Gylvaginning

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Har du husket å støtte opp om ditt favoritt kulturprosjekt? → Bli en Heimskringla-venn og gi et bidrag til Heimskringla.no.

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Original.gif Dansk.gif Svensk.gif Faeroysk.gif
Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif


Gylvaginning
(Yvirsjón Gylva)


Týtt hevur
Anker Eli Petersen
© 2005.


1. Um Gevjun.

Gylvi kongur ráddi fyri teimum londum ið nú rópast Svítjóð. Frá honum er sagt, at hann, sum løn fyri gott undirhald, einaferð gav einari fjakkarakonu so mikið plóglendi, sum hon við fýra oksum kundi draga upp eftir einum samdøgri. Men, kvinnan, ið róptist Gevjun, var af ása ætt. Hon tók fýra oksar norðan úr Jøtunheimum, sum hon átti við einum jatna, og spenti teir fyri plógvin. Plógvin gekk so breitt og djúpt, at lendið loystist, og oksarnir drógu tað út á hav, vestureftir, til teir vóru onkunstaðnis í sundinum. Har setti Gevjun landið og rópti tað Selund (Sæland). Har landið var loyst, er nú eitt vatn. Tað er nú Løgurin (Mälaren) í Svítjóð. Har víkir eru í Løgi, eru nes á Selund. Skaldið Bragi hin gamli sigur soleiðis:

1.
Gevjun dró frá Gylva,
í dráttaroksa sveitta,
glað tær ríku ognir
ið Danmark øktu.
Átta eygu høvdu
oksarnir ið drógu,
fýra høvd ið ryktu
ta vøkru oynna burtur.


2. Gylvi kom til Ásgarðs.

Gylvi kongur var vitugur og fjølkunnugur maður. Tað undraði hann, at æsir vóru so kunnugir, og hvussu tað bar til, at alt gekk teimum til vildar. Hann grundaði, hvørt hetta kom av teirra egnu ávum, ella av teirri gudamegi teir blótaðu til. Hann gjørdi sær tí ferð til Ásgarðs, duldur sum ein oldingi, so eingin skuldi kennast við hann. Men æsir vóru vísari enn Gylvi. Teir nýttu spádómskynstur, og vistu tí av ferðini, longu áðrenn hann var komin leiðina fram. Teir sendu sjónarhvørvingar ímóti honum, so hann, tá hann kom inn í borgina, sá eina høll so stóra, at valla sást yvir hana. Tekjan á høllini var løgd við gyltum skildrum, júst sum spóntekjur. Tjóðálvur hin hvínverski sigur, at Valhøll var tekt við skjøldrum:

2.
Á baki létu blikja,
barðir váru grjóti,
Sváfnis salnæfrar,
seggir hyggjandi

Í hallardurum sá Gylvi ein mann ið spældi sær við knívar, og hevði sjey á lofti í senn. Hesin spurdi hann at navni, og Gylvi svaraði at hann æt Ganglæri, at hann var vilstur og leitaði sær skjól fyri náttina. Hann spurdi mannin hvør átti høllina.
   Maðurin svaraði, at tað gjørdi kongur teirra. "Eg skal fylgja tær til hansara, so kanst tú sjálvur spyrja hann at navni." So snúvist maðurin og fór undan honum inn í høllina - hann so eftir og hurðin lokaðist eftir honum.
   Innkomin sá Gylvi mong gólv og mikið fólk, summir leiktu, summir drukku og summir bardust við vápnum. Han leit seg um, og sá mangar undrunnarverdar lutir. Hann tók tá soleiðis til:

3.
Áður enn ein fer innar,
skulu allar gáttir
skoðast væl,
kannast væl,
tí ilt er at vita,
hvar óvinir sita
inni á beinkjum.

Innkomin sá hann trý hásæti, hvørt yvir øðrum. Har sótu tríggir menn, hvør í sínum sessi. Tá spurdi Gylvi, hvat høvdingar teirra róptust.
   Maðurin ið hevði fylgt honum innar svaraði, at hann í niðasta hásætinum var kongur og róptist Høgur. Tann næsti rópast Javnhøgur og hin ovasti Triði.
   Høgur spurdi hin komandi hvørji ørindi hansara vóru, og sendi boð eftir mati og drekka til til hansara, sum siður var í Háva høll.
   Ganglæri segði, at hann fyrst vildi spyrja um onkur søgufróður maður var til staðar.
   Høgur svaraði, at hann ikki skuldi fara óvitandi haðani , -

4.
"og statt fram
meðan tú fregnast,
sit meðan svarað verður."


3. Um Alfaðirin.

Ganglæri hevjaði rødd sína og spurdi:
   "Hvør er mætastur og elstur av øllum gudum."
   Høgur svaraði:
   "Hann kallast Alfaðir á okkara máli, men í Ásgarði hinum forna, hevði hann tólv nøvn. Hitt fyrsta er Alfaðir, annað er Herran ella Herjan, triðja er Nikar ella Hnikar, fjórða er Nikuður ella Hnikuður, fimta Fjølnir, sætta Óski, sjeynda Ómi, áttanda Fifliði ella Biflindi, níggjunda Svíður, tíggjunda Svíðrir, ellivnta Viðrir og tólvta Jálg ella Jálkur."
   So spurdi Ganglæri:
   "Hvar er gudur tykkara, hvat megnar hann og hvørji megnarverk hevur hann framt?"
   Høgur svaraði:
   "Hann livir um allar ævir og stjórnar øllum ríkjum sínum og ræður í øllum lutum, stórum sum smáum."
   Javnhøgur segði:
   "Hann smíðaði himin og jørð, hválvið og alt sum í teimum er."
   Triði segði:
   "Hansara størsta gerð er tó, at hann skapti menniskja og gav tí anda, so tað skal liva og aldrin týnast, hóast likamið fúnar undir moldum, ella verður brent til øsku. Allir menn ið halda seg til rættan sið (trúgv), skulu liva, og koma til hansara í Gimli ella Víngólvi. Men óndir menn fara til Heljar og haðani til Nivlhel, niðri í níggjunda heimi."
   Ganglæri spurdi:
   "Hvar var hann áður enn himin og jørð vóru til?"
   Høgur svaraði:
   "Tá var hann hjá rímtussum."


4. Um Nivlheim og Múspel.

Ganglæri mælti:
   "Hvat var upphavið, hvussu fór tað fram, og hvat var frammanundan?"
   Høgur svaraði:
   "Í Vøluspá verður tikið soleiðis til:

5.
Árla í øldum,
á Ymis døgum,
var hvørki hav ella sandur
ella svalar aldur.
Jørðin fanst ikki,
eiheldur himmalin,
bert gapandi tómleiki,
og ongin gróður.

Tá mælti Javnhøgur:
   "Mangar øldir frammanundan at Jørðin var til, varð Nivlheimur gjørdur. Miðskeiðis í honum liggur keldan Hvergelmir, og úr henni renna áirnar: Svøl, Gunntrá, Fjørm, Fimbultul, Slíður og Ríður, Sylgur og Ylgur, Við og Leiptur. Næst Helgrindum rennur Gjøll."
   Triði mælti:
   "Frammanundan var tó ein heimur á suðurhálvuni ið eitur Múspel. Hann er ljósur og heitur, og alt í honum stendur í ljósum loga. Hesin heimur er ikki farandi hjá teim ið ikki eiga heima har. Við landsendan situr hann ið rópast Surtur á varðhaldi. Hann hevur eitt logandi svørð, og við veraldar enda, skal hann herja og sigra á øllum gudum og svíða allan heimin av við eldi. Í Vøluspá verður tikið soleiðis til:

6.
Surtur fer sunnan
við svíðandi leyvi,
sólin bleiktrar
í stríðsguda svørði.
Bjørgini rapa,
gívrar stumbla,
hælir troða heljarveg
og himinin klovnar.


5.

Ganglæri mælti:
   "Hvussu gekk tað fyri seg, tá mannaættin varð til og tók at nørast í tali?"
   Høgur mælti:
   "Tá áirnar, ið rópast Elivágir, vóru komnar so langt frá uppsprettuni, at eiturmóran í teimum harðnaði sum sindran ið rennur frá eldinum, frysti hon og var til ís. Og tá ísurin stadnaði og ikki rann longur, tá frysti tað omaná. Droparnir ið stóðu úr eitrinum frystu til rím, og rímið legðist í løgum, hvørt yvir annað oman ímóti Ginnungagapi."
   Tá mælti Javnhøgur:
   "Norðari parturin av Ginnumgagapi fyltist av tyngd og trega av ísi og rími, og har inni ífrá stóð sirm og gjóstur. Men suðurhálvan av Ginnungagapi lættari orsaka av neistum og glóðum úr Múspelsheimi."
   Tá mælti Triði:
   "Líka sum kuldin og ófýsi stóð úr Nivlheimi, so var alt nærhendis Muspelsheimi heitt og ljóst, og Ginnungagap var lýtt sum luftin í logn. Har rímið og guvan frá hitanum møttust, bráðnaði og dreyp, og av teimum rímdropunum kviknaði ein mannalík vera orsaka av tí megini ið sendi hitan. Hesin var nevndur Ymir, men rímtussar kallað hann Eyrgelmi, og frá honum stava rímtussa ættir, sum tikið verður til í Vøluspá tí skømmu:

7.
Vølur allar
koma frá Viðálvi,
og gandakallar
stava frá Vilmeiði,
seiðmenn allir
koma frá Svarthøvda,
og allir jatnir
koma frá Ymi.

Og soleiðis sigur jatnin Vavtrúðnir:

8.
Úr Elivágum
stukku eiturdropar
og vuksu til jøtunin,
okkara ættir
komu frá honum,
tí er okkar ætt so ill.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvussu vuksu ættirnar haðani og hvussu bar tað til at fleiri fólk vóru til? Metir tú hann tú júst hevur sagt frá sum gud?"
   Høgur svaraði:
   "Hann er ikki gudur fyri onnur enn jatnar. Hann var illur í sær, sum allir hansara ættmenn, ið vit rópa rímtussar. So sigst, at meðan hann svav, fór hann at sveitta. Tá vuksu maður og kona fram undan vinstra armi, og annar fótur hansara gat ein son við hinum. Haðani stavar rímtussa ættin, og hin gamla rímtussan, kallað vit Ymir."


6. Frá Eyðhumlu og upphavi Óðins.

Tá mælti Ganglæri:
   Hvar bygdi Ymir, og hvussu lívbjargaði hann sær?"
   Høgur svaraði:
   "Aðru ferð rímið dreyp, varð tað til eina kúgv. Hon æt Eyðhumla, og úr júrðum hennara runnu fýra mjólkaráir, ið lívnørdu Ymir."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Hvørjum livdi kúgvin av?"
   Høgur svaraði:
   "Hon slokti teir søltu rímsteinarnar, og fyrsta dagin hon slokti, kom mannahár fram úr steininum. Annan dagin kom mannshøvur fram, og triðja dagin var har ein heilur maður. Hann nevndist Búri, var fagur í útsjónd, stórur og sterkur. Hann gat ein son ið æt Bor, og hesin fekk eina konu ið æt Bestla, dóttir jatnan Bøltorn. Tey fingu tríggjar synir, ein æt Óðin, annar Vili, triðji Ve, og tað er mín trú, at hesin Óðin og brøður hansara munnu stýra himin og jørð. Soleiðis eitur tann maður ið vit meta vera tann klókasta og mætasta, og tað kanst tú væl eisini kalla hann."


7. Um drápið av Ymiri og frá Bergelma.

Tá mælti Ganglæri:
   Hvussu sótu teir um sátt, og hvør teirra var mætastur teirra?"
   Tá svaraði Høgur:
   "Bors synir drupu jatnan Ymir, og tá hann fall, tá sprændi so mikið blóð úr sárum hansara, at teir við tí druknaðu alla rímtussaættina. Bara ein teirra kom undan við sínum húski, og hann kalla jatnir Bergelmi. Hann fór upp á lúður sín við konuni, og helt sær har. Frá teimum stava allar rímtussa ættir. Sum tikið verður til:

9.
Ótaldar vetrar
áðrenn jørðin varð til,
tá varð Bergelmi borin.
Tað fyrsta eg minnist
er tá hin vísi jatnin
var lagdur á lúður.


8. Bors synir skapa himin og jørð.

Tá segði Ganglæri:


   "Hvat framdu Bors synir, síðan tú heldur at teir eru gudar?"
   Høgur svaraði:
   "Tað er ikki smávegis at siga frá um tað. Teir tóku Ymir og fluttu hann mitt í Ginnungagap og gjørdu jørðina burtur úr honum. Sjógvin og vøtnini gjørdu teir av blóði hansara. Jørðin var gjørd av holdinum, og bjørgini av beinunum. Grót og urðir gjørdu teir av tonnum og jakslum og brotnaðum knotum."
   Tá mælti Javnhøgur:
   "Av blóðinum ið goysti úr sárum hansara, gjørdi teir sjógvin. Í honumgyrdu og festu teir jørðina, og løgdu í ring um hana, og tað mann tykjast flestum monnum ovmikið at koma yvir um havið."
   Tá mælti Triði:
   "Teir tóku heysin á honum og gjørdu himnahválvið av honum. Teir settu tað so yvir jørðina við fýra hornum, og undir hvørjum horni settu teir ein dvørg. Dvørgarnir rópast Eystur, Vestur, Norður og Suður. So tóku teir leysar gløður og neistar, ið flugu úr Múspelsheimi, og settu tær á himmalin, bæði uppi og niðri, til at lýsa yvir himmal og jørð. Teir góðu glóðunum hvør sína støðu, summar á himni, og aðrar leysar undir hválvinum. Men teir góvu teimum eisini ávís støð, og skipaðu teirra ferð. So er sagt í fornum vísundum, at frá teirri tíðini vóru dagar og ár roknaði. Í Vøluspá verður sagt soleiðis:

10.
Sólin visti
ei hvar hon búði,
mánin kendi
ei sína megi,
stjørnurnar kendu
ei sína støðu.

Soleiðis var tað áðrenn at jørðin varð til."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Hetta eru mikil tíðindi eg nú hoyri. Stórverk og framúrskarandi væl gjørt. Hvussu var skapið á jørðini hættað?"
   Tá svaraðu Høgur:
   "Hon er kringleidd uttan, og kring hana liggur hitt djúpa havið. Við tær strendurnar góvu teir lond til jatnaættirnar at búseta seg. Men inni á jørðini bygdu teir eina borg um heimin, sum verju ímóti ágangi frá jatnum. Teir nýttu eygnabrýrnar av Ymiri til at byggja verndargarðin, og tað borgina róptu teir Miðgarð. Teir tóku eisini heila hansara og kastaðu hann upp í loft, og gjørdu skýggini av honum. Sum tikið verður til:

11.
Úr Ymis holdi
var jørðin gjørd,
og sjógvur av sveita,
bjørg úr beinum,
kjarr av hári
og himin av heysi.



12.
Og av hansara brúm
gjørdi blíðir gudar
Miðgarð til manna synir,
Av hansara heila,
vóru tey hugtungu
skýggini øll gjørd.


9. Bors synir skapa Ask og Emblu.

Tá mælti Ganglæri:
   "Tað tykist mær at teir hava fingið mangt av skafti, tá jørð og himmal vóru gjørd, og sólin og himnakropparnir vóru sett og dagar skipaðir. Men hvaðan komu tey fólk sum nú búgva í heiminum?"
   Tá svaraði Høgur:
   "Tá Bors synir gingu við sævarstrond, funnu teir tvey trø, sum teir tóku upp og gjørdu til fólk. Hin fyrsti gav teimum anda og lív, annar vit og rørslu, og hin triði ásjón, mál og hoyrn og sjón, og harafturat klæði og nøvn. Maðurin æt Askur og kvinnan Embla, og frá teimum stavar mannaættin, sum búsettist í Miðgarði.
   Síðan bygdi teir sær borg í miðjum heimi ið róptist Ásgarður, men sum vit rópa Trója. Har búsettust gudarnir og ættfólk teirra, og haðan frættust mong tíðindi og frásagnir, bæði á himni og jørð. Har er ein staður ið rópast Liðskjálv, og tá Óðin settist í hásæti har, sá hann um allar heimar og hvørs manns atferð, og hevði skil á hvørjum luti hann sá.
   Kona hansara æt Frigg Fjørgynsdóttir, og frá teimum stavar tann ættarbólkur vit rópa æsir. Hetta er ein gudaætt sum hevur búð í tí, vit rópa gamla Ásgarð og teimum londum ið liggja har um leiðir.
   Hann kann av røttum rópast Alfaðir, tí at hann er faðir at øllum gudum og menniskjum, og øllum ið varð fullgjørt av honum og hansara mátti.
   Jørðin var dóttur og kona hansara. Við henni gat hann tann fyrsta sonin, og tað var Ása-Tórur. Hann er bæði mætur og sterkur, og tí vinnur hann á øllum livandi.


10. Hvussu dagur og nátt vóru til.

Nørvi, ella Narvi, æt ein jøtun, sum búði í Jøtunheimum. Hann hevði eina dóttur ið róptist Nátt. Hon var svørt og døkk, sum slagið hon var runnin av, og gift einum manni ið æt Naglfari. Sonur teirra æt Eyður. Seinni giftist hon manni ið æt Ánar, og tey áttu dóttrina Jørð. Seinast hevði Dellingur hana. Hann var av ásaæt og sonur teirra róptist Dagur. Dagur var ljósur og fagur sum faðirsættin.
   Alfaðir tók Nátt og sonin Dag og gav teimum hvør sín hest og kerru, og sendi tey upp á himnahválvið at ríða um jørðina hvørt samdøgur. Fyrst ríður Nátt á hestinum Rímfaksa, og hvønn morgun falla droparnir úr boksli hansara sum døgg á jørðina.
   Hesturin hjá Degi eitur Skinfaksi, og av faksi hansara fellur ljós á himmal og jørð."


11. Um Sól og Mána.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvussu stýrir hann gonguni hjá sól og mána?"
   Høgur svarar:
   "Ein maður ið nevndist Mundilfari átti tvey børn. Tey vóru so føgur og fríð, at hann kallaði sonin Mána og dóttrina Sól. Hon giftist við einum manni ið róptist Glenur. Men gudarnir reiddust um hesa hugmóð, tóku børnini og settu tey upp á himmalin. Sól varð sett at koyra teir hestar ið drógu kerruna hjá sólini, sum gudarnir høvdu skapað úr einari glóð, ið var fokin úr Muspelsheimi, fyri at upplýsa heimarnar. Hestarnir rópast Árvakur og Allsvíður. Undir bógvarnar á hestunum settu gudarnir tveir vindbjólgar at køla teir. Summar keldur rópa tað ísarnkol.
   Máni stýrir gongu mánans, og ræður fyri fyllandi og skerjandi sól. Hann tók tvey børn av Jørðini ið rópast Bil og Júki. Tey gingu til og frá brunninum Byrgir og á herðunum bóru tey byttur, ið róptust Sægir við stongini Símul. Faðir teirra nevndist Viðfinnur. Hesi børn fylgja Mána, so sum tað ber til at síggja av jørðini."


12.

Tá mælti Ganglæri:
   "Sólin gongur skjótt, sum um hon er bangin, og ikki hevði hon skundað sær so, uttan at hon óttaðist fyri lívinum."
   Høgur svaraði:
   "Tað er ikki so løgið at hon skundar sær. Hann ið eltir hana er ikki langt frá henni, og hon hevur ikki annan útveg enn at renna undan."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Hvør er so hann, ið ger henni slíkan ampa?"
   Høgur svaraði:
   "Tað eru tveir úlvar, og hann ið er eftir henni eitur Skoll. Hon ræðist hann, og einaferð skal hann taka hana. Tann ið rennur undan henni eitur Hati Hróðvitnisson. Han eltir mána og kemur at taka hann einaferð."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Hvaðan stava hesir úlvar?"
   Høgur segði:
   "Ein gívur býr eystanfyri Miðgarð í tí skógi, sum rópast Jarnviður. Í tí skóginum búgva tær trøllkonur ið rópast Jarnviðjur. Tann gamla gívurin føðir mangar jatnasynir, allir í úlvalíki, og haðan stava hesir úlvarnir. Og so sigst, at tann mætasti av tí slagnum kallast Mánagarmur. Hann styrkist av deyðamanna droyra, og tá hann bítur mánan, skvettir hann blóð á himin og hválv. Tá vikna sólarglæmur, og vindarnir gerast ókyrrir og mala av ymsum ættum.
   Í Vøluspå verður tikið soleiðis til:

13.
Hin gamla sat eystri
í Jarnskógi,
har ið hon átti
Fenris børn.
Ein teirra verður,
eina av øllum,
mánans bani
í trøllahami.



14.
Hann fyllist av lívsmegi
teirra feigu,
himmalin rodnar
av blóðreyðum droyra.
Svørt verða sólskin
komandi sumrini,
veðurlag versnar.
Skilja tit nú, ella hvat?


13. Um Bivrøst.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvør er leiðin av jørðini til himmals?"
   Tá svaraði Høgur og flenti við:
   "Hatta var ikki ein vitugur spurningur. Hevur tú ikki hoyrt, at gudarnir gjørdu eina brúgv frá jørðini til himmals, ið rópast Bivrøst? Hana mást tú hava sæð, og kann vera at tú rópar hana ælabogi. Hon hevur tríggjar litir, er ógvuliga sterk og gjørd við størri list og kunnleika enn onnur bygningsverk.
   Men, so sterk hon enn er, so man hon brotna tá ið Múspelssynir fara at ríða á henni. Teirra hestar noyðast at svimja yvir um stórar áir, fyri at teir skulu koma fram."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Tað tykist sum mær sum at gudarnir ikki hava gjørt brúnna nóg væl, síðan hon brotnar, teir hava tó megi at gera sum teir vilja."
   Tá mælti Høgur:
   "Ikki skulu gudarnir lastast fyri hetta smíði. Bivrøst er ein góð brúgv, men eingin lutur í hesum heimi kann standa ímóti tá Múspelssynir herja."


14. Um bústaðir gudana og upphav dvørgana.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvat tókst Alfaðir við, tá Ásgarður var gjørdur?"
   Høgur mælti:
   "Fyrst setti hann stjórnarmenn í sess og álegði teimum at døma um mannalagnur við sær og stjórna fyri borgini. Hetta var á tí staðnum ið kallast Iðavøllur, miðskeiðis í borgini.
   Teirra fyrsta verk var at gera eitt hov, og at reisa tólv setur fyri uttan hásetrið hjá Alfaðiri. Tað húsið er tað best gjørda og størsta á jørðini, og bæði uttan og innan er tað sum klætt við gulli. Henda stað kalla menn Glaðsheimur.
   Teir bygdu eisini eitt annað hús til kvinnurnar. Hetta var eitt sera vakurt hús, og teir róptu tað Vingólv.
   Eftir hetta bygdu teir hús har teir løgdu alva í, og hartil gjørdu teir hamar, tong og stiðja, og øll onnur tól. Síðan smíðaðu teir málm, stein og træ, og serliga tann málmin ið rópast gull, so at øll húsgøgn og allur reiðskapur vóru av gulli. Tí verður tíðarskeiðið áðrenn kvinnurnar úr Jøtunheimi komu og spili leikin, vanliga róptur gullaldur.
   Síðan sessaðust gudarnir og hildu ting og mintust hvussu dvørgarnir kyknaðu í moldum og niðri í jørðini, sum maðkar í holdi. Dvørgarnir vóru íkomnir fyrst og kyknaðu í holdi Ymirs og vóru tá maðkar. Men gudarnir skipaðu so fyri, at teir fingu tilvitsku og mannsvit og vóru monnum líkir, hóast teir búgva í jørðini ella steinum. Mætastur var Móðsognir, og næstur var Durin. Í Vøluspá verður tikið soleiðis til:

15.
Tá gingu máttir
saman á tingi,
halgir gudar
samráddust um:
Hvør skuldi skapa
dvørga drótt
úr blóðgaðum brimi
og fjallaknotum.

16.
Teir skaptu mangar
mannlíkar verur,
dvørgar í jørð
eftir Durins boðum.

Og hon nevnir teir soleiðis:

17.
Nýi og Niði,
Norður og Suður,
Eystur og Vestur,
Altjóður, Dvalin,
Náður og Náin,
Nipingur, Dáin,
Bifur, Bafur,
Bombur, Nóri,
Óri, Ónar
Óin, Mjøðvitnir.



18.
Veggur og Gandálvur,
Vindálvur, Tórin,
Fili, Kili,
Fundin, Vali,
Trórur, Tróin,
Tekkur, Litur og Vitur,
Nýr, Nýráður,
Rekkur, Ráðsviður.

Og hesir eru eisini dvørgar, sum búgva í steinum, meðan teir fyrrnevndu livdu í moldum:

19.
Draupnir, Dólgtvøri,
Háur, Hugstari,
Leðjálvur, Glóin,
Dóri, Óri
Dúfur, Andvari,
Heftifili,
Høgur, Sviar.

Og hesir komu úr Svarinshaga til Eyrvangir á Jarðarvølli. Frá teimum stavar Lovar, og nøvn teirra eru:

20.
Skirvir, Virvir,
Skáviður, Ái,
Álvur, Yngvi,
Eikinskjøldur,
Falur, Frosti,
Fiður, Ginnar."


15. Frá askinum, Urðarbrunni og nornum.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvar er høvuðstaður ella halgistaður gudana?"
   Høgur svarar:
   "Tað er við Yggdrasils aski. Har halda gudarnir ting hvønn dag."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Hvat er at siga frá tí staðnum?"
   Tá segði Javnhøgur: "Askurin er hitt størsta og besta av øllum trøum. Greinarnar á honum breiða seg um allan heim og røkka upp um himmalin. Tríggjar røtur halda trænum uppi og breiða seg víða. Hin fyrsta stendur hjá ásum, og onnur hjá rímtussum, har sum í fyrndini Ginnungagapið lá. Hin triðja stendur yvir Nivlheimi, og undir tí rótini liggur Hvergelmir, har Niðhøggur gnagar rótina niðanífrá.
   Undir tí rótini ið horvir til rímtussar, liggur Mimirsbrunnur, har skynsemi og vísdómur liggur goymt. Mimir eitur hann ið eigur brunnin, og hann er fullur av vísdómi, tí at hann drekkur av brunninum av horninum Gjallarhorn. Einaferð kom Alfaðir og bað um ein dram av brunninum, men hann fekk ongan fyrr enn hann hevði sett eyga sítt í veð. Í Vøluspá verður sagt:

21.
Óðin, eg veit
hvar tú fjaldi títt eyga:
Í hinum mikla
Mimirs brunni.
Mimir drekkur
mjøð hvønn morgun
úr Valfaðirs panti.
Skilja tit nú ella hvat?

Triðja rótin á askinum stendur á himni, og undir henni liggur Urðarbrunnur, sum er sera heilagur. Har hava gudarnir tingstað sín, og hvønn dag ríða teir upp hagar eftir Bivrøst, sum eisini rópast Ásabrú. Hestarnir hjá æsum eita so: Sleipnir, sum Óðin eigur. Hann er bestur og hevur átta bein. Annar er Glaður, triði Gylnir, fjórði Glenur, fimti Skeiðbrimir, sætti Silvurtoppur, sjeyndi Sinir, áttandi Gísli, níggjundi Fallhovnir, tíggjundi Gulltoppur, ellivnti Lættfeti. Hesturin hjá Balduri varð brendur við honum, og Tórur gongur til tings og vaðar um áirnar ið rópast:

22.
Kørmt og Ørmt
og Kerløgir tveir,
tær skal Tór vaða
hvønn dag,
tá hann skal døma
við aski Yggdrasils,
tí at ásabrú
stendur í loga,
heilagu vøtnini gløða."

Tá mælti Ganglæri:
   "Brennur eldur yvir Bivrøst?"
   Høgur sigur:
   "Tað reyða tú sært í ælaboganum er logandi eldur. Um Bivrøst var farandi hjá øllum, so høvdu rímtussar og bergrisar kunna tikið seg upp á himmalin.
   Á himni eru mangir fagrir staðir, og gudarnir hildu varðhald yvir øllum.


Urð, Verðandi og Skuld
Við brunnin undir askinum stendur ein fagur salur, og úr honum koma tríggjar moyggjar ið rópast: Urð, Verðandi og Skuld. Hesar moyggjar leggja lívslongd hjá monnum, og vit rópa tær nornir. Tað finnast eisini aðrar nornur, sum koma til hvørt nýføtt barn at leggja aldur. Summar teirra eru av guda ætt, aðrar av álva ætt, meðan tær triðju eru av dvørga ætt, so sum her verður tikið til:

23.
Sera ymsar
sigi eg nornur vera,
og ikki av somu ætt.
Summar av ása ætt,
summar av álva ætt,
aðrar Dvalins døtur."

Tá mælti Ganglæri:
   "Um nornur skipa lagnuna hjá fólki, so skifta tær gávurnar sera ójavnt, síðan summi hava eitt gott og ríkt lív, meðan onnur hava lítið av ogn og heiðuri. Summi liva leingi, onnur liva stutt."
   Høgur segði:
   "Góðar nornur av góðari ætt, geva góða lagnu, meðan illar nornur valda tá menn eru fyri vanlagnu."


16. Meira um askin.

Tá mælti Ganglæri:
   "Eru aðrar undarligar frásagnir um askin?"
   Høgur sigur:
   "Har er mangt frá at siga. Ein sera vitug ørn situr í greinunum, og millum eyguni á henni situr ein heykur ið rópast Veðurfølnir. Ein íkorni ið eitur Ratatoskur, rennur oman og niðan eftir askinum og ber øvundarorð millum ørnina og Niðhøgg. Fýra hjørtir renna eisini á greinunum á askinum og bíta leyv. Teir eita: Dáin, Dvalin, Dúneyður og Dúratrór. Í Hvergelmir hjá Niðhøggi liggja so mangir ormar at teir ikki kunnu teljast. Sum tikið verður til:

24.
Askur Yggdrasils
pínist verri
og meira enn menniskju fata,
hjørtur bítur ovan,
síðan fúnar,
og Niðhøggur gnagar í neðra.

Víðari verður sagt:

25.
Fleiri ormar liggja
undir aski Yggdrasils
enn ókunnugar apur gruna.
Góin og Móin,
Gravvitnis synir,
Grábakur og Grávøllur,
Óvnir og Svávnir
veit eg, munnu
trærøtur gnaga.

Harafturat verður sagt at nornurnar, ið búgva við Urðarbrunn, hvønn dag taka vatn og móru úr brunninum og oysa upp yvir askin, so at limir hansara ikki skulu trána ella fúna. Tað vatni er so heilagt, at allir lutir ið koma í brunnin verða so hvítir sum "skjall", hindin ið liggur innanfyri eggjaskalið. Sum her verður sagt:

26.
Ask veit eg standa,
eitur Yggdrasil,
háviður, slettur
við hvítum eyri,
haðan kemur døggin
ið fellur í dalar,
trúnar ævigrøn
yvir Urðarbrunni.

Døggin ið haðan fellur á jørðina, rópa menn Hunangsfall, og av henni lívnørast býflugurnar. Tveir fuglar liva eisini í Urðarbrunni. Teir kallast svanir, og frá teimum stavar tað fuglaslag, ið so eitur."


17. Høvuðstaðir gudana.

Tá mælti Ganglæri:
   "Tað er ikki smáting tú veitst at siga frá himlinum. Eru fleiri høvuðstaðar har enn tann við Urðabrunn?"
   Høgur sigur:
   "Har eru mangir dýrdarstaðir. Ein teirra kallast Álvheimur. Har býr tað fólkaslagið ið rópast ljósálvar, meðan døkkálvar búgva niðri í jørðini. Hesi bæði álvasløg eru sera ymisk til útsjóndar, ljósálvar eru fagrari enn sólin, meðan døkkálvar eru svartari en bik.
   Ein annar staður rópast Breiðablik, og ongin staður er fagrari enn hann.
   Uppaftur annar rópast Glitnir, og veggir, stólpar og súlur eru úr reyðargulli, meðan tekjan er úr silvuri. Ein staður rópast Himinbjørg. Hann stendur við himinsendan, har brúgvasporið av Bivrøst røkkur til himmals.
   Har stendur eisini ein mikil staður ið rópast Valaskjálv. Tann salin eigur Óðin. Gudarnir bygdu salin og tektu við reinum silvuri, og har inni stendur hásæti ið rópast Liðskjálv. Tá Alfaðir situr í hásætinum, sær hann út yvir allar heimar.
   Sunnarlaga, við himinsendan stendur hin fagrasti av øllum salum. Hann eitur Gimli og er bjartari enn sólin. Hann verður standandi eftir at bæði himmal og jørð eru gingin undir, og har búgva góðir og rættvísir menn í allar ævir. Í Vøluspá verður tikið soleiðis til:

27.
Sal sær hon standa,
fagur sum sólin,
tektur við gulli
á Gimli.
Har skulu frægir
drottir byggja,
og í ævir
yndi njóta."

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvussu ber tað til at hesin tann staðurin verður standandi tá Surtarlogin brennur himin og jørð?"
   Høgur sigur:
   "So sigst, at ein annar himmal ið rópast Andlangur liggur sunnan- og omanfyri henda, og omanfyri hann ein triði himmal ið rópast Viðbláin. Eg meini at tað er í tí himmalinum at staðurin liggur, men enn búgva bara ljósálvar har."


18. Um uppruna vindsins.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvaðan kemur vindurin? Hann er so sterkur, at hann rørur upp stór høv og øsir eldin. Men hvussu sterkur hann enn er, so er hann ikki til at fáa eyga á, av tí at hann er so undarliga skaptur."
   Tá sigur Høgur:
   "Tað kann eg so væl siga tær. Á norðurenda himins situr ein Jøtun ið rópast Ræsvølgur. Hann er í arnarhami, og tá hann fer á flog, standa vindar undan veingjum hans. Sum sagt verður:

28.
Ræsvølgur eitir,
hann ið situr á himinsins enda,
jøtun í arnarhami.
Undan hans veingjum
sigst vindurin koma
yvir allan heim."


19. Um munin millum summar og vetur.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hví er munurin so stórur, at summar er heitt meðan vetur er kaldur?"
   Høgur sigur:
   "Ikki hevði ein kunnugur maður spurt soleiðis, tí tað munnu øll vita av. Men ert tú so fávitur, at tú ikki hevur hoyrt hetta, so skal eg ikki taka tær tað illa upp, at tú heldur spyrt býtt enn at ganga í óvissu um slíkt, sum øll skuldu vita.
   Svásuður eitur faðir Summars, og hann er so góður av sær, at alt ið er milt og blítt, rópast "svásligt" eftir honum.
   Faðir Veturs verður kallaður Vindlóni ella Vindsvalur, og hann er sonur Vásaða. Tað slagið var grimt og kallbrósta, og Vetur hevur teirra skaplyndi."


20. Um Óðin og nøvn hansara.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvørjir eru æsirnir, ið menniskjuni skulu trúgva uppá?"
   Høgur sigur:
   "Tað eru tólv æsir av gudaætt."
   Tá mælti Javnhøgur:
   "Ikki eru ásynjurnar minni halgar, og ei heldur megna tær minni."
   Tá mælti Triði:
   "Óðin er mætastur og elstur av ásum. Hann ræður øllum, og hóast aðrir gudar eru máttugir, so tæna teir tó honum, sum børn lýða faðir sín.
   Frigg er kona hansara, og hóast hon ikki tekst við spákynstur, so kennur hon lagnuna hjá øllum, so sum Óðin sjálvur helt fyri við tann ás ið rópast Loki:

29.
Óður ert tú, Loki
og í ørviti,
hví gefst tú ikki nú, Loki?
Frigg man vita
allra lagnu,
tó at hon einki sigur.

Óðin rópast Alfaðir, tí hann er faðir at øllum gudum. Hann rópast eisini Valfaðir, tí at allir teir ið falla eru fostursynir hansara. Teimum ræður hann yvir í Valhøll og Vingólvi, og tá rópast teir Einherjar. Hann rópast eisini Hangagudur, Haftagudur og Farmagudur. Og síðan hann var hjá Geirreyða kongi, hevur hann havt enn fleiri nøvn:

30.
Grímur eiti eg
og Ganglæri,
Herjan, Hjálmberu,
Tekkur, Triði,
Tunni, Urður,
Helblindi, Høgur,



31.
Saður, Svípallur,
Sangetall,
Herteirur, Nikar,
Bíleygur, Báleygur,
Bólverkur, Fjølnir,
Grimnir, Glapsviður, Fjølsviður,



32.
Síðhattur, Síðskeggi,
Sigfaðir, Nikaður,
Alfaðir, Atríður, Farmatýr,
Óski, Ómi,
Javnhøgur, Bívlindi,
Gøndlir, Hárbarður,
Svíður, Svíðrir,
Jálkur, Kjalar, Viður,
Trór, Yggur, Dundur,
Vakur, Skilfingur,
Váfuður, Hroftatýr,
Geytur, Veratýr."

Tá mælti Ganglæri:
   "Ótrúliga mong heiti tit hava givið honum. Tað hevði sanniliga verið áhugavert at havt skil á, hvørjir atburðir ið hava orsaka hvørt av hesum mongu nøvnum."
   Tá sigur Høgur:
   "Tað krevur mikið skynsemi at halda greiðu á øllum. Tað lættasta er at siga, at tey flestu heitini standast av tí sannroynd, at tað finnast so mangar greinir av tungumálum í heiminum, og at øll fólkasløg hava havt fyri neyðini at broyta navn hansara til sítt egna tungumál. Men summi av hesum eyknøvnum eru íkomin av ferðum hansara, og søgunum ið ganga frá teimum, og tú kanst ikki metast sum fróður maður, um tú ikki kanst siga frá teimum stórhendingunum.


21. Um Ása Tór.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvat rópast hinir æsirnir? Hvat havast teir at og hvørji stórverk hava teir framt?"
   Høgur sigur:
   "Tann mætasti teirra er Tórur, hann ið rópast Ása-Tórur, ella Øku-Tórur. Hann er sterkastur av øllum gudum og monnum. Hann eigur tað ríkið ið rópast Trúðvangur, og høllin hjá honum rópast Bilskirnir. Í tí salinum finnast fimmhundrað og fýrati gólv, og hetta er størsta hús ið menn vita um. Í Grimnismálum verður tikið soleiðis til:

33.
Fimm hundrað gólv,
og fýrati til
eru tilsamans í Bilskirna.
Av øllum høllum
ið eg veit um,
man sonar míns høll vera størst.

Tórur eigur tveir havrar (geitarbukkar) ið rópast Tannagnýstur og Tannagrísl, og kerran hann ekur í verður drigin av bukkunum. Tí verður hann róptur Øku-Tórur.
   Hann eigur tríggjar dýrgripir. Ein teirra er hamarin Mjølnir, sum rímtussar og bergrisar munnu kenna, tá hann kemur á loft. Og tað er ikki so løgi, Hann hevur sorla mangan heys á fedrum og frændum teirra.
   Annar gripurin ið Tórur eigur er Megingjørðin. Tá hann spennur hana um seg, veksur ásamegin í honum til tað tvífalda.
   Triði dýrabæri gripurin hjá honum eru Jarnhandskarnir. Teir kann hann ikki vera fyri uttan, tá hann trívur um hamarskaftið.
   Ongin er so fróður, at hann kann telja stórverk hansara, og eg hevði kunna sagt tær so mangar søgur frá honum, at tíðin hevði runnið frá okkum, áðrenn eg var liðugur at siga frá øllum eg veit."


22. Frá Baldri.

Tá mælti Ganglæri:
   "Eg vil gjarna frætta søgur um fleiri æsir."
   Høgur segði:
   "Annar sonur Óðïns er Baldur, og frá honum er bara gott at siga. Hann er hin besti, og lovaður av øllum. Hann er so bjartur og fagur á at líta, at tað lýsir av honum. Ein blóma (baldursbrá) er so hvít, at hon verður javnmett við eygnabrýrnar á honum. Henda blóma er hvítast av øllum, og av tí kanst tú fyristilla tær hvussu fagur hann er bæði í útsjónd og hári.
   Hann er hin klókasti av ásunum, tann ið ber fagrastu talu, og tann mest líkningarsami. Og tann løgna muran fylgir honum, at eingir dómar hansara kunnu haldast. Hann býr á Breiðabliki, sum liggur á himni, og á tí staðnum má einki óreint vera, sum tikið verður til her:

34.
Breiðablik eitur
staðurin tann
har Baldur reisti sín sal.
Í tí landinum
veit eg har finnast
fægstu feigdarrúnir.


23. Frá Njørði og Skaða.

Triði æsin er hann ið rópast Njørður. Hann býr á himni, á tí staðnum ið rópast Nóatún. Hann ræður fyri vindinum og kann stilla bæði sjógv og eld. Hann skal ein heita á til sjóferðir og á veiðu. Hann er so ríkur og múgvandi, at hann kann geva land og leysafæ til hvønn hann vil, og tí er hann góður at heita á í sovornum málum.
   Njørður er ikki av ása ætt. Hann vaks upp í Vanaheimi, og vanir góvu hann til æsir sum gísla, og fingu afturfyri tann ið rópast Hænir. Hann fekk sátt millum æsir og vanir.
   Kona Njørðs eitur Skaði, dóttur jatnan Tjatsa. Skaði vil búgva í tí bústaði ið faðir hennara átti. Tað er á nøkrum fjøllum ið rópast Trymheimur. Men Njørður vil vera við sjógvin. Tey samdust um at vera níggju nætur í Trymheimi, og níggju aðrar í Nóatúnum. Men tá Njørður kom heimaftur til úr fjøllunum, kvað hann hetta:

35.
Leið eru mær fjøll,
hóast eg ikki dvøldist leingi har,
bara níggju nætur.
Mær tókti lítið
um ýlandi úlvar
afturímóti svana songi.

Tá kvað Skaði hetta:

36.
Eg fekk ikki sovið
í sævar bóli,
fyri fuglaskríggi.
Másin vekir meg,
tá ið hann kemur
aftur av veiði av sjónum.

So flutti Skaði upp á fjøllini og búsettst í Trymheimi. Hon stendur ofta á skíðum við boga og skýtir djór. Hon kallast Ondurgóð ella Ondurdís (skíðgudinna). Um hana verður sagt:

37.


Trymheimur eitur
staði har Tjatsi
búði, hin máttmikli jøtun.
Nú býr Skaði,
skíðbrúður gudanna,
á faðirsins fornu toftum.


24. Um Froy og Froyu.

Njørður í Nóatúnum gat síðan tvey børn. Sonurin æt Froyur, og dótturin Froya. Tey vóru føgur í útsjónd og máttmikil. Froyur er hin mest virdi av æsum. Hann ræður fyri regni og sólskini og harvið ávøkstri jarðar. Hann er góður at heita á um góðan ársvøkstur og frið. Hann ræður eisini fyri vælstandi manna.
   Froya er hin mest virda av ásynjum. Hon eigur tað búgv á himni, ið kallast Fólkvangur. Har hon ríður til víggjar, eigur hon hálvan valin, meðan Óðin eigur hina helvtina, so sum her verður tikið til:

38.
Fólkvangur eitur
har Froya ræður,
har sessast í Sali
hálvur valur,
sum hon velur hvønn dag,
meðan hin helvtin fer til Óðins.

Salur hennara Sessrúmir er mikil og fagur. Tá hon ferðast, ekur hon í einum vogni, ið verður drigin av tveimum køttum.
   Hon er eisini tann frægasta at heita á hjá fólki, og av hennara navni er tað tignaðarnavn sprotti, at óðalskonur verða kallaðar frúur. Henni líkar væl ástarsong, og er góð at heita á í ástarmálum."


25. Um Týr.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hesir æsir tykjast mær máttmiklir, og ei undur í at mikil máttur fylgir tykkum, ið kenna til lyndi gudana og vita hvønn ein skal biðja til í teimum ávísu førunum. Men eru fleiri gudar?"
   Høgur sigur:
   Ein av æsunum rópast Týr. Hann er djarvastur og hin mest hugdjarvi, og hann ræður fyri miklum sigri í orrustum. Hann er góður á at heita hjá reystmonnum. Orðafelli sigur, at hann er "týreystur", ið gongur fram um aðrar og ikki heldur aftur. Hann var eisini klókur, og tikið verður til, at vitugur maður er "týspakur".
   Her er eitt prógv fyri djarvleika hansara: Tá ið æsir lokkaðu Fenrisúlvin fyri at leggja fjøturin Gleipna á hann, tá trúði hann ikki at teir vildu loysa hann aftur, fyrr enn Týr legði hond sína í kjaftin á honum sum veð. Tá so æsir ikki vildu loysa hann aftur, beit hann hondina av við tað liði, ið nú rópast "úlvslið". Síðan hevur Týr verið einhendur, og hann er ikki kendur fyri at skipa fyri semju millum manna.


26. Um Braga og Iðun.

Bragi eitur ein annar. Hann er gitin fyri speki og serliga fyri málsnildu og orðfimi. Hann er hin fremsti í skaldskapi, og eftir honum verður skaldskapur róptur "bragur". Maður ella kvinna ið eru serliga orðasnild verða rópt "bragar maður" ella "bragar kona", eftir honum.
   Kona Bragar er Iðun. Hon varveitir tey súreplini í sínum skríni, sum æsir skulu eta tá ið teir eldast, so verða teir allir ungir aftur, og soleiðis skal tað vera líka til ragnarøkur."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Tað tykir mær vera stórt álit, ið gudarnir leggja á Iðun."
   Tá mælti Høgur og flenti við:
   "Einaferð var tað líka við at ganga galið, men tað skal eg siga frá seinni. Fyrst skalt tú hoyra um fleiri av nøvnum ásana.


27. Um Heimdall.

Heimdallur eitur ein. Hann verður eisini kallaður hin Hvíti Ásin, og er bæði mætur og heilagur. Hann varð borin í heim av nýggju moyggjum, allar systrar. Heimdallur verður eisini róptur Hallinskíði og Gullintanni, tí at tenn hansara eru av gulli. Hestur hansara rópast Gullintoppi.
   Heimdallur býr á tí staðnum ið rópast Himinbjørg við Bivrøst. Hann er varðmaður gudana og situr har við himinsendan fyri at verja brúnna móti bergrisum. Honum tørvar minni svøvn enn fuglurin, og hann sær líka so væl bæði á nátt og degi, hundrað míl burtur. Hann hoyrir grasið vaksa úr jørðini ella ullina á seyðinum, og alt ið ljóðar harðari. Hann hevur tann lúður ið rópast Gjallarhorn, og blástur hansara hoyrist í øllum heimum. Svørð Heimdallar verður kallað Manshøvur, og soleiðis verður tikið til um hann:

39.
Himinbjørg eitur,
staðið har Heimdallur
sigst at halda til.
Har drekkur varðmaður
gudana glaður
mjøð í vænum sali.

Og soleiðis sigur hann sjálvur í Heimdallargaldri:

40.
Níggju møður havi eg,
níggju systra sonur eg eri.


28. Høður.

Høður eitur ein ási. Hann er blindur, men ógvuliga sterkur. Gudarnir vilja helst ikki nevna henda ásin, tí hansara gerð skal minnast leingi av gudum og monnum.


29. Víðar.

Víðar eitur ein, hin tigandi ásin. Hann hevur ein tjúkkan skógv, og er næstan líka sterkur sum Tórur. Hann líta gudarnir á í øllum trætum.


30. Váli.

Áli ella Váli ersonur Óðins og Rindar. Hann er djarvur í orrustum og sera heppin bogamaður.


31. Ullur.

Ullur er sonur Sivjar og fostursonur Tórs. Hann er framúr bogamaður og so góður á skíðum, at eingin tekur hann. Hann er fagur í útsjónd og hegnigur hermaður. Hann er góður at heita á, tá ein stendur í einvígi.


32. Forseti.

Forseti er sonur Baldurs og Nonnu Nepsdóttur. Hann eigur tann salin á himni, ið rópast Glitnir. Allir ið koma til hansara við rættartrætum, fara sættir haðani, og hesin dómstólur er tann besti hjá gudum og monnum. Tikið verður soleiðis til:

41.
Glitnir eitur salur
stokkar av gulli,
og tektur við silvuri.
Har man Forseti
búgva flestar dagar
og loysa allar sakir.


33. Loki Leyvoyarson.

Millum æsir verður eisini hann taldur, ið summir rópa bakbítara ása, faðir at falskni og níðingur guda og manna. Hann eitur Loki ella Loftur, sonur jatnan Fárbeyta. Móður hansara er Leyvoy ella Nál, og brøður hansara eru Býleistur og Helblindi.
   Loki er fríður og fagur í útsjónd, illur av lyndi og skiftandi í atferð. Hann var snildari enn fólk flest og svikaligur í øllum lutum. Hann voldi ofta åasum stórar vandar, og ofta loysti hann teir við svikið.
   Kona Loka eitur Sigyn, og sonur teirra Nari ella Narvi.


34. Børn Loka.

Men Loki átti eisini onnur børn. Í Jøtunheimum búði ein gívur ið róptist Angurboða, og við henni gat Loki trý børn. Tað fyrsta var Fenrisúlvurin, annað Jørmungandur ella Miðgarðsormur, og triðja var Hel.


Miðgarðsormur
Men æsir fingu frænir av at hesi trý systkini vuksu upp í Jøtunheimum, og við spádómskynstri funnu teir út av, at mikið mein og vanlukkur mundu koma at standast av teimum. Øllum tókti at har var ilt í væntu, fyrst av móðursevninum, og enn verri av faðirsevnunum. Tí beyð Alfaðir gudunum at taka børnini og føra tey til sín. Tá tey komu til hansara, kastaði hann ormin í tað djúpa havið ið randar heimin. Har vaks ormurin so mikið, at hann nú liggur í miðjum havið, har hann røkkur um allan heim og bítur seg sjálvan í sporlið.


Hel
   Hel kastaði hann í Nivlheim og gav henni vald yvir níggju heimum, so at hon kundi húsa teimum ið doyðu á sóttarsong ella av elli.
   Har hevur hon ein stóran bústað, og gyrðingarnar eru óvanliga høgar og grindirnar miklar. Eljúðnir eitur salur hennara, diskurin Hungur, knívurin Svøltur, trælurin Ganglætur, trælkvinnan Ganglata, gáttin Fallandi fótur, songin Sjúkralega og rekkjuváin Bleiktrandi vanlukka.
   Hon er blá á aðrari síðuni og húðlitt á hinari, tí er hon eyðkend og heldur syndarlig og ræðandi á at líta.


Fenris
   Úlvin føddu æsir upp heima, og Týr var tann einasti ið tordi at fara til hann, og geva honum mat. Men tá gudarnir sóu hvussu nógv hann vaks hvønn dag, og allir spádómar søgdu, at hann ein dag skuldi volda teimum skaða, funnu teir upp á at gera ein ovsterkan fjøtur, sum teir kallaðu Læðing. Teir bóru fjøturin til úlvin, og bóðu hann royna sína megi við honum. Úlvurin helt, at hetta ikki mundi hava nógv upp á seg, og gjørdi sum teir vildu. Men longu fyrstu ferð ið hann spenti á, slitnaði leinkjan, og so varð hann loystur úr Læðingi.
   So gjørdu øsirnir ein nýggjan fjøtur, ið róptist Drómur, og var tvífalt so sterkur. Teir bóðu úlvin royna henda fjøturin, og søgdu honum, at hann kom at verða navngitin fyri styrki, um slíkt stórsmíð ikki megnaði at halda honum. Úlvurin hugsaði við sær, at hesin fjøtur var sera sterkur, men eisini, at alvi hansara var vaksin síðan hann breyt Læðing. Men han hugsaði eisini, at hann mátti koma sær sjálvum í vanda, um hann skuldi verða navnframur, og lat teir leggja fjøturin á seg.
   Tá so æsir søgdu seg vera búnar, risti úlvurin seg og fekk fjøturin niður á jørðina. Hann tók dik á seg, spenti til og sleit leinkjuna so at brotini flugu langa leið. Soleiðis tók hann seg úr Dróma.
   Tað er síðani vorðið til eitt orðafelli: "At loysa seg úr Læðingi ellla draga seg úr Dróma," tá okkurt verður loyst við hørðum.
   Eftir hetta óttaðust æsir fyri, at teir ikki mundu fáa bundið úlvin. Tá sendi Alfaðir, Skírnir, sendimann Froyar, oman í Svartálvaheim til nakrar dvørgar, og læt gera ein fjøtur ið róptist Gleipnir. Hann var gjørdur av seks lutum: duninum av kattafetum, kvinnuskeggi, fjallarótum, bjarnasinum, fiskaanda og fuglaspýtti.
   Og tó at tú ikki hevur hoyrt um slíkt fyrr, so kanst tú skjótt finna verulig prógv fyri, at tað ikki verður logið fyri tær. Tú mást hava lagt til merkis, at konan ikki hevur skegg, at onki dun stendst av kattafetum, ella at fjøllini ikki hava røtur. Og tað er mín trúgv, at alt er satt ið sagt er frá, hóast tað ikki kan prógvast."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Tað man eg við vissu skilja at satt er. Eg skilji hvat tú meinar, út frá teimum dømum tú hevur givið. Men hvussu varð fjøturin smíðaður?"
   Høgur sigur:
   "Tað skal eg so væl siga tær. Fjøturin var slættur og bleytur sum ein silkireim, men allíkavæl treystur og sterkur, sum tú nú skalt hoyra.
   Tá æsir fingu fjøturin, takkaðu teir sendimanninum fyri ørindi. So fóru teir út á ein hólma ið kallast Lyngvi, og sum liggur í vatninum Ámsvartnir. Teir lokkaðu úlvin við sær, vístu honum silkibandið og bóðu hann slíta tað. Teir søgdu, at tað helst mundi vera sterkari enn tað sá út til. Ein fyri og annar eftir royndi teir at slíta fjøturin við hondunum, men ongin orkaði at slíta hann. Men, søgdu teir, úlvurin mundi megna at slíta fjøturin.
   Tá segði úlvurin:
   "Tað tykir mær, tá eg síggji hesa leinkjuna, at eg ikki man vinna nakran heiður av at slíta so tunt eitt band. Men er hon gjørd við list og svikum, so kemur hon ikki um míni bein, hvussu tunn hon enn tykist vera."
   Tá søgdu æsir, at hann skjótt mundi slíta eitt so tunt silkiband, hann ið hevði slitið teir sterku jarnfjøtrarnar. "Og megnar tú ikki at slíta hesa leinkjuna, so tørvar ikki æsum at ræðast teg, og so skulu vit loysa teg aftur."
   Úlvurin segði: "Um tit fáa bundi meg, og eg ikki sleppi leysur av egnum alvi, so verður tað seinur dagur, fyrr enn eg verði hjálptur av tykkum. Eg havi ongan hug at fáa hatta bandið lagt á meg. Men fyri at tit ikki skulu halda meg vera ræddan, so legg ein tykkara hondina í munn mín sum veð."
   Tá hugdu æsir hvør upp á annan, og tóktist vera komnir í tvístøðu. Ongin hevði hug at vága hondina, fyrr enn Týr rætti høgra arm fram og legði í úlvskjaftin.
   Men tá úlvurin setti á, so harðnaði bandið, og og tess meira hann breytst, tess hvassari varð tað. Tá læðu allir uttan Týr -hann misti hond sína.
   Tá nú æsirnir sóu at úlvurin endiliga var bundin, tóku teir festið á fjøtrinum - tað róptist Gelgja - og drógu tað gjøgnum eina stóra hellu ið róptist Gjøll. Síðan festu teir helluna langt niðri í jørðini, tóku ein miklan klett ið róptist Tvíti, gróvu hann enn longur niður og nýttu hann sum hæl fyri festið.
   Úlvurin glefsaði vilt um seg og vildi bíta. Teir rendu tí eitt svørð í kjaftin á honum - hjaltið stóð í undirkjaftinum meðan oddurin stóð móti gómanum. Tað er gómsperra hansara. Hann grenjar øgiliga, og slevið drívur úr kjaftinum á honum og verður til eina á ið rópast Vón. Soleiðis skal hann liggja til ragnarøkur."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Tað vóru sanniliga nøkur ræðulig børn ið Loki gat, og máttmikil hvørt sær. Men hví drupu æsir ikki úlvin, síðan teir vistu at ilt fór at standast av honum?"
   Høgur svarar:
   "So mikið virdu gudarnir sínar halgidómar og friðstaðir, at teir ikki vildu smitta teir við blóði úlvsins, hóast spádómar søgdu, at hann skuldi verða Óðini at bana."


35. Ásynjurnar.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvørjar eru ásynjurnar?"
   Høgur segði:


Frigg
   "Frigg er hin mætasta. Hon eigur tann stað ið rópast Fensalir, og hann er sera fagur.


Sága
   Onnur er Sága. Hon býr í Søkkvabekki, sum er ein mikil bústaður.


Eir
   Triðja er Eir. Hon er ein framúr lækni


Gevjun
Fjórða er Gevjun. Hon er moy, og hjá henni tæna tær ið doyggja sum moyggjar.


Fulla
   Fimta er Fulla. Hon er eisini moy og gongur við útslignum hári og gullbandi um høvdið. Hon ber skrínið hjá Frigg og varðar skógvar hennara. Eisini kennur hon loynidómar hennara.


Froya
   Froya javnmetist við Frigg í tign. Hon giftist einum manni ið eitur Óður. Dóttir teirra eitur Hnoss, og er so føgur, at tað ið er fagurt og dýrabart verður rópt Hnossir (dýrgripir) eftir henni. Óður fór at ferðast langar leiðir, og Froya grætur eftir honum. Tárini eru av reyðargulli.
   Froya hevur mong nøvn, og orsøkin til at hon brúkti ymisk heiti er, at hon fór til mong ókunnulond at leita eftir Óða. Hon rópast eisini Mardøll og Hørn, Gevn og Sýr.
   Froya átti Brisingamen og hon verður eisini kalla Vanadís.


Sjóvn
Sjeynda er Sjóvn. Hon ger nógv fyri at leggja ástarhug millum mann og kvinnu, og eftir henni verður elskhugur kallaður "sjóvni".


Lovn
   Áttanda er Lovn. Hon er so mild og góð at heita á, at Alfaðir og Frigg lata hana føra menn og kvinnur saman, tó at tað hevur verið bannað teimum ella er ólógligt. Av hennara navni stavar orðið "lov", tí hon er høgt lovað av fólki.


Vár
   Níggjunda er Vár. Hon lýður á eiðir manna millum og tey einkarmál ið kvinnur og menn hava sínámillum. Tílík mál verða tí rópt "várur". Hon hevnir seg eisini inn á tey ið bróta givin lyfti.


Vør
   Tíggjunda er Vør. Hon er so vitandi og forvitin, at eingin lutur kann goymast fyri henni. Tikið verður til, at kona "varnast" tí hon finnur út av.


Sýn
   Ellivnta er Syn. Hon verjir hallardyrnar og steingir fyri teimum ið ikki skulu koma innar. Á tingið varðar hon ímóti teimum málum hon ikki vil skulu koma fram. Tí verður sagt, at "sýn" er sett fyri, tá maður noktar (at sakin er avvíst).


Lín
   Tólvta er Lín. Hon er sett at verja teir menn, ið Frigg vil verja móti vanda. Tí verður sagt, at tann ið sleppur úr vanda, "línar".


Snotra
   Trettanda er Snotra. Hon er vitug og prúð í atferð. Eftir henni verða kvinnur ella menn, ið bera seg væl, rópt "snotur".


Gná
   Fjúrtanda er Gná. Hana sendur Frigg í ymsar heimar í ørindum fyri seg. Hon eigur hestin Hovvarpnir (sleingjandi hógvur) og hann rennur bæði um himin og hav.
   Einaferð hon reið, sóu nakrir vanir hana fara eftir himni. Tá mælti ein teirra:

42.
"Hvat er tað sum har flýgur?
hvat er tað ið har fer?
ella glíður um loftið?"

Hon svarar:

43.
"Ikki man eg flúgva,
tó at eg fari,
og flyti meg um hválvið
á Hóvvarpna,
hann ið Hamskerpir
gat við Garðrovu."

Av navninum Gná verður sagt, at tað "gnævar", ið flytur seg høgt uppi.


Sól og Bil
Sól og Bil verða eisini taldar millum ásynjurnar, men teimum er longu sagt frá.


36. Valkyrjurnar.

Tað finnast eisini tær kvinnur ið tæna í Valhøll, bera fram drekka og syrgja fyri borðbúnaði og ølkrússum. Í Grimnismálum nevnast tær:

44.
Rist og Mist,
vil eg, bera mær horn,
Skeggjøld og Skøgul,
Hildur og Trúður,
Hløkk og Herfjøtur,
Gøll og Geirhøga,
Randgríður, Ráðgríður,
og Reginleif,
tær bera einherjum øl.

Hesar rópast valkyrjur. Tær sendur Óðin til hvørja orrustu, har tær kjósa teir ið skulu falla, og ráða fyri sigri. Guður og Róta og hin yngsta av nornunum ið rópast Skuld, ríða savnan út at kjósa valin og ráða fyri vígnum.
   Jørð, móðir Tórs, og Rind, móðir Vála, vera taldar millum ásynjurnar.


37. Froyur og Gerð Gymisdóttir.

Gymir æt maður, og konan Eirboða, hon var av bergrisa ætt. Dóttur teirra var Gerð, hin fagrasta av øllum kvinnum.
   Ein dagin hevði Froyur sett seg í Liðskjálv og sá yvir allar heimar. Tá hann leit í ein norðan, sá hann eitt stórt og fagurt hús á einum bøi. Ein kona gekk at húsinum, og tá hon lyfti armarnar fyri at opna hurðina, skein av teimum bæði á lofti og á sjógvi, og allir heimar gjørdust ljósir.
   Sum revsing fyri sína hugmóð, at hann hevði sett seg í hitt halga sæti, gekk Froyur haðani fullur av sorg. Tá hann kom heim, kleyv hann ikki í tvey. Hann hvørki svav ella drakk, og eingin tordi at tala á hann.
   Tá kallaði Njørður á Skírnir, skósveinin hjá Froyi, og bað hann fara til hansara og spyrja hví hann var so vreiður, og ikki vildi tosa við fólk.
   Skírnir lovaði at fara til hann, hóast hann ikki hevði hug til tess. Hann mundi bara fáa skitið svarð, helt hann.
   Tá hann kom to Froy, spurdi hann, hví hann var so stúrin, at hann ikki vildi tosa við fólk.
   Froyur svaraði, at hann hevði sæð eina sera vakra konu, og tí var hann so tungur í huga, at hann neyvan fór at liva leingi, um hann ikki fekk hana. "Og nú skalt tú fara og biðja hana fyri meg, og hava hana heim aftur við tær, hvørt faðir hennara vil ella ikki. Eg skal løna tær væl afturfyri."
   Tá svaraði Skírnir, at hann skuldi fara, um Froyur vildi geva honum svørð sítt. Hetta svørðið var so gott, at tað brá sær sjálvum.
   Tað hevði Froyur onki ímóti, og gav honum svørðið.
   So fór Skírnir og bað konuna fyri Froy. Hon lovaði, at um níggju nætur skuldi hon koma til tað staðið ið rópast Barroy, og giftast við Froyi. Men tá Skírnir segði Froyi frá ørindinum, tá kvað hann hetta:

45.
"Long er nátt,
enn longri tvær,
hvussu skal eg bíða tríggjar.
Ofta hevur ein mánaður
tókst mær styttri,
enn at bíða hálva nátt."

Hetta er orsøkin til, at Froyur var vápnaleysur tá hann bardist við Belja og drap hann við einum hjartarhorni."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Undarligt, at ein sovorin høvdingi sum Froyur vildi geva sítt svørð, tá hann ikki hevði eitt annað javngott. Tað var honum til miklan ampa, tá hann bardist við hann ið rópast Beli. Eg skal lova fyri at hann tá mundi iðra seg um gávuna."
   Tá svarar Høgur:
   "Tað var lítið av miklum, tá hann hitti Belja. Froyur kundi dripið hann við sínum beru nevum. Men tað kann nokk vera, at Froyur saknar svørð sítt, tá ið Múspels synir fara at herja.


38. Valhøll.

Tá mælti Ganglæri:
   "Tú sigur, at allir menn, ið líka frá upphavinum eru falnir í orrustum, eru komnir til Óðin í Valhøll. Hvat gevur hann teimum at eta? Eg vildi meint, at har mann vera ein øgilig mannafjøld"
   Tá svarar Høgur:
   "Satt er tað tú sigur. Har er ógvuliga fjølment, og fleiri munnu koma til. Og tó man fjøldin tykjast ov fáment, tá úlvurin kemur.
   Men aldrin er so fjølment í Valhøll, at ikki allir fáa flesk av galtinum Særimnir. Hann verður kókaður hvønn dag, men er tó heilur aftur á kvøldi. Men spurningurin tú setur munna fáir vera førir fyri at svara. Steikjarin eitur Endrúmnir og potturin Eldrímnir. Sum tikið verður til:

46.
Andrimnir
letur í Eldrimni
Særimnir kóka,
fleskið hitt besta.
Men fáir vita
hvat einherjar eta.

Tá mælti Ganglæri:
   "Fær Óðin sama mat sum einherjar?"
   Høgur sigur:
   "Tann mat ið stendur fyri honum á borðinum, gevur hann tveimum úlvum hann eigur. Teir rópast Geri og Freki. Honum tørvar ikki mat, Vín er honum bæði matur og drekka. Sum tikið verður til:

47.
Gera og Freka
mettar hin stríðsvani
frægi Herfaðir.
Men av víni einans
hin vápnafrægi
Óðin man liva.

Tveir ravnar sita á herünum á honum og siga honum tey tíðindi teir síggja ella hoyra. Teir rópast Hugin og Munin. Hvønn dag í lýsingini, sendur hann teir út yvir allan heim, og teir koma aftur á døgurðamáli. Soleiðis frættir hann mong tíðindi, og tí rópa fólk hann Ravnagudur. Tikið verður soleiðis til:

48.
Hugin og Munin
flúgva hvønn dag
jarðargrund yvir.
Eg óttist um Hugin,
at hann ei kemur aftur,
tó sakni eg meira Munin.


39. Heiðrun og mjøðurin.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvat fáa einherjar at drekka. Er tað líka so ríkiligt sum maturin, ella drekka teir kanska vatn?"
   Tá sigur Høgur:
   "Undarliga spyrt tú. Um Alfaðir bjóðar kongum og jøllum ella øðrum megnarmonnum til sín, og so gevur teimum vatn at drekka? Tá vildi eg trúð, at mangur ið kom til Valhallar hevði hildi at tann vatnsópin var dýrt keyptur, at hava tolt sár og sviða av banasárinum, og ikki verða fagnaður betur. Eg kan tó siga frá nøkrum heilt øðrum.
   Uppi á tekjuni á Valhøll gongur geitin Heiðrum og beitar av leyvinum av tí navnfræga trænum Læráð. Úr juðrum hennara rennur mjøður niður í eitt kerald, sum hon fyllur hvønn dag. Karið er so stórt, at allir einherjar verða fulldruknir av tí."


Eiktyrni og áirnar
Tá Mælti Ganglæri:
   "Tað má sigast at vera ein framúr geit, og makaleyst man tað træið vera ið hon etur av."
   Tá mæltu Høgur:
   "Enn meira merkisverdur er hjørturin Eiktyrni, ið stendur á Valhøll og bítur av greinunum á tí trænum. Úr hornum hansara drýpur so mikil vatn, at tað fellur niður í Hvergalma, og haðani renna tær áir ið rópast: Síð, Við, Ekin, Svøl, Gunntrá, Fjørm, Fimbultul, Gípul, Gomul og Geirvimul. Tær renna millum ása bygdir. Hesar verða eisini nevndar: Tyn, Vín, Toll, Grátur, Gunntráin, Nyt, Nót, Nónn, Rónn, Vína, Vegsvinna og Tjóðnuma."


40. Um dyrnar í Valhøll.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hetta eru undarlig tíðindi tú sigur frá. Valhøll má vera eitt óvanliga stórt hús. Har man ofta verða trongt fyri durunum."
   Tá svarar Høgur:
   "Hví spyrt tú ikki heldur hvussu mangar dyr eru á Valhøll, ella hvussu stórar tær eru? Tá tú hoyrir tað sagt, manst tú halda, at tað er undarligt um hvør maður ikki fær gingið út ella inn, sum honum lystir. Og tað kann av sonnum sigast, at tað ikki er trengri at finna sær sess harinni, enn tað er at ganga innar. Her skalt tú hoyra hvussu verður sagt í Grimnismálum:

49.
Fimm hundra durar
og fýrati til,
meti eg vera í Valhøll.
Áttahundrað einherjar
ganga í senn
úr einum durum,
tá teir skulu at berjast við úlvin.


41. Um lívið hjá einherjum.

Tá mælti Ganglæri:
   "Tað man vera almikið av fólki í Valhøll, og eg skal lova fyri at Óðin er ein mætur høvdingi, síðan hann ræður fyri einari so stórari herfjøld. Men, hvat hava einherjar til skemtunar, tá ið teir ikki drekka?"
   Høgur sigur:
   "Hvønn dag tá teir hava klætt seg, lata teir seg í herbúna og fara út í garðin at berjast og fella hvønn annan. Tað er leikur teirra. Tá ið líður at døgurðamáli, ríða teir heim til Valhallar og setast at drekka, sum her verður tikið til:

50.
Allir einherjar
høggast hvønn dag
í Óðins túnum,
teir velja val,
og ríða frá vígi,
sita so sáttir saman.

Og rætt hevur tú í tí, at Óðin er mætur høvdingi. Mong dømi eru um tað. Soleiðis verður tikið til við orðum hjá æsum sjálvum:

51.
Askur Yggdrasils,
hann er mætasta træið,
og Skipladnir mætast av skipum.
Óðin av æsum,
Sleipnir av rossum,
Bivrøst av brúgvum,
Bragi av skaldum,
Hábrók av heykum
og Garmur av hundum.


42. Um borgarmúrin og Sleipnir.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvør eigur hestin Sleipnir, og hvat er frá honum at siga?"
   Høgur sigur:
   "Eg skilji at tú ikki veitst nakað um Sleipnir, ella umstøðurnar ið gjørdu at hann var til. Men tað skalt tú sanna at tað vert eina frásøgn.
   Tað var í teimum fyrstu tíðum, tá gudarnir høvdu skapað Miðgarð og bygt Valhøll. Tá kom ein smiður og beyð sær til at gera teimum ein borgargarð upp á tríggjar vetrar, sum var so góður, at hann tryggjaði teir móti ágangi frá bergrisum og rímtussum, tó at teir høvdu tikið seg inn í Miðgarð. Men hann legði tað treyt, at hann skuldi fáa Froyu og sól og mána í løn.
   Tá hittust æsirnir til samráð, og tann avtala gjørd við smiðin, at hann skuldi fáa tað hann kravdi, um hann megnaði at gera borgarmúrin eftir einum vetri. Men, um múrurin ikki var liðugur á summarmála, so skuldi hann onga løn fáa. Heldur ikki mátti hann hava nakran mann til hjálpar við arbeiðinum.
   Tá æsir søgdu honum kostirnar, spurdi smiðurin um teir vildu lata hann hava hest sín
   Svaðilfara til hjálpar. Loki fekk æsir at ganga við til tað.
   Fyrsta vetrardagin fór smiðurin í holt við at byggja múrin. Um næturnar dróg hann grót við hestinum, og æsir undraðust á hvussu stórar klettar hesin hesturin kundi draga, og hesturin gjørdi tvífalt tað megnararbeiði sum smiðurin sjálvur.
   Men avtalan var gjørd við sterkum vitnum og mongum eiðum, tí at jatnir tordu ikki vera saman við æsum uttan trygd, um tað skuldi hent, at Tórur kom heim. Men júst tá var hann á eysturleiðum og bardist við trøll.
   Sum veturin leið, var komi væl áleiðis við borgarmúrinum, og hann var so sterkur, at hann ikki kundi takast.
   Men tá bert tríggjir dagar vóru eftir til summarmála, var múrurin næstan komin fram til borgarliðið. Tá settust æsir í tingsessir sínar og løgdu ráð. Teir spurdu hvønn annan, hvør hevðið lagt tað ráð at gifta Froyu burt til Jøtunheimar, og spilla himnahválvið við at lova jatnanum sól og mána. Teir samdust um, at hesi ráðini mundu vera komin frá tí ið ræður fyri mest øllum illum, Loka Leyvoyarsyni, og søgdu honum, at hann skuldi tola harðan deyða, um hann ikki fann upp á ráð, ið forðaðu fyri at smiðurin varð liðugur til tíðina.
   Teir vildu taka Loka á hondum, men hann varð so ræddur, at hann svór tann eið, at hann skuldi forða fyri at smiðurin helt avtaluna, kosta hvat tað vildi.
   Og sama kvøld, tá smiðurin fór eftir gróti við Svaðilfara, kom ein ryssa úr skóginum. Hon kom fram móti hestinum og gneggjaði við. Tá hesturin varnaðist ryssuna, varð hann óður, sleit reipini og leyp eftir ryssuni. Men hon rann undan, inn í skógin og smiðurin eftir fyri at fanga hestin. Men rossini runnu alla náttina, so arbeiðið varð seinka eina nátt, og dagin eftir gekk arbeiðið ikki sum tað plagdi.
   Men tá smiðurin sá at hann ikki fekk verkið liðugt til tíðina, kom jøtunøði á hann. Og tá æsir sóu, at tað var ein bergrisi teir høvdu fyri sær, brutu teir eiðirnar, og ákallaðu Tór. Hann kom við tað sama, og so var hamarin Mjølnir á lofti. Tórur lønti tá smiðinum fyri arbeiðið, men hvørki við sól ella mána. Hann lat hann heldur ikki sleppa at búgva í Jøtunheimum, tí við fyrsta høgginum knústi hann heysin á risanum í smábitar, og sendi hann niður undir Nivlheim.
   Men avleiðingin av hansara møti við Svaðilfara var, at Loki eitt sindur seinni folaði eitt fyl. Tað var grátt og hevði átta bein, og hesin hestur er bestur av øllum hjá monnum og gudum. Í Vøluspá verður tikið soleiðis til:

52.
Tá gingu megirnar
allar á ting,
heilagir gudar
at tingast saman.
Hvør hevði spilt
loftið við eitri,
og givið Óð’s moy
til jatnaættir.



53.
Tá brutust semjur,
orð og eiðir,
tey miklu mál
teirra millum.
Tór stríddist eina,
sperdur av øði,
hann situr sjáldan
tá hann frættir slíkt."


43. Um Skíðbladnir.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvat er at siga frá Skíðblaðni. Er tað best av skipum, og hví kan einki annað skip javnmetast tið tað?"
   Høgur sigur:
   "Skíðbladnir er tað besta av skipum, og gjørt við størsta hegni, men Naglfarið er størsta skipið, og tað eiga Múspelsmenn.
   Nakrir dvørgar, synir Ivalda, bygdu Skíðbladnir og góvu Froyi tað. Tað er so rúmshátt, at allir æsir kunnu manna tað við vápnum og herklæðum. So skjótt sum seglið er uppi, fær tað byr, líkamikið hvar leiðin gongur. Tá tað ikki skal brúkast til sjóferðir, er tað gjørt av so mongun pørtum og við so miklum snildi, at ein kann vevja tað saman sum ein dúk, og hava tað við sær í punginum.


44. Ferð Tórs til Útgarðs-Loka.

Tá mælti Ganglæri:
   "Gott skip er Skíðbladnir, men tað skulu mikil gandakynstur til at byggja nakað slíkt. Er Tórur ongantíð komin út fyri onkrum so mætum ella ramum, at hann var tann minni menti til megi ella gandakynstur?"
   Tá mælti Høgur:
   "Fáir menn, haldi eg, munnu vita frá nøkrum tílíkum at siga, hóast hann helst er komin út fyri mongum, ið tóktist honum ringt at hava við at gera. Og skuldi tað verið okkurt ið var so ramt og sterkt, at Tórur ikki vann sigur á tí, so er tað ikki vert at siga frá, tí at tað eru so mong dømi ið prógva, at Tórur er hin mætasti, og tað hava øll skyldu til at trúgva."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Tað tykir mær sum eg her havi spurt um okkurt, ið eingin er førur fyri at svara uppá."
   Tá mælti Javnhøgur:
   "Vit hava hoyrt frásagnir um tilburðir, ið vit hava ilt við at trúgva kunnu vera sannir. Men her situr ein, ið veit at siga frá einum sovornum tilburði, og honum mást tú trúgva, tí at hann mann ikki sita og lúgva her fyri fyrstu ferð, hann ið ongantíð hevur logi fyrr."
   Tá mælti Ganglæri:
   "Her skal eg standa og og lýða á um onkur loysn er á hesum máli. Um ikki, so vil eg siga, at eg havi vunni á tykkum, eftir sum tit ikki kunnu svara spurningi mínum."
   Tá mælti Triði:
   "Tað er eyðsýnt, at hann vil hoyra hesi tíðindi, hóast vit treygir siga frá teimum.
   Søgan byrjar við, at Øku-Tórur var úti og koyrdi við havrum sínum, og við honum var tann ásin ið eitur Loki. Teir komu á kvøldi til ein bónda og fingu innivist fyri náttina.
   Tað kvøldið tók Tórur báðar havrarnar og fletti teir. Tá teir vóru flettir, var kjøtið sett út á í einum potti. Tá kóka var, settist Tórur og fylgisneyti hansara at eta náttura. Tór beyð eisini bóndanum og konu hansara og børnum teirra at fáa sær.
   Bóndasonurin æt Tjálvi, og dótturin Røskva.
   Tórur legði bukkaskinnini eitt sindur frá eldinum og segði, at bóndin og heimafólkið skuldu kasta beinini á tað.
   Tjálvi, sonur bóndans, sat við einum lærleggi og kleyv tð við knívinum fyri at koma at merginum. Tórur dvaldist har um náttina, men áðrenn tað lýsti fyri degi fór hann upp og klæddi seg. Hann tók hamaran Mjølnir, lyfti honum og vígdi bukkaskinnini. Tá reistu bukkarnir seg, men annar var haltur á bakbeininum.
   Tórur varnaðist hetta, og segði, at onkur úr bóndans húski ikki var farin reiðiliga fram við beinunum. Hann kendi at lærleggurin var brotin.
   Tað skuldi ikki verið neyðugt at siga meira um tað. Øll munnu kenna ræðsluna hjá bóndanum, tá hann sá hvussu eygnabrýrnar á Tóri ryktust saman yvir eygunum. Og tað hann sá av eygunum, tókti honum vera nóg mikið til at falla til jarðar. Hendurnar á Tóra hildu so hart um hamarsskeftið, at knúgvarnir gjørdist hvítir.
   Bóndin og húsfólkið bóru seg at sum ein kundi vænta. Tey bóðu um grið, at hann ikki skuldi gera teimum illa, og bjóðaðu alt tey áttu sum bøtur fyri skaðan.
   Men tá hann sá ræðslu teirra, gekk øðin av Tóra. Hann sissaðist og tók børnini Tjálva og Røskvu í skaðabót. Tey vórðu so tænastufólk hjá honum og hava fylgt honum javnan síðan.


45. Tórur hittir Skýrnir.

Tórur lat havrarnar standa eftir og byrjaði ferðina eystur í Jøtunheimar. Hann kom til strandar og fór yvir tað djúpa havið. Tá hann kom til lands, gekk hann upp á strondina, og við í ferðini vóru Loki, Tjálvi og Røskva.
   Tá tey høvdu gingið eitt sindur áleiðis, komu tey til ein myrkan skóg, sum tey gingu í allan dagin til myrkurs. Tjálvi var sera lættur á fótum, og hann bar matskjáttuna hjá Tóra. Men einki innivist var at vænta fyri náttina.
   Tá myrkrið hevði lagt seg, leitaðu tey eftir náttarlegu, og funnu ein stóran skála. Í øðrum endanum var ein durur, líka so breiður sum skálin, og har reiddu tey ból fyri náttina.
   Men umleið miðnátt var ein mikil jarðskjálvti. Jørðin rysti undir teimum, og húsið skalv. Tá fór Tórur upp, heitti á fylgisneytar sínar, trilvaði fyri sær, og fann eitt síðurúm til høgru í miðjum skálanum. Har inn fóru tey, og Tórur settist í dyrnar, meðan hini vóru innanfyri. Tey vóru bangin, og Tórur helt á hamarskaftinum og ætlaði at verja seg. Tá hoyrdust sterk dun og gnýggj.
   Tá ið lýsti fyri degi, fór Tórur út og sær ein mann liggja skamt frá honum í skóginum, og hetta var ikki nakar lítil maður. Hann svav og snorkaði illa. Tá helt Tórur seg skilja hvaðan larmurin um náttina var komin. Hann spenti megingjørðina um seg og tá vaks ásamegin í honum. Við tað sama, vaknar maðurin og reisti seg, og so sigst, at tá helt Tórur fyri einaferð skuld aftur við at sláa hann við hamaranum, og spurdi hann at navni.
   Hesin nevndi seg Skýrnir - "Men," helt hann fyri, "ikki tørvar mær at spyrja teg at navni. Eg skilji á øllum lótum, at tú ert Ása-Tórur. Men er tað tú ið hevur drigið vøttin hjá mær burtur?"
   So bukkaði hann seg niður og tók vøttin, og Tórur sá, at hann hevði hildi vøttin vera ein skála, og síðurúmið tey høvdu vistast í, var tummilin á vøttinum.
   Skrýmir spurdi, um Tórur vildi hava hann sum fylgisneyta, og hesum játtaði Tórur. So loysti Skrýmir fyri matsekki sínum og settist at eta døgurða, meðan Tórur og hansara felagar sótu skamt í frá. Skrýmur spurdi um tey ikki skuldu leggja ferðakostin saman, og hesum játtaði Tórur fyri. Tá tók Skrýmir allan matin og legði hann í sín sekk, sum hann slongdi á baki. Hann gekk undan allan dagin, og seint á kvøldi fann hann teimun náttarlegu undir einari stórari eik. Tá segði Skrýmur við Tóra, at hann vildi leggja seg at sova, - "Men taki tit bert matsekkin og geri tykkum nátturða."
   So sovnaði Skrýmir og reyt hart, meðan Tórur tók matsekkin og skuldi til at loysa. Men tað má sigast, at so ótrúligt tað enn ljóðar, so fekk hann ongan knútin loyst og ongan álarenda rykt leysari enn frammanundan. Tá hann sær, at hann ongan veg kemur við hesum, gjørdist hann reiður, tók hamaran Mjølnir við báðum hondum, steig tvey fet fram móti Skrými og brendi til í høvdið á honum. Skrýmir vaknaði og spurdi um eit leyvsblað var fallið í høvdið á honum, og um tey høvdu etið og vóru búgvin at leggja seg.
   Tórur segði, at tey skuldu fara at leggja seg. Tey fóru tí undir eina aðra eik, men satt at siga, so var tað ikki óttaleyst hjá teimum at sova.
   Um miðju nátt, hoyrir Tórur at Skrýmur svevur og rýtur so hart, at tað dunar í skóginum. Hann fór upp og gekk til hansara, reiggjaði hamarin títt og hart, og brendi hann mitt í hvirilin á risanum. Hann kendi at hamarshøvdið sakk djúpt í skallan.
   Tá vaknaði Skrýmir og mælti: "Hvat nú? Var tað eitt akarn eg fekk í høvdið? Ella, hvat er tað tú gert, Tórur?"
   Men Tórur skundaði sær aftur og svaraði, at hann var júst vaknaður. Hann segði, at tað enn var miðnátt og tey kundu sova leingi enn. Men við sær sjálvum tonkti Tórur, at um hann fekk eitt triðja høgg, so skuldi risin ikki vakna aftur.
   Hann lá so og bíðaði eftir at Skrýmur skuldi sova fast. Stutt fyri dag, hoyrir hann at Skrýmur man vera sovnaður. Hann fór upp, leyp fram at honum, og reiggjaði hamaran av øllum alvi og brendi hann í tunnvangan ið vendi upp. Nú sakk hamarin upp til skaftið.
   Skrýmir settist upp undir seg, streyk sær um vangan og segði:
   "Har munnu helst sita fuglar í trænum yvir mær. Tá eg vaknaði, tóktist tað sum eg fekk ein kvist í høvdið. Ert tú vakin Tórur? Nú má vera upp á tíðina at fara upp og lata seg í. Ikki er langt hiðani til borgina ið rópast Útgarður. Eg havi hoyrt tykkum teska tykkara millum, at eg ikki eri lítil á vøkstri, men tá tit koma til Útgarðs, skulu tit síggja enn størri menn. Nú skal eg geva tykkum eini góð ráð: Tit mugu ikki føra tykkum fram sum stórmenni, tí hirðmenn Útgarðsloka munnu neyvan tola reyp av tílíkum pinkulingum. Annars mugu tit heldur venda heim aftur, og tað hevði helst verið tað tryggasta hjá tykkum at gjørt. Men um tit vilja halda leiðina fram, so skulu tit stevna eystureftir. Sjálvur farið eg norðureftir til hasi fjølluni tit síggja har."
   So tók Skrýmir matsekkin á bakið og fór frá teimum inn í skógin, og einki verður sagt um at æsirnir ynsktu at hitta hann aftur.


46. Royndirnar hjá Útgarðsloka.

Tórur og felagar hansara hildu so leiðina fram og gingu til miðjan dag. Tá sóu teir eina borg standa á einum vølli, og tey máttu benda nakkan fyri at síggja yvir múrðin. Tey gingu fram at borgini, men grindin í borgarliðinum var afturlatin. Tórur gav seg í kast við grindina, men fekk hana ikki upp. Meðan tey soleiðis royndu at koma inn í borgina, smoygdu tey sær inn millum rimarnar, og komu so innar.
   Tá sóu tey eina høga høll, og fóru hagar. Hurðin stóð opin, og so gingu tey innar og sóu fleiri menn sita á tveimum beinkjum, teir flestu óvanliga stórir av vøkstri.
   So gingu tey fram fyri kongin, Útgarðs-Loka og heilsaðu honum. Tað gekk ein løta áðrenn hann sá tey, og tá gletti hann á tonn og segði:
   "Tað tekur langa tíð at spyrja fólk, ið eru komin langvegis frá um tíðindi, men eg haldi meg síggja, at hesin smápilturin er Øku-Tórur. Men tað kann vera, at tú ert mætari enn tú sýnist. Hvørjar ítróttir meta tú og tínir felagar at tit kunnu royna tykkum í? Her hjá okkum sleppur eingin at vera, sum ikki kann onkra list ella hegni fram um aðrar menn."
   Tá svaraði Loki, ið stóð aftastur:
   Eg kann ein ítrótt, sum eg eri til reiðar at royna meg í. Tað er neyvan nakar her inni, ið kann eta mat sín skjótari enn eg."
   Tá svaraði Útgarðs-Loki:
   "Víst er tað ítróttur, um tú megnar at royna teg í honum."
   So rópti hann út á bonkin, til ein ið róptist Logi, at hann skuldi fara fram á gólv og royna seg ímóti Loka.
   So varð eitt trog borið inn á hallargólvið og fylt við kjøti. Loki settist við annan endan og Logi við hin. So ótu báðir so skjótt teir kundu og møttust á miðjum trogi. Tá hevði Loki eti alt kjøtið av beinunum. Men Logi hevði bæði eti kjøtið, beinini og trogið við, og tað var øllum greitt, at Loki hevði tapt dystin.
   So spurdi Útgarðs-Loki hvat tann ungi maðurin kundi royna seg við, og Tjálvi svaraði at hann gjarna vildi renna um kap við einhvønn ið Útgarðs-Loki lat stilla upp. Útgarðs-Loki segði, at hetta var ein góður ítróttur, og at hann skuldi vera sera skjótur, um hann vildi inna henda ítrótt. Men hann skuldi fáa høvi at royna seg.
   So reisti Útgarðs-Loki seg og fór út. Har var góður teinur at renna eftir sløttum vølli. So kallaði
   Útgarðs-Loki á ein pilt, ið nevndist Hugi, og bað hann um at renna um kapp við Tjálva.
   Fyrsta umfarið teir runnu, var Hugi so langt frammanfyri Tjálva, at hann vendi sær ímóti honum við endan á breytini.
   Tá mælti Útgarðs-Loki:
   "Nú mást tú spenna teg út Tjálvi, og renna skjótari, um tú skalt vinna kappingina. Men satt at siga, so hevur ongin maður vitja her, ið var lættari á fótum enn tú."
   Teir runnu so annað umfarið, og tá Hugi var komin til endan á breytini og vendi aftur, var hann eina skotslongd frammanfyri Tjálva.
   Tá mælti Útgarðs-Loki: "Væl tykir mær at Tjálvi hevur runnið, men ikki haldi eg at hann kann vinna kappingina. Men tað vil vísa seg, tá teir renna triðja skeiðið."
   Teir tóku so enn eitt umfar, og tá Hugi var komin til endan á breytini, var Tjálvi ikki komin longur enn hálva leið. Tá hildu allir at leikurin var avgjørdur.
   Tá spyr Útgarðs-Loki Tór, hvønn ítrótt hann kundi hugsa sær at víst teimum, síðan fólk hava gjørt so mangar søgur um stórverk hansara.
   Tórur helt fyri, at hann helst vildi royna seg við at drekka um kapp við einhvønn.
   Útgarðs-Loki sigur, at so skal vera, og gongur innar í høllina og kallar á skutilsvein sín. Hann býður honum at taka fram revsingarhornið, ið hirðmenn vóru vanir at drekka av. So kom skutilsveinurin við horninum og gav Tóri tað.
   Tá mælti Útgarðs-Loki:
   "Tað verður hildið at vera væl drukki, um ein tømur tað í einum. Onkur tømur tað í tveimum, men ongin er so vánaligur drykkjumaður, at hann má drekka tað í trimum."
   Tórur hyggur at horninum og tað sýnist ikki av miklum, tó tað er nakað langt. Hann er ógvuliga tystur, tekur at drekka og svølgir í stórum. Han helt ikki tað fór at vera neyðugt at lúta seg yvir hornið meira enn eina ferð. Men tá hann ikki orkaði at halda andan longur, og leit í hornið fyri at síggja hvussu nógv var eftir, helt hann ikki at tað var minkað nakað serligt í tí.
   Tá mælti Útgarðs-Loki:
   "Væl er drukkið, um enn ikki serliga nógv. Ikki hevði eg trúð tí, um onkur segði mær, at Ása-Tórur ikki var førur fyri at drekka meiri, men eg eri vísur í, at tú tømur út aðru ferð."
   Tórur svarar ikki, setur hornið fyri munnin og hugsar við sær sjálvum, at nú skal hann drekka betri. Hann drívur á at drekka, til han ikki klárar at halda andanum longri, og tó sær hann, at endin á horninum ikki er komið so høgt sum hann hevði hildið. Og tá hann tók hornið frá munninum, og hyggur í tað, helt hann at innihaldið í tí var minka enn minni enn fyrru ferð. Men nú var tó fjarað so frægt í horninum, at tað kundi berast uttan at skvampa yvir.
   Tá mælti Útgarðs-Loki:
   "Hvat nú, Tórur? Hevur tú ikki leivt meira enn tú kanst drekka í einum? Mær tykir, at um tú skal drekka eina triðju ferð av horninum, so hevur tú goymt tað mesta til síðst. Men her hjá okkum verður tú ikki mettur sum tann mikli maður tú ert millum æsir, um tú ikki gert meira um teg í øðrum leikum enn eg haldi, at tú hevur gjørt í hesum."
   Tá varð Tórur vreiður, setti hornið til munnin, og drakk so leingi og mikið hann orkaði. Tá hann hugdi í hornið, sá hann at tað helst sást munur á. Men tá gav hann hornið frá sær og vildi ikki drekka meira.
   Tá mælti Útgarðs-Loki:
   "Tað er eyðsæð, at máttur tín ikki er so mætur sum vit hildu. Men, vilt tú royna teg í øðrum dystum? Tað er greitt, at í hesum vinnur tú ongan heiður."
   Tórur svaraði:
   "Eg skal gjarna royna meg í fleiri dystum. Men undarligt hevði tað tókt mær, um tílíkir drykkir vóru kallaðir lítlir heima hjá ásum.
   Men hvønn dyst vilja tit nú bjóða mær?"
   Tá mælti Útgarðs-Loki:
   "Hóast tað kann sýnast lítisvert, so hava smádreingirnir her tað til fragd, at lyfta kettu mína upp frá jørðini. Eg hevði ikki tora at mælt til slíkt fyri Ása-Tóri, um eg ikki sjálvur hevði sæð, at tú ert nógv minni mentur enn eg hevði trúð.
   So leyp ein grá, og heldur vælvaksin ketta fram á hallargólvið. Tórur fór til hennara, tók undir búkin og lyfti. Men kettan boygdi bara ryggin, eftirhondini sum Tórur lyfti armarnar. Tá Tórur lyfti so høgt hann bara kundi, lyfti kettan bara á einum av beinunum, og harvið megnaði Tórur heldur ikki at fremja henda leik.
   Tá mælti Útgarðs-Loki:
   "Tað gekk sum meg vardi við hesum leiki. Kettan er heldur stór, og Tórur er lágur og lítil samanborið við tey stórmenni ið eru her hjá mær."
   Tá mælti Tórur:
   "Um eg nú eri so lítil sum tit kalla meg, lat so onkran koma og takast við meg, nú meðan eg eri sintur."
   Útgarðs-Loki skimaðist yvir á beinkirnar og segði:
   "Eg síggi ongan her inni, ið ikki man halda tað vera lítil heiður í at berjast við teg."
   "Men, lat okkum síggja," mælti hann víðari, " Send boð eftir Elli, gomlu fosturmóður míni. Hana kann Tórur berjast við, um hann vil. Hon hevur felt menn ið ikki tóktust mær veikari enn Tórur."
   So kom ein gomul kelling inn í høllina, og Útgarðs-Loki bað hana berjast við Tóra.
   Og har er ikki nógv um at siga. Dysturin gekk soleiðis, at harðari Tórur tók til, tess fastari stóð hon. So fór kellingin at brúka brøgd, og tá varð Tórur lyftur av fótum. Siftingar hennara vóru harðar, og ikki vardi leingi fyrr enn Tórur fall á annað knæið.
   Tá legði Útgarðs-Loki upp í og bað tey gevast við tøkunum, og segði at Tórur ikki havði fyri neyðini at bjóða øðrum hirðmonnum av at berjast.
   Tá leið eisini kvøldið móti nátt.
   Útgarðs-Loki vísti Tóra og feløgum hansara til sættis, og tey dvøldust har um náttina, væl fagnaði.


47. Tórur fer frá Útgarðs-Loka.

Tá morgunin leið ímóti degi, fóru Tórur og felagar hansara upp, klæddu seg og vóru búgvin at fara. Tá kom Útgarðs-Loki og lat borreiða fyri teimum, og har skortaði hvørki fagnaður, matur ella drekka. Tá tey høvdu eti, fóru tey avstað.
   Útgarðs-Loki fylgdi teimum út um borgarliðið, og við skilnaðin spurdi hann Tóra, hvussu henn helt at ferðin var gingin, og um hann nakrantíð hevði hitt mætari mann enn seg.
   Tórur svaraði, at ikki kundi hann siga, at hann ikki hevði gjørt sær fyri skommum meðan hann var hjá honum. "Og eg veit, at tit munnu halda meg vera ein veikan mann - tað harmar meg."
   Tá mælti Útgarðs-Loki:
   "Nú skal eg siga tær sannleikan, nú tú ert komin út úr borgini. So leingi eg livið og ráði fyri borgum her, so skalt tú aldrin aftur sleppa inn her. Og tað svørji eg við mína trú, at hevði eg vita av, hvussu miklar kreftirnar í tær eru, so hevði eg ikki lati teg komi á gátt. Tað var nær við, at tú komst okkum í óføri.
   Eg havi sett sjónarhvørvingar upp fyri tær, síðan eg hitti tykkum fyrstu ferð í skóginum. Tá tú skuldi loysa haftið um matsekkin, hevið eg bundi fyri við "gresjárni" (gandahaft?) og tú fanst ikki út av hvussu tú skuldu lata tað upp.
   Eftir hetta, høgdi tú tríggjar ferðir til mín við hamaranum. Hitt fyrsta høggið var tað minsta, og tó hevði tað verið mær at bana, um tú hevði rakt meg. Skamt frá høll míni sært tú eitt lítið flatt fjall við trimum fýrhyrntum dølum, ein teirra djúpri enn hinir, teir eru hamarspor tíni. Fjallið brá eg fyri høggunum, men tað sást tú ikki.
   Soleiðis var eisini við leikunum tit høvdu við hirðmenn mínar. Tann fyrsti leikurin var tann ið Loki framdi. Hann var sera svangur og át skjútt, men tann ið róptist Logi var í veruleikanum ótamdur eldur, og hann brendi bæði kjøt og troð.
   Tá Tjálvi rann um kapp við tann ið róptist Hugi, tá kappaðist hann við huga mín, og ikki var væntandi, at Tjálvi kundi vinna á honum í skjótleika.
   Tá tú drakk av horninum, og helt at lítið leið, tað var sanniliga eitt undur ið eg ikki helt kundi henda. Annar endin á horninum gekk til havs, men tað sást tú heldur ikki. Men tá tú nú kemur oman til sævarstrond, tá manst tú síggja hvussu nógv sævarmálin sakk tá tú drakst av sjónum. Tað verður nú rópt fjøra.
   Hann helt fram: "Ei heldur helt eg tað vera minni stórverk, tá tú lyfti kettuna , og tað kann eg av sonnum siga, at allir ið sóu tað, gjørdist ræddir, tá tú megnaði at lyfta annan fótin av jørðini. Tí tann kettan var ikki tað tú helt hana vera. Tað var í roynd og veru Miðgarðsormurin, ið liggur um allan heim, og tað var um reppið at longdin rakk til, so sporl og høvur enn vóru við jørðina. So høgt strekti tú teg, at tað var skamt til himmals.
   Tað var eisini eitt undur, at tú helt so leingi á, og ikki fall longur enn til kníggja við øðrum beininum, tá tú bardist við Elli. Tí at enn hevur eingin, og neyvan verður nakar heldur, sum, treyta av at hann verður nóg gamal, ikki verður feldur av elli.
   Og nú sigið eg fyri vist, at vit skulu skiljast, og tað man nokk vera best fyri báðar partar, at vit ikki hittast aftur. Skuldi tað hent aftur, vil eg aftur verja meg við líknandi kynstrum, ella øðrum, so tit ikki skulu fáa vald á mær."
   Tá Tórur hoyrdi hetta, treiv hann eftir hamaranum og brá hann á loft, men tá hann skal til at høgga, tá sær hann ikki Útgarðs-Loka longur. Hann vendi tí aftur móti borgini, og ætlaði at bróta hana sundur, men tá sá hann bara ein fagran og víðan vøll, og onga borg.
   Hann vendi tí aftur og helt ferðina fram, til tess at hann kom aftur til Trúðvangs.
   Og tað er víst, at tá hevði hann sett sær fyri at finna Miðgarðsormin aftur, og so varð eisini. Nú haldi eg, at eingin hevði kunna sagt tær sannari frá hesari ferð Tóra."


48. Tórur og Hymir á útróðri.

Tá mælti Ganglæri:
   "Mætur tykir mær Útgarðs-Loki at vera, hóast hann tekur nógv til gand og kynstur. Tað skilst at hann er mætur, av tí at hann hevði hirðmenn við tílíkum mátti. Men, hevur Tórur ikki hevnt seg?"
   Høgur svarar:
   "Tað er ikki ókent, og einum nýtist ikki at vera fróður maður fyri at skilja tað, at Tórur bøtti fyri hesa ferðina.
   So er sagt, at hann ikki var leingi heima, fyrr enn hann beyðst so skundisliga aftur til ferðar, at hann hvørki hevði kerru ella bukkar, ella fylgisneytar við sær.
   Hann fór út av Miðgarði, í skapi av einum ungum drongi. Eitt kvøldið kom hann til ein jøtun ið róptist Hymir og gisti har um náttina.
   Tá ið lýsti móti degi, fór Hymir upp, klæddist og gjørdi seg út til útróður. Tórur sprakk tá upp, og var skjótt búgvin, og spurdi Hymir um hann kundi sleppa við honum.
   Hymir svaraði, at lítil nytta mundi vera í honum. Hann var lítil og ungur: "og tú verður helst kaldur, um eg liggi so leingi og so uttarlaga sum eg eri vanur."
   Men Tórur svaraði, at hann kundi rógva so langt frá landi sum hann vildi, og tað var ikki vist, um ikki hann sjálvur varð tann ið fyrst bað um at sleppa at rógva aftur til lands. Tórur var so óður inn á jatnan, at tað var um reppið, at hann brendi hamaran í skallan á honum. Men hann lat vera, tí hann ætlaði at royna alv sín til annað.
   Hann spurdi Hymir hvat teir skuldu hava til beiti, men Hymir bað hann skaffa sær agn sjálvur.
   Tá fór Tórur til ein flokk av oksum ið Hymir átti. Hann tók tann besta oksan, ið róptist Himinrjóður, sleit heysin av honum og tók tað tók tað við sær til strandar.
   Tá hevði Hymir flota bátin. Tórur fór umborð og settist á eysrúmsbekkin, legði árar út og róði, og Hymir tókti at báturin gekk væl av róðri hansara. Sjálvur sat Hymir á toftubekki og róði, og tá leið róðurin skjótt.
   So segði Hymir, at teir vóru komnir út á grunnin har hann var vanur at draga flundru, men Tórur segði, at hann vildi nógv longur út. So róðu teir víðari.
   Tá segði Hymir, at teir vóru komnir so langt út, at tað var hættisligt at liggja uttari orsaka av Miðgarðsorminum, men Tórur segði, at hann vildi rógva enn eina stund, og tað gjørdi hann so, men Hymir dámdi einki.
   So legði Tórur árarnar inn, og greiddi eitt sera sterkt snøri, og ongulin var hvørki minni ella veikari. Hann krøkti oksarhøvdið á ongulin og kastaði út, og lat hann fara til botns. Satt at siga, so lumpaði Tórur ikki Miðgarðsormin minnu, enn Útgarðs-Loki hevði spotta hann, tá hann lyfti orminum við sínum hondum.
   Miðgarðsormurin gloypti oksarhøvdinum, og ongulin settist í góman á honum. Men tá ormurin kendi tað, brá hann sær so fast, at báðir nevarnir á Tóri brustu í stokkin. Tá gjørdist hann óður og ásamegin í honum vaks. Hann spenti so fast, at báðar føturnar fóru ígjøgnum bátin og stóðu á botni, og soleiðis dró hann ormin at borði. Og ein kann trygt siga, at eingin hevur sæð ræðuligari sjón enn tá Tórur hvesti eyguni at orminum, og ormin stardi afturímóti, meðan eitur sprændi úr honum.
   So sigst, at jatnin Hymir skifti lit og bliknaði av ræðslu, tá hann sá ormin, meðan sjógvurin breytst aftur og fram í bátinum. Og í tí at Tórur brá hamaranum, fumlaðist jatnin eftir agnsknívinum og kvetti snørið hjá honum, so ormurin søkk aftur í sjógvin. Tórur kastaði hamaran eftir honum, og so sigst, at hann kvetti høvdið av honum í bylgjunum, men sannleikin man vera, at Miðgarðsormurin livir enn og liggur í úthavinum.
   Men Tórur reiggjaði nevan og sló Hymir við oyra, so at hann stoyttist fyri borð og bara iljarnar komu undan. Síðan vassaði Tórur aftur til lands."


49. Deyði Baldurs.

Tá mælti Ganglæri:
   "Vita tit onnur tíðindi frá æsum? Hatta var eitt megnar bragd ið Tórur vann á hasari ferðini."
   Høgur svarar:
   "Vit kundu kanska sagt frá hendingum, ið æsir hildu hava meir upp á seg.
   Henda søgan byrjar við, at Baldur hin góði droymdi miklar og hættisligar dreymar um sítt egna lív. Tá hann segði æsum frá dreymunum, løgdu teir ráð saman, og tað var avgjørt at biðja grið fyri Balduri frá øllum vanda. Frigg kravdi eið um at eira Baldri av eldi og vatni, jarni og øllum málmi, steinum, jørðini, trøum, sóttum, djórum, fuglum, eitri og ormum.
   Tá hetta var gjørt og kunngjørt, tá skemtaðu Baldur og æsir sær við, at stilla hann upp á tingi, so summir kundi skjóta á hann, aðrir høgga hann og summir berja hann við gróti. Men hvat teir enn gjørdu, so var onki honum at meini, og allir hildu hetta vera sera skemtiligt.
   Men tá Loki Leyvoyarson sá hetta, dámdi honum illa, at einki kundi saka Baldur. Hann fór tí í kvinnulíki til Frigg í Fensølum. Frigg spurdi konuna, hvat æsir høvdust at á tingi. Hon svaraði, at allir skutu eftir Balduri, og at onki var honum at meini.
   Tá mælti Frigg:
   "Hvørki vápn ella viður kunnu gera Balduri illa, síðan eg fekk tey at svørja upp á tað."
   Tá spyr konan:
   "Hava allir lutir svorið eið upp á at eira Balduri?"
   Tá svarar Frigg:
   "Tað veksur ein viðjarsproti vestanfyri Valhøll, ið kallast mistilteinur. Hann tókti mær ov ungur at krevja eiðin av."
   Tá hvarv konan skundisliga, og Loki tók mistilteinin, sleit hann upp og tók hann við sær til tings.
   Høður stóð uttarlaga í manngarðinum, tí at hann var blindur.
   Loki spurdi hann:
   "Hví skýtur tú ikki eftir Baldri?"
   Hann svaraði:
   "Tí at eg ikki síggi Baldur, og harafturat eri eg vápnaleysur."
   Tá mælti Loki:
   "Ger tó líka sum hinir, og vís Balduri sama heiður sum aðrir menn. Eg skal vísa tær hvar hann stendur. Skjót henda ørvin."
   Høður tók mistilteinin og skeyt, hjálptur av Loka. Skotið fleyg ígjøgnum Baldur, og hann fall deyður til jarðar. Hetta er størsta vanlukka ið er hend gudum og menniskjum.
   Tá Baldur var fallin, fingu æsir hvørki orðið upp, ella lyft hondunum fyri at hjálpa honum. Teir bara stardu hvør upp á annan, og allir kendu tað sama móti honum ið framdi illgerðina. Men teir kundu ikki hevnast, tí staðurin var friðlýstur. Og tá æsir royndu at tala, tá fingu teir ikki fyri berum gráti, so at eingin fekk sagt hinum frá sínum harmi.
   Óðin var tann ið var harðast raktur av hesari vanlukku, tí hann visti hvønn skaða og miss æsir vóru fyri við deyða Baldurs.
   Men tá gudarnis sissaðust aftur, spurdi Frigg, hvør av æsunum vildi vinna hennara ást og yndi við at ríða á Helveg og royna at finna Baldur, og bjóða Helju loysigjald, um hon vildi lata Baldur fara heim aftur í Ásgarð. Ein sonur Óðins ið róptist Hermóður hin kviki, var til reiðar at fremja ferðina. So var Sleipnir, hestur Óðins, loystur og leiddur fram, og Hermóður settist á bakið og reið kvikliga út.


Bálferð Baldurs
Men æsir tóku lík Baldurs og bóru tað oman á sævarstrond. Skipið hjá honum róptist Ringhorni, og var størst av øllum skipum. Gudarnir ætlaðu at flota tað og og halda bálferð Baldurs umborð, men skipið vikaðist ikki.
   So sendu teir boð til Jøtunheimar eftir einari gívur ið róptist Hyrrokkin. Hon kom ríðandi á einum vargi, og teymarnir hjá henni vóru høggormar. Hon leyp av hestinum, og Óðin fekk fýra berserkar at halda, men teir fingu ikki hald á honum, fyrr enn teir feldu hann.
   Hyrrokkin gekk til framstavnin á skipinum, og skumpaði tað á sjógv í einum taki. Neistarok stóð úr lunnunum, og allur heimurin skalv.
   Tá varð Tórur óður og vildi drepa. Hann brá hamaranum og ætlaði at bróta høvdið á gívrini, men gudarnir bóðu um grið fyri hana.
   Síðan varð lík Baldurs borið út á skipið. Men tá kona hansara, Nanna Nepsdóttir, sá tað, sprakk hon av harmi og doyði. Hon varð tí borin út á skipið og síðan varð eldur settur á bálið.
   Tórur stóð og vígdi bálið við Mjølni. Ein dvørgur ið nevndist Litur um beinini á honum og Tórur sparkaði til hansara, so hann reyk inn í eldin og brendist upp.
   Til hesa líkbrennu komu móng ymisk fólkasløg. Fyrst er at siga frá Óðini, at við honum komu Frigg og valkyrjur og ravnar hansara. Froyur ók í kerru, ið varð drigin av tí galtinum ið rópast Gullinbusti ella Slíðrugtanni. Heimdallur reið á hestinum Gullintoppur, og Froya ók við køttum sínum. Har komu eisini stórar fjøldir av rímtussum og bergrisum.
   Óðin legði gullringin Drypnir á bálið. Hann var so háttaður, at níggjundu hvørja nátt drupu átta javngóðir ringar úr honum. Hestur Baldurs varð eisini leiddur á bálið við øllum týggji.


Hermóður á Helferð
Frá Hermóði er at siga, at hann reið níggju nætur gjøgnum døkkar og djúpar dalar, so hann einki sá fyrr enn hann kom til ánna Gjøll og reið út á Gjallarbrúnna, ið var løgd við bjørtum gulli.
   Móðgunn eitur hon ið varðir av brúnni. Hon spurdi hann at navni og ætt, og segði, dagin fyri høvdu fimm fylki av deyðum monnum riðið um brúnna - "Og ikki dunar brúgvin minni undir tær, og tó hevur tú ikki deyða manna lit. Hví ríður tú her á Helvegi?"
   Hann svarar:
   "Eg skal ríða til Heljar og finna Baldur. Hevur tú sæð hann á Helvegi?"
   Hon svaraði, at Baldur var riðin um Gjallarbrú, "og niður og norður gongur Helvegur."
   So reið Hermóður til hann kom at Helgrindum. Tá fór hann av hestinum, og spenti saðilsgjørðina fastari, steig so upp aftur og gav hestinum sporan. Hesturin leyp so høgt yvir grindina, at hann ikki kom nær henni. So reið Hermóður fram til hallar og steig av hestinum. Hann gekk inn í høllina, og har sat Baldur, bróður hansara, í hásætinum.
   Hermóður dvaldist so har um náttina.
   Morgunin eftir, bað Hermóður Helju um at lata Baldur ríða heim við sær. Hann segði frá tí miklu sorgini hjá æsum.
   Men Hel segði, at tað skuldi roynast, um Baldur var so elskaður sum sagt var.
   "Um allir lutir í heimi, livandi og deyðir, gráta yvir hann, so skal hann sleppa aftur til æsir. Men um onkur mælir ímóti og ikki vil gráta, so skal hann verða verðandi hjá Helju."
   Tá reistist Hermóður. Baldur fylgdi honum av høllini, og gav honum ringin Drypna at geva Óðini til minnis. Nanna sendi somuleiðis ein serk til Frigg og enn fleiri gávur. Fullu sendi hon fingurgull.
   So reið Hermóður leiðina heim til Ásgarðar, og segði frá tí hann hevði hoyrt og sæð.
   So sendu æsir ørindasveinar um allan heim við boðum um at Baldur skuldi grátast heim aftur úr heljum. Og tað gjørdu øll. Fólk og fæ, jørðin, steinarnir, trøini øll og málmur, so sum tú mást hava sæð, at hesir lutir gera tá teir koma úr frosti og í hita.
   Tá ið sendimennirnir vóru ávegis heimaftur eftir at hava røkt síni ørindi, funnu teir eina gamla gívur í einum helli. Hon nevndist Tøkk. Teir biðja hana gráta Baldur úr heljum, men hon svaraði:

54.
"Tøkk man turrum
tárum gráta,
yvir Baldurs bálferð.
Livandi ella deyður
gagnaðis hann ei mær,
haldi tí Hel tað hon hevur."

Síðan hava menn hildi, at hetta var Loki Leyvoyarsonur, hann ið gjørdi størstan skaða millum æsir.


50. Loki verður bundin.

Tá mælti Ganglæri:
   "Tað var ikki smágerðir ið Loki framdi. Fyrst orsakaði hann deyða Baldurs, og síðan forðaði hann fyri at hann vær loystur úr heljum. Varð hetta ongantíð hevnt honum?"
   Høgur sigur:
   "Hann fekk tað afturgoldið, so at hann ikki gloymdi tað við bræði.
   Æsir vóru, sum rímuligt er, óðir inn á hann, tí tók hann brádliga til rýmingar og goymdi seg á einum fjalli. Har gjørdi hann sær hús við fýra durum, so hann sá í allar ættir. Ofta brá hann sær í laksalíki um dagarnar, og helt til í tí staðnum ið rópast Fránangarfossur. Hann hugsaði ofta fyri sær sjálvum, hvørji ráð æsir mundu taka til fyri at fanga hann í fossinum. Meðan hann sat við eldin í húsinum, tók hann língarn og meskaði garn, soleiðis sum nótir ella gørn síðan eru knýtt.
   Tá sá hann at æsir komu skamt frá húsinum, tí Óðin hevði sæð hann úr Liðskjálvi. Hann sprakk upp og út í ánna, men nótina kastaði hann í eldin.
   Tá æsir komu at húsinum, gekk hin vitugasti av teimum, ið róptist Kvasir, fyrstur inn. Hann sá øskuna av netinum, har tað varð brent í eldinum, og hann skilti, at hetta mundi vera til at fanga fisk við, og tað segði hann fyri æsum. Teir gjørdu so eina nót eftir tí teir sóu í øskunu, at Loki hevði gjørt, og tá hon var liðug, fóru teir í ánna og kastaðu út í fossinum. Tórur helt netinum øðrumegin, meðan restin av æsunum hildu í hinumegin. Teir drógu nótina, men Loki fór undan, og legði seg millum tveir steinar. Teir drógu nótina yvir honum, men kendu at har var okkurt livandi undir. Teir fóru tí aftur til fossin og kastaðu út, og og bundu søkk á, so einki slapp undir nótina. Loki fór strúkandi undan, men tá hann sá at tað var stutt haðani til havið, leyp hann yvir flotlínuna og rann upp aftur í fossin. Nú sóu æsir hvar hann fór, og skipaðu seg í tvey lið, meðan Tórur vóð eftir miðjari ánni, og soleiðis gingu teir oman móti sjónum. Nú hevði Loki bara tvinnar kostir í at velja. Annar var at fara til havs, men tað var lívshættisligt. Hin kosturin var at leypa yvir nótina enn einaferð, og tað gjørdi hann, leyp kvikliga yvir flotlínuna. Tórur greip eftir honum og tók hann, men hann gleið so illa í hondini, at Tórur ikki fekk fastatøkur á honum fyrr enn við sporli. Tí er laksur so mjáður um sporli.
   Nú var Loki tikin uttan grið, og æsir førdu hann til eitt helli. Har tóku teir tríggjar klettar, settu teir eftir kanti, og gjørdu hol í teir. So tóku teir synir Loka, Vála og Nara ella Narva. Æsir skaptu Vála um til ein varg, og hann skræddi so Narva, bróður sín, sundur. Síðan tóku teir garnar hansara og bundu Loka við teimum á teir tríggjar eggjarsteinarnar. Ein er undir herðunum, annar undir lendunum, og hin triði undir knæsbótunum, og tá vórðu bondini til jarn.
   So tók Skaði ein eiturorm og festi hann yvir Loka, so at eitrið skuldi drýpa úr orminum, niður á andlitið á honum. Men Sigyn, kona Loka, stendur hjá honum og heldur einari skál undir eiturdropunum. Men tá skálin er full, má hon fara og stoyta eitrið út, og tá drýpur eitrið beint á andlitið. Tá hveppist hann so hart við, at jørðin øll skelvur, og tað kalla vit jarðskjálvta. Har skal hann so liggja bundin til ragnarøkur."


51. Um ragnarøkur.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvat vita tit at siga um ragnarøkur? Tað havi eg ikki hoyrt um fyrr."
   Høgur sigur:
   "Um tað eru mangar og miklar frásagnir.
   Fyrst kemur ein vetur, ið rópast Fimbulvetur. Tá drívur kavin úr øllum ættum, við hørðum frosti og hvøssum vindum. Sólin skínur ikki og tað verða tríggir tílíkir vetrar og einki summar ímillum.
   Men frammanundan koma tríggir aðrir vetrar, tá miklar orrustur bróta út um allan heimin. Tá drepa brøður hvønn annan av ágirnd, og eingin eirir faðiri ella soni í manndrápum og siðaspillu. Soleiðis verður tikið til í Vøluspá:

55.
Brøður munnu berjast
og drepa hvønn annan,
systkinabørn munnu
siðir spilla.
Heimur gerst harðligur,
hordómur mikil,
øksøld, svørðsøld,
skjøldur klovna.
Vindøld, vargøld,
tá heimurin ferst.

Tá hendir nakað avgerðandi: At úlvurin gloypur sólini, til mikla vanlukku fyri mannaættina. Ein annar úlvur tekur mánan, og ger sostatt eisini miklan skaða, og stjørnurnar hvørva av himni.
   Tað hendir eisini, at jørðin og bjørgini skelva so illa, at trøini losna úr moldum, meðan fjøllini rapa og allir fjøtrar og øll bond brotna og slitna. Tá sleppur Fenrisúlvurin leysur. Havið brýtist móti landi, tí at Miðgarðsormurin ringir seg í jatnaøði og leitar inn móti landi.
   Tá hendur eisini tað, at skipið ið rópast Naglfarið losnar. Tað er bygt av deyðamanna naglum, og tað er tí at man skal vara seg, tá maður doyr við ókliptum neglum, tí ein sovorin maður økir mikið um byggitilfarið til Naglfarið, sum bæði gudar og fólk vilja hava seint liðugt. Av hesum sjóganginum, flotnar Naglfarið, og Rymir rópast tann jatnin ið stýrir tí.
   Fenrisúlvurin fer við opnum gapi, og undirkjafturin á honum nertur við jørðina, meðan yvirkjafturin røkkur til himmals, og hevði tað verið meira rúmd, so hevði hann gapað meira. Eldur stendur úr eygum og nasagluggum hansara. Miðgarðsormurin sprænir eitur um himmal og hav, og hann er ræðurligur á at líta, har hann kemur undir liðini á úlvinum. Av hesum buldrinum, klovnar himmalin, og haðani ríða so Múspelssynir. Fremst ríður Surtur og eldur brennur bæði fyri og eftir honum. Svørð hansara er framúr gott, og skínur bjartari enn sólin. Men tá teir ríða á Bivrøst, brotnar brúgvin, sum fyrr er sagt frá. Múspelsmegirnar ríða fram á vøllin Vígríður, og har koma eisini Fenrisúlvurin og Miðgarðsormur. Hagar koma eisini Loki og Rymir. Við honum eru allir rímtussar, meðan allir Heljarsynir fylgja Loka.
   Múspelssynir hava eina fylking fyri seg, og hon er ógvuliga bjørt. Vøllurin Vígríður er hundrað rastir víður hvønn vegin.
   Tá hetta hendur, stendur Heimdallur uppi og blæsur hart í Gjallarhornið, so gudarnir vakna og tingast sínámillum. Óðin ríður til Mimisbrunnin og tekur ráð av Mimi fyri seg og síni lið. Yggdrasils askur skelvur, og á himni og jørð er ongin óttaleysur.


Gudarnir lata lív
Æsir og einherjar búgva seg út í herklæðum, og fara fram á vøllin. Fremstur ríður Óðin við gullhjálmi, fagrari brynju og spjótinum Gungnir. Hann stevnur ímóti Fenrisúlvinum. Tórur gongur undir liðini á Óðini, men han kann ikki hjálpa honum, tí hann hann hevur hendurnar fullar av bardaganum við Miðgarðsormin.
   Froyur berjist móti Surti, og bardagin teirra millum verður harður, til Froyur fellur. Honum væntar tað góða svørðið, hann gav Skírni, og tað verður hansara bani.
   Tá er hundurin Garmur, ið stóð bundin við Gnipahelli, sloppin leysur, hann er hitt versta ótýggi. Hann berjist við Týr, og teir verða hvørjum øðrum at bana.
   Tórur tekur lívið av Miðgarðsorminum, men hann tekur bara níggju fet, tá hann fellur deyður til jarðar av eitrinum ið ormurin sprændi á hann.
   Úlvurin gloypur Óðini, og tað verður hansara bani. Men tá stígur Víðarur fram og setur annan fótin á undirkjaftin á úlvinum. Á tí fótinum hevur hann skógv, sum í allar ævir er gjørdur av teimum lepunum, ið menn skera úr skónum til tá og hæl. Tí skal einhvør, ið vil koma æsum til hjálpar, beinanvegin tveita teir leparnar burtur.
   Við aðrari hondini tekur Víðarur í yvirkjaftin á úlvinum og skræðir kjaftin sundur á honum. Tað verður úlvsins bani.
   Loki berjist við Heimdall, og teir verða hvørjum øðrum at bana.
   Tínæst sleingir Surtur eld yvir jørðina og brennur allan heimin av. Í Vøluspá verður tikið soleiðis til:

56.
Hátt blæsur Heimdallur,
horn er á lofti,
Óðin tingast
við Mimirs høvur.
Yggdrasils askur
skelvur trúnandi,
heimstræið eymkar seg,
jøtunin losnar.



57.
Hvat er við æsum?
hvat er við álvum?
Jøtunheimur á gosi,
og æsirnir tingast.
Dvørgarnir stuna
við hellisgrindir,
teir vísu í bjørgunum.
Skilja tit nú, ella hvat?



58.
Rymur fer eystan
við hevjaðum skjøldri,
Jørmungandur brestist
í jatnaøði,
ormur øsir sjógvin
og ørnin skríggjar
nevbleiki skræðir lík
og Naglfarið losnar.



59.
Skip fer eystan,
muspellsmenn koma
yvir um havið
og Loki stýrur.
Illmegir fylgja
allar freka
fremstur av teimum
er Býleists bróðir.



60.
Surtur fer sunnan
við svíðandi leyvi,
sólin bleiktrar
í stríðsguda svørði.
Bjørgini rapa,
gívrar stumbla,
hælir troða heljarveg
og himinin klovnar.



61.
Tá kemur onnur
sorgin hjá Lín,
tá Óðin fer
at berjast við úlvin,
og Beljabanin
bjartur móti Surti,
tá man Fríggjar
elskaði falla.



62.
Tá gongur mikli
sonur Sigfaðirs,
Víðar at vega
valarbeisti.
Hann brennur svørðið
av allari megi
í úlvsins hjarta,
tá hevndist faðir.



63.
Tá gongur mikli
sonur Lóðynjar,
Óðins sonur
at vega ormin.
Miðgarðs verji
drepur í øði,
fólk má rýma
heimstaðir allar.



64.
Sólin sortnar,
fold fer í kav,
heiðar stjørnur
hvørva av himni.
Goysandi eimur
og brennandi logar,
hátt leikar eldur
um himinin sjálvan.

Og her verður sagt:

65.
Vígríður eitur vøllur.
har finnast til vígar,
Surtur og góðir gudar.
Hundrað rastir
er hann hvønn veg,
so er tann vøllurin uppmáltur.


52. Handan ragnarøkur.

Tá mælti Ganglæri:
   "Hvat verður tá eftir, tá allur heimurin er brendur og gudar, einherjar eru deyðir og mannaættin er týnd? Og tó hava tit júst sagt, at hvør maður skal liva í onkrum heimi í allar ævir."
   Tá svarar Triði:
   "Tað eru mangir góðir og mangir óndir staðir. Best man vera á himni í Gimli. Og hjá teimum ið dáma slíkt, er altíð góður drykkur í salinum sum rópast Brimir. Hann stendur á Ókolni.
   Sindri eitur ein góður salur ið stendur á Niðafjøllum. Hann er úr reyðargulli. Í hesum sølum skulu góðir og siðiligir menn búgva.
   Á Nástrondum stendur ein stórur og óndur salur, og dyrnar venda norðureftir. Hann er allur vovin við ormaryggjum, sum flættaði hús, og øll ormahøvdini venda inn í húsið og spræna eitur, so at eituráir renna í tí, og í teimum vaða meinsvornir menn og morðvargar, sum her verður tikið til:

66.
Fjart frá sólini
sá hon ein sal
við norðrendum durum
á Nástrondum.
Eiturdropar
fella úr ljóðrinum,
húsið er gyrt
við ormaryggjum.



67.
Har skulu vaða,
lyguvætti,
og morðvargar.

Men í Hvergelmi er verst:

Har seyg Niðhøggur
ná teirra feigu."

Tá mælti Ganglæri:
   "Liva nakrir gudar eftir tá, og eru jørð og himmal til?"
   Høgur sigur:
   "Tá rísur jørðin úr sjónum og er grøn og føgur, og ósáddir akrar vaksa. Víðar og Váli eru á lívi, so hvørki sjógvur ella Surtarlogi hava volt teimum skaða. Teir búgva á Iðavølli, har Ásgarður fyrr var. Synir Tórs, Móði og Magni koma eisini, og hava Mjølnir við sær.
   Síðan koma Baldur og Høður úr Heljum, og tá setast allir í friði, tala saman og minnast á fornar rúnir og tosa um fornar hendingar, um Miðgarðsormin og Fenrisúlvin. Tá finna teir í grasinum gulltalvurnar, ið æsir fyrr áttu. Soleiðis verður tikið til:

68.
Víðar og Váli
búgva í gudana veum,
tá Surtarlogi sortnar.
Móði og Magni
skulu hava Mjølnir,
stríðsvegara Vingna.

Og á tí staðnum ið eitur Hoddmímosholt, goyma tvey menniskju seg undan Surtarloga. Tey eita Lív og Lívtrasir, og hava morgundøgg til matna. Frá teimum kemur so fjølmikil ætt, at tey búsetast yvir allan heim. Sum her verður tikið til:

69.
Lív og Lívtrasir
livdu í loyndum
í Hoddmímis holti.
Til matna tey hava
morgundøgg;
frá teimum skulu ættir alast.

Og tú manst tykjast tað undarligt, men Sól gat eina dóttur, sum ikki er minni vøkur enn hon. Hon gomgur somu leið sum móðurin, sum her verður tikið til:

70.
Eina dóttur
ber Alvreyða,
áður enn Fenrir fær fatur.
Hon skal ríða
á móður breytum,
tá megirnar eru deyðar.

Um tú nú hevur meira at spyrja, so veit eg ikki hvaðan tú fært tað frá, tí eg havi ongantíð hoyrt nakran mann siga frá tí ið liggur longur frammi. Ver heldur nøgdur við tað sum tú nú hevur lært."


54. Endi.

Eftir hetta, hoyrdi Ganglæri mikil dun rundan um seg, og leit út til síðuna. Og tá hann hugdi betur eftir, stóð hann úti á sløttum vølli, og sá hvørki høll ella borg.
   Hann gekk tí leiðina fram, til hann kom heim í sítt egna ríki, har hann segði frá tí hann hevði sæð og hoyrt. Og eftir hann segði hvør maður øðrum hesar søgur.
   Men æsir settust tá og tosaðu saman og løgdu ráð, og mintust á allar hesar frásagnir, ið vóru sagdar honum. Teir góvu øllum somu nøvn ið áður vóru nevnd, fólki og støðum ið har vóru, so at fólk ikki skuldu ivast í tá long tíð var liðin, at teir ið nú høvdu fingi hesi nøvn, vóru teir æsir ið vit nú hava sagt frá. Tað var tá at Tórur fekk sítt navn, og hann er Ása-Tór hin gamli.


HEIMSKRINGLA er et privat initiativ. Prosjektet mottar ikke noen form for offentlig støtte. Vi har kun utgifter og ingen faste inntekter. Kostnader til teknisk drift og utstyr bæres av privatpersoner. Alle økonomiske bidrag mottas derfor med stor takk. Ønsker du eller ditt foretak å støtte prosjektet økonomisk? Ta gjerne kontakt med oss, eller bruk vårt norske kontonummer 97105024499. Du kan også støtte oss via vårt Vipps-nummer 78431. For utenlandske bidrag bruk vårt IBAN-nummer NO6897105024499, med SWIFT-kode: DNBANOKK eller SEPA-kode: SKIANOBB. En kan også overføre penger til HEIMSKRINGLA via PayPal eller vippse via mobilen til 78431. Vi selger også fast annonseplass på venstre sidemeny til rimelig pris. Alle bidragsytere krediteres med navn for sine bidrag.