eisini uppskriftir, ið nevna ein sokallaðan "huldanhatt", t.v.s. ein hatt ið gjørdi at tann ið bar hann gjørdist ósjónligur.


Hitt vandamikla fólkið.

Huldufólkini vóru vanliga mett at vera vandamikil, og tey máttu viðfarast við varni. Um tey av einhvørjari orsøk gjørdust firtin inn á fólk, kundu tey finna upp á at hevna seg í ólukku mát.
   Tað finnast mangar søgur um menn, ið hava møtt huldumanni í haganum, sum hevur roynt at troðka teir út av homrum og eggjum. Aðrir hava beinleiðis barst við teir fornisku, og tað eru enntá søgur um menn, ið eru vornir illa løstaðir ella dripnir av teimum gráklæddu huldumonnunum. Hesir samanbrestir kundu standast av trætum um seyð, at viðkomandi hevði traðka á huldubúgvið ella av at fólk ikki yvirhildu galdandi tabu-viðtøkur, ið so víðari førdi við sær, at huldufólkið fekk vald á teimum.
   Tað framgongur skilliga av huldusøgunum, at tey ofta royndu at fáa vald á vanligum menniskjum. Um t.d. ein huldugenta beyð einum kristnum manni okkurt at drekka, so mátti hann minnast til at blása froðan omanav ølinum ella mjólkini, tí í honum lá óminnið, ið gjørdi at ein gloymdi alt uttan um seg og kom undir vald huldufólksins.


Tey býttu.

Nýfødd børn ið enn ikki vóru doypt ella høvdu fingið tenn, vóru serliga útsett fyri gandi. Í hesum vandamikla tíðarskeiðinum, mátti fólk altíð vera um barnið, annars var vandi fyri at tað var umbýtt, t.v.s. at huldufólkini tóku tað og løgdu sítt egna í staðin. Tey umbýttu umbýttu børnini grótu illa, ótu gramliga og tá tey vuksu til, gjørdust tey evnaveik ella hjálparsleys. Føroyska orðið „býttur", í merkingini evnalítil, stavar frá tílíkum fyristillingum.
   Tað bar tó til at fáa sítt egna barn aftur frá huldufólkunum (sí søguna um huldubarnið), men tað var langt fra altíð at tað bar til.
   Tað kom eisini fyri at smá børn, sum vóru einsamøll úti, vórðu tikin av huldufólki. Onkuntíð vóru tey afturfunnin langar vegir burtur frá bygdum og søgdu frá, at stórur maður hevði borið teimum mat.


Tey veruligu huldufólkini.

Tey veruligu huldufólkini, um ein kann siga so, hava ikki nógv til felags við teir siðiligu og romantisku álvarnar, ið vit hitta í teimum nútímans, Tolkien inspireraðu, fantasy-bókmentunum. Ikki so at skilja, at tað er nakað skeivt í fatanini hjá Tolkien og øðrum, men í norðurlendskum og enskum keldum finnast ikki serliga nógvar romantiskar søgur um huldufólk, álvar, hill-people, elverfolk, troll, skogsrå ella hvussu tey annars kallast.


Prügelknabe.

Fólkatrúgvin lýsir heldur huldufólkini sum snarsint, illnatin og ágangandi. Tey líkjast ógvusligum spegilsmyndum av mannasinninum, serliga teimum pørtunum vit ikki vilja vera við.
   Teirra virkisøki tykist í stóran mun at vera okkurt slag av óveruligum "prügelknabe", okkurt ein kann nýta sum undanførslu mótvegis óskiljandi hendingum og hugtøkum. Vónloysi hjá foreldrunum yvir psykiskar ella fysiskar defektir hjá barninum, fólk ið hvurvu uttan orsøk, familjur ið av einari ella aðrari orsøk ofta vóru rakt av óhappi ella vanlukkum, og so framvegis. Alt hitt óskiljandi og ófysna mátti standast av onkrum, og hvat er lættari enn at ákæra tann óveruliga fyri tað óítøkiliga.
   Hetta, at nýta tey fornisku sum undanførslu fyri tað óskiljandi er annars vanligt í øllum mentanum. Samanber t.d. danska hugtakið "ellevild", um ein ið er gripin av einhvørjum slagi av ørskapi. Danir mettu, at um ein dansaði við "ellepigerne" álvagentunum, so gjørdist ein ørur í høvdinum.


Nemesis.

Ein onnur funktión hjá huldufólkinum, líka sum hjá øðrum forniskum verum, var at virka sum nemesis, tey ið kravdu hevnd, mótvegis tí, sum av einari ella aðrari orsøk høvdu forbrotið seg mótvegis galdandi tabu-viðtøkum.
   Um tað var mett at vera neyðugt at halda okkurt slag av almennum ella sjálvásettum landaskili, so kundi tað vera hent at hava okkurt dømi um, hvat tey fornisku høvdu gjørt við tey ólukkudýrini ið høvdu forbroti seg móti tí. Um vit siga við børnini, at huldufólkini fara at taka tey, um tey renna einsamøll úti um kvøldarnar, so kunnu vit vera nøkulunda vís í, at tey halda seg heima. Hvørji spor hetta setur í barnasinnið er so ein heilt onnur søga, tað er helst ein spurningur um prioritering.


Og tó.

Tað eru tó søgur um fólk, ið komu saman við huldufólki uttan vanda og stríð, og tað hendi eisini at huldufólk beinleiðis hjálptu menniskjunum.
   Ein søgn úr Gásadali sigur enntá, at ein av bóndunum har hevði kynsligt samband við eina huldukonu og fekk eina dóttur við henni (sí "Brúdleypið í Stapa").


Tá ljósið kom, hvurvu huldufólkini.

Tað er vanligt at siga, at huldufólkini hvurvu tá ravmagnið kom til Føroyar. Teir hóttandi skuggarnir vóru riknir úr bygdum og býum av bjørtum gøtulyktum, og tann ið sat einsamallur og skalv í myrkrinum, kundi bara trýsta á kontaktina, so var aftur ljóst og trygt í tí kenda umhvørvinum.
   Men, vit hava ofta hug at gloyma onnur ting, sum kanska í enn størri mun orsakaðu at huldufólkini rýmdu. Um somu tíð sum ravmagnsverkini vóru bygd, gjørdist flutningsmøguleikarnir fleiri og betri. Gomlu róðrarbátarnir fingu motorar, strandferðsluskipini fóru at sigla millum oyggjarnar, bilarnir gjørdist vanligir og veganetið varð útbygt.
   Tað var sostatt ikki longur neyðugt hjá troyttum, svongum og tystum fólki at ganga um fjøll í øllum veðri. Og tað er frá fólki ið hava verið útsett fyri ógvusligum umstøðum, at søgurnar um yvirnatúrligar hendingar stava.
   Kroppslig og sálarlig møði, svøvnmangul, psykotiskt óskil, góðtikin yvirtrúgv og, so løgið tað ljóðar, ótilvitaða trongdin hjá heilanum til skil og skilvísi, tað er hitt gráa marknaðarøkið har huldufólkið ræður.