Trýmskviða

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Har du husket å støtte opp om ditt favoritt kulturprosjekt? → Bli en Heimskringla-venn og gi et bidrag til Heimskringla.no.

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes i flere utgaver på følgende språk ► Original.gif Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif Faeroysk.gif
Original.gif Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif
Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif


Trýmskviða

Várskot
Blað føroyingafelags í Keypmannahavn
Nr. 5-6. Maj - Juni 1905
Føroyingafelag gevur út.



Tryms bryllupsfest (W.G. Collingwood, 1908)
Vreiður var hann Vingtórur,
tá hann vaknaði,
og sín hamar
tá saknaði;
hann risti skegginum,
hár sítt hann syfti,
tók tá Jarðarsonur
til at trilva.


Og hann tað orðið
allarfyrst segði:
„Hoyr nú tú, Loki!
hvat eg mæli,
ei fyrr hevir borist
til á foldum
ella í himni;
frá Ási er hamar stolin!“


Inn til ta fagru
Froyju teir gingu.
og hann tað orðið
allarfyrst segði:
„Kannst tú mær, Froyja,
tín fjaðraham lána,
at eg min hamar
aftur kann heinta?“


Froyja svaraði:

„Var hann av gulli,
við gaman eg lánti hann tó,
av silvuri fullur,
tú fekkst hann tó.“


Fleyg tá Loki
— fjaðrahamur dundi —
til hann kom utan fyri
Ásagarðar,
til hann kom innan fyri
Jotnaheim.


Trýmur sæt á heygi,
tussa đrottur,
gullband hongdi
á hundar sínar,
javnaði faxið
á fylum sínum.


Trýmur orðar:

„Hvussu veit ásum
og álvum við?
Einsamallur
í Jotnaheim?“


Loki svaraði:

„Ringt er hjá ásum,
ringt er hjá álvum;
hevir tú fjalt tann
hamar hjá Lórida?“


Trýmur svaraði:

„Fjalt eg havi
Lórida hamar
átta mílir
undir mold;
eingin maður
hann aftur heintar,
utan hann førir mær
Froyju til konu.“


Fleyg tá Loki
— fjaðrahamur dundi —
til hann kom utan fyri
Jotnaheim,
til hann kom innan fyri
Ásagarðar;
møtti hann Tóra
í miðjum garði,
sum tað orðið
allarfyst segði:


„Var títt ørindi
eydnuverk?
Sig tú á lofti
long tíðindi:
oftum hinn sitandi
søguna gloymir,
oftum hinn liggjandi
lygnarboð sigir.“


Loki svaraði:

„Endað verk
er ørindi mítt:
Trýmur hevir tín hamar,
tussa drottur;
eingin maður
aftur hann heintar,
utan hann førir honum
Froyju til konu.“


Fara teir fagru
Froyju at hitta
og hann tað orðið
allarfyrst segði;
„Bint tú teg, Froyja!
við brúðar líni:
vit skulum aka
í Jotnaheim.“


Vreið varð tá Froyja!
illa hon fnýsti,
tann heili salur
skalv harvið,
sundur brast
tað Brísingamen:
„Meg kanst tú rópa
mannfýsna,
um eg aki við tær
í Jotnaheim.“


Har stóðu æsir
allir á tingi,
og ásynjurnar
allar á máli:
um tað ráddust
ríkir tívar
Lórida hamar
aftur at heinta.


Ráð bar Heimdalur,
bjartasti ásur
— framsýntur var hann
sum áðrir vanir: —
„Bindum vær Tór tá
við brúðarlíni,
hann beri á brósti
Brísingamen.


Latum við belti
lyklar gella,
og konuklæði
á knæið falla,
seta á brósti
breiðar steinar,
setum upp hár hanns
snotiliga.“


Segði tá Tórur,
treystur ásur:
„Meg kunna æsir
ómenni kalla,
um eg vil bindast
við brúðarlíni.“


Segði tá Loki, Leyvoyarsonur:

„Tegi nú, Tórur!
til teirra orð;
snart munu jotnir
Ásgarð búgva,
um tú ei hamar tín
aftur heintar.“


Bundu teir Tór tá
við brúðarlíni
og við tí breiða
Brísingamen.


Lótu við belti
lyklar gella,
og konuklæði
á knæið falla,
settu á bróstið
breiðar steinar,
og snotiliga
upp hárið settu.


Segði tá Loki, Leyvoyarsonur:

„Tær skal eg fylgja
sum terna tín,
vit skulum aka
í Jotnaheim.“


Riknir strax vórðu
bukkarnir heim,
skjótt settir fyri,
skuldu væl renna.
Bjørg brotnaðu,
brann jørðin í loga,
Oðins sonur ók
í Jotnaheim.


Segði tá Trýmur, tussa drottur:

„Standið upp, jotnir!
og stráið beinkin;
nú føra tey mær
Froyju til konu,
Njarðar dóttur
úr Nóatúnum.“


Ganga har at garði
gullhyrndar kýr,
oxar alsvartir
jotni at gaman:
„Fjøld eigi eg av mentum,
fjøld av dýrgripum,
Froyja mær einans
tykist at tvørra.“


Kemur nú dagur
skjótt at kvøldi
og fyri jotnum
var øl framborið.
Eina át han oxa,
átta laxar,
krásirnar allar,
fyri konunum settar,
tríggjar drakk maður Sivju
tunnur av bjóri.


Segði tá Trýmur, tussa drottur:

„Hvar sást tú brúður
bíta hvassari?
aldri sá eg brúður
bíta breiðari,
ei heldur moy
meira drekka.“


Snotilig sat
tann ternan fyri,
ræður hon jotni
orðum at svara:
„Einki át Froyja
í átta døgum,
so var hon ovfús
eftir Jotnaheimi.“


Leit undir línið,
lysti at kyssa,
men hann stakk inn gjøgnum
endlangan sal:
„Hví eru ófrýntlig
eygu Froyju,
tykist mær úr eygum
eldur at brenna.“


Snotilig sat
tann ternan fyri,
ræður hon jotni
orðum at svara:
„Einki svav Froyja
í átta nóttum,
so var hon ovfús
eftir Jotnaheimi.“


Inn kom hin arma
jotna systir,
ið brúðargávu
biðja tordi:
„Rætt tú mær av hondum
ringar reyðar,
um tú vilt vinna
ástir mínar,
allan blíðskap.“


Segði tá Trýmur, tussa drottur:

„Berið inn hamar
brúður at víga,
leggið Mjølnir
á moyar knæ,
vígið okkum saman
við várar hendi.“


Læði nú Lóridi
lystuliga í barmi,
tá við hørðum huga
hann hamarin føldi.
Trým drap hann fyrstan,
tussa drottin,
alla lamdi hann
ættina jotuns.


Drap hann ta avgomlu
jotna systur,
hana, ið brúðargávu
biðið hevði;
hon fekk smekk
fyri skillingar,
og fyri hóp av ringum
hamarsløg.


Soleiðis kom Óðins sonur
aftur at hamri.


(Sett út av S. S.)

HEIMSKRINGLA er et privat initiativ. Prosjektet mottar ikke noen form for offentlig støtte. Vi har kun utgifter og ingen faste inntekter. Kostnader til teknisk drift og utstyr bæres av privatpersoner. Alle økonomiske bidrag mottas derfor med stor takk. Ønsker du eller ditt foretak å støtte prosjektet økonomisk? Ta gjerne kontakt med oss, eller bruk vårt norske kontonummer 97105024499. Du kan også støtte oss via vårt Vipps-nummer 78431. For utenlandske bidrag bruk vårt IBAN-nummer NO6897105024499, med SWIFT-kode: DNBANOKK eller SEPA-kode: SKIANOBB. En kan også overføre penger til HEIMSKRINGLA via PayPal eller vippse via mobilen til 78431. Vi selger også fast annonseplass på venstre sidemeny til rimelig pris. Alle bidragsytere krediteres med navn for sine bidrag.